Hvussu er og ikki so má staðfestast, at støðan hjá kvinnuni hevur gjørt tað neyðugt at taka politisk stig til at fáa til vega javnstøðu í samfelagnum. Flestu fólkaræðilig lond hava út frá hesum sett í gildi lóggávu, sum ásetir ávís minstukrøv til javnstøðu. Eisini vit her í Føroyum hava fingið javnstøðulóg. Henda lóg ásetir, at kvinnur skulu vera umboðaðar í øllum almennum nevndum og ráðum. Lagt kann verða afturat, at ikki øllum dámar hetta, at javnstøða skuldi ásetast við lóg og hevur lógin sostatt ofta verið fyri hvøssum atfinningum.
Hóast formligu karmarnir um javnstøðu sostatt skuldu verið í lagi, eru vit fjart frá javnstøðu á politiska økinum. Sum kunnugt sita bert 3 kvinnur á tingi. Eingin kvinna er í landsstýrinum og í bý- og bygdaráðum eru kvinnur eisini undirumboðaar. Kvinnur eru helvtin av mannaættini. Kvinnur eru á flestum økjum eins væl útbúgvnar og menn, og kvinnur yvirhála menn innan alt fleri útbúgvingar. Hvat er so galið má ein spyrja? Hetta má hava nakað at gera við mentan og siðvenjur. Hetta hevur ivaleyst eisini nakað at gera við maktbygnaðin innan politisku skipanina at gera. ST, Norðurlandaráðið og Útnorðursráðið hava heitt á viðkomandi myndugleikar um at gera nakað munagott við trótandi javnstøðuna. Nú kann ikki bíðast longur.
Ein byrjan kundi verið, at politisku flokkarnir heilt einfalt tóku hetta mál upp og syrgdu fyri, at í hvussu so er helvtin av øllum valevnum i framtíðini eru kvinnur. Men tað er ikki nóg mikið, at kvinnur stilla upp. Veljararnir, tað veri seg kvinnur og menn, mugu so eisini gera sítt til at fáa glið á hesa gongd - at fáa framt hesa góðu og náttúrligu hugburðsbroyting í verki. Og tað gerst bert, um fleiri velja kvinnur. Hetta kundi so eisini verið ein av súlunum í Visjón 2015. Latið okkum tí taka dyggiliga undir við hesi góðu javnstøðuvisjón longu í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld - á sjálvum kvinnudegnum.
Sosialurin