Stutt aftan á klokkan 1000 í dag verður búmerkið hjá Tryggingarsambandinum Føroyar fyri seinastu ferð vundið niður úr flaggstongini, sum stendur millum skrivstovubygningin hjá tryggingini niðri á Kongabrúnni og gomlu Ólavstovu. Løtu seinni ferð Jens Petur Arge, forstjóri í nýggja tryggingarfelagnum, sum hevur fingið navnið Tryggingarfelagið Føroyar, at vinda nýggja flaggið upp í húnarhátt við nýggja navninum og nýggja búmerkinum hjá nýggja felagnum.
Tað er í dag, at Tryggingarsambandið Føroyar, Føroya Brunatrygging, Føroya Vanlukkutrygging, Føroyar Sjóvátrygging, Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør og Føroya Endurtryggingardeild leggja saman, og í hesum sambandi hevur nýggja felagið bjóðað til stórfingnan tíðindafund í morgun, og seinni í dag millum klokkan 16 og 18 verður skipað fyri stórari móttøku.
Júst hvat nýggja felagið hevur at bjóða tryggingartakarunum, er ilt at fáa nakað at vita um nú undan samanleggingini, men hetta fáa vit meira at vita um í dag.
Men vit kunnu í øllum førum siga, at nýggja tryggingarfelagið í sambandi við dagin fer at lata Føroya fólki eina stórfingna gávu - ið vit øll so ella so kunnu fáa gagn av.
Sum er húsast øll hesi tryggingarfeløgini í ymsum bygningum. Tryggingarsambandið Føroyar er á Kongabrúnni, Føroya Vanlukkutryggingin er yviri við Strond og Føroya Brunatrygging húsast í stásiligum bygningi uppi á Hálsi í Havn.
Men nýggja stóra tryggingarfelagið skal alt sum tað er húsast á Kongabrúnni. Tryggingarsambandið eigur høvuðsbygningin, gamla Hotel Føroyar, eins og Geilina, har Gjaldstovan helt til. Nú Gjaldstovan er flutt, verður hesin bygningur innrættaður til Tryggingarvirksemi.
Sum Sosialurin skilir eru eisini ætlanir um, at nýggja tryggingarfelagið eisini skal keypa bygningin hjá Niels L. Arge, sum liggur ímillum høvuðsbygningin hjá Tryggingarsambandinum og Geilina.
Stjórarnir í verandi tryggingarfeløgunum verða kortini ikki við sviðusoð, nú feløgini verða løgd saman, tí allir verða teir stjórar kortini. Forstjóri verður Jens Petur Arge, varaforstjóri verður Bjartur Dalsgarð. Stjórin á Vanlukkurtryggin, Mortan Poulsen og stjórin á Brunatrygging, Gunnar í Liða fáa eisini báðir stjóraheitið.