Viðførið lá eftir í Stockholm

Í HB ferðalagnum eru teir eitt sindir argir inn á, at tað ikki hevur borið til at fingið venjingartíðirnar, sum teir høvdu biðið um

(Valkeakoski-Sosialurin): Tað tók sína tíð, og menn vóru troyttir, tá teir mánakvøldið klokkan 21 vóru frammi í náttúruvakra og summarskrýdda Valkeakoski. Her er summar og sól, og spælararnir, sum vandu fyrrapartin í gjár og í gjárkvøldið skuldu venja á vøllinum, har dysturin verður í kvøld, hava fingið boð frá venjaranum um at hvíla nógv, drekka nógv vatn og í so stóran mun, sum tað ber til at halda seg í skugganum.

HB ferðalagið skifti flogfar í Stockholm, og tá gjørdist tað greitt, at tað fór ikki at bera til at fáa størsta partin av viðførinum við í sama flogfarinum, sum spælararnir vóru, og tað hevði aftur við sær, at mánakvøldið gingu spælararnir í ítróttarbúnum frá Haka, og tað kann væl vera, at onkrir tørnaðu inn uttan at hava bustað tennirnar, tí ferðagóðsið var ikki á gistingarhúsinum fyrrenn týsnáttina, tá klokkan var farin av tvey.


Avtalurnar

Í HB eru teir ikki heilt nøgdir við, at ynskini, sum teir hava sent undan sær sjálvum til Finnlands, ikki eru gingin á møti. Teir høvdu fingið at vita, at skuldi vera innspræning av kaldari luft á kømurunum, men tað er tað ikki. HB hevði biðið um, at teir kundu venja á stadion seint fyrrapartin í gjár, men í tað skuldi ikki bera til, tí tá skuldi liðið hjá Haka venja, og tað skiltu føroyingarnir ikki heilt.

Vit nevndu í gjár, at um tað skuldi eydnast HB at komið víðari í kappingini, so er dysturin ásettur at vera ólavsøkuaftan, og at hetta ikki er í tráð við ætlanirnar fyri ólavsøkufótbóltin. Steinfinnur Mittelstein er stjóri í Havnar Fótbóltur, sum rekur 1. lið hjá HB, ásannar, at hetta er ein veruleiki, men hann heldur ikki, at talan er um nakran trupulleika:

? Um HB í kvøld megnar at spæla seg víðari í kappingini, so er talan um ein luksus trupulleika, og eg ivist onga løtu í, at vit saman við øðrum, ið vilja føroyskum fótbólti væl, høvdu funnið eina loysn.