Fyri fólk uttan fyri Suðuroynna tykist tað rættiliga natúrligt, at eitt ellis- og røktarheim verður bygt í sunnaru helvt í Suðuroynni. Hví skulu sumbingar heilt norður á Tvøroryi á ellisheim, kunnu vit spyrja. Harafturat kemur so eitt meira natúrligt býti í, hvar almennir stovnar liggja og hvar almennar lønir fallla, hóast fólk í flest øllum bygdum arbeiða á almennu stovnunum í oynni, so skattapeningurin fellur niður allastaðni. Men óivað eru ein meginpartur av starvsfólkum helst úr tí staðnum, har stovnurin, tá talan er um so stóran stovn, liggur.
Sambært tí, sum er komið fram um ætlanina at byggja eitt ellisheim í sunnaru helvt, hevði borgarstjórin í Vági bara heimild at ganga við til ætlanina, um øll oyggin var við í ætlanini. Tað eydnaðist ikki, og hvat val høvdu so borgarstjórarnir í sunnaru helvt? Jú, at fara eftir næstbestu loysnini, sum var at savna tær fýra syðru kommunurnar um ætlanina, sum borgarstjórin í Vági upplýsti í Útvarpinum um vikuskifti. Men hetta er ikki fallið í góða jørð í Vági, tí summir vágbingar vilja halda upp á heimildina og seta spurnartekin við, um kommunan ikki bindur seg fyri ov stóra upphdd, nú kommunurnar í norðaru helvt ikki eru við.
Sjálvandi er rætt at seta spurnartekin við hetta, men sambært tí, sum borgarstjórin greiddi frá, so kostar ætlanin Vágs kommunu eina millión áliga, til røktarheimið er goldið. Og ein millión krónur er ikki nógv, tá havt verður í huga, hvussu stórur tørvurin á røktarplássum er, og at allir flokkar eru samdir um, at okkara gomlu skulu hava góðar umstøður á ellisárum. Harafturat kemur, at nógv fólk verða knýtt at røktarheiminum, sum eru rættiliga støðug arbeiði, og er tað nakað, sunnara helvt í Suðuroynni hevur brúk fyri, so er tað støðug arbeiðspláss, serliga til kvinnur.
Nú eru nógvar kenslur knýttar at málinum, og skúlin er vundin upp í aftur, men úr einum óheftum sjónarhorni kann tað ikki vera annað enn rætt, at syðru kommunurnar í Sðuroynni taka seg saman og søkja um loyvi at byggja eitt ellis- og røktarheim í Vági. Tørvurin er har!
Sosialurin