Oddagrein· Mugu taka harðskap í álvara

Er seinasta vikuskifti eitt tekin og ein ávaring um, hvussu náttarlívið fer at vera í Havnini í framtíðini, eiga vit øll at taka hetta í størsta álvara. Harðskapurin, sum var høvuðsyvirskriftin yvir alt seinasta vikuskifti, er eftir øllum at døma vorðin so mikið álvarsligur, at vit mugu meta hann sum ein samfelagsligan trupulleika. Tá ungfólk og eisini tilkomin rætt og slætt verða álopin á opnari gøtu og enda á sjúkrahúsi við løstum, mugu vit øll og ikki bara løgreglan reagera.

Vit eru annars so errin av at kunna fortelja fremmandum, at vit eru heimsins mest friðaliga land at búgva í. Her henda ongin dráp, her er eingin harðskapur. Hendingarnar seinasta vikuskifti siga nakað annað, tó at tær eru ikki nakað heilt nýtt, tí vit eru javnan vitni til harðskap í náttarlívinum. Hann er so eftir øllum at døma við at gerast bæði harðligari og týttari.

Hóast vit hava lyndi til at skjóta ábyrgdina á løgregluna og siga, at tað er hon, sum hevur skyldu til at forða fyri og fyribyrgja, at einstaklingar koma illa fyri, tá teir verða náðileyst álopnir, so er hetta sjálvandi ein felags ábyrgd og skylda. Her spælir eisini uppvøksturin og uppalingin inn. Eru vit sum foreldur nóg góð til at geva okkara ungu gott í beinið! Er skúlin nóg dugnaligur til at læra og leiðbeina børn og ung! Er samfelagið nóg væl innrættað og fyrireikað til at fyribyrgja, at tann ráði og púrasta øri harðskapurin fær gróðrarfesti! Spurningarnir eru nógvir. Vit eiga at seta teir og eisini svara teimum. Hetta gera vit best við einum almennum orðaskifti.

Ein týðandi spurningur er, um okkara løgregla hevur nóg nógvar ressursir ella brúkar tær rætt til at fylgja við, vera uppá forkant og til at tacla harðskapsstøður! Er løgreglan nóg sjónlig! Hví eru løgreglufólk so sjáldan at síggja í Steinatúni út móti morgni, tá hundraðtals ung savnast og nøkur teirra vilja síggja blóð verður spurt. Gott um vit kundu fingið slíkar spurningar fram. Í hvønn mun eru vandafull rúsevni og ikki bara rúsdrekka orsøk til og partur av harðskapinum!

Ætlan okkara í Miðlahúsinum í Vágsbotni er í komandi ári at vera við til at seta sjóneyku og kikara á nøkur av teimum samfelagsmálum, sum leika á og treingja til at verða lýst og umrødd. Her er náttarlívið og harðskapurin eitt sera viðkomandi mál. Tað fara vit so at taka upp til alment orðaskifti í Miðlahúsinum í næstu framtíð.

Sosialurin