og tað gongur í síðsta enda út yvir landskassan. ? Eg hugsi um, at um so er, at landskassin skal »kompensera« fyri at fólk skulu gjalda, so missir landskassin pengar, og fyri at fáa henda miss innaftur [...] uppskotið um nýggja fólkapensjónsskipan, sum liggur á tingborði í løtuni. Har stendur einki yvirhøvur um eina nýggja skipan sum hesa. Og so sigur Helena Dam á Neystabø, at tey ætla at leggja uppskot fram á Ólavssøku [...] gevur honum eina broytta fatan av støðu Tjóðveldisfloksins. ? Fyri mær sær tað út sum um flokkurin er hálsaður um enn einaferð. Tær fráboðanir, sum komu, eitt nú frá Helenu Dam á Neystabø, boðaðu greitt
álitisfólkunum váttaði tó, at talan er um tilrættislegging av virkseminum undir arbeiðssteðginum, men at bert verður blokerað í Fíggjarmálastýrinum fyribils. Norrøna Tíðindini um, at Norrøna møguliga flytir fisk [...] nar við Føroya Tele eru á skránni og eisini har eru semingmenn komnir inn í myndina, so eisini har er spenningur um, hvussu leikur fer. [...] í køkinum, smyrjibreyð í fundarhølinum og nógv fólk við penni, pappíri og fartelefon mól aftur og fram í trappum og á gongini. Kring borðinií Starvsmannafelagnum sótu limir, álitisfólk, og arbeiddu av
Sosialurin skilur, so er semja um at halda fram sum higartil við at gera eina avtalu, sum kann undirskrivast um ikki so langa tíð. - Løgmaður ynskir ikki at órógva tað arbeiði, sum fer fram í løtuni við at [...] avtalan kann verða viðgjørd í løgtinginum og á fólkatingi um somu tíð. Utbjóðing At hetta málið hevur slíkan skund, nú tað kortini hevur drigið so nógv út, er tann, at man frá føroyskari síðu metir, at markið [...] Kallsberg, løgmaður eisini høvi til at tosa við fleiri av donsku ráðharrunum. Her var sjálvandi talan um óformelt prát, men sum kortini hava týdning fyri Føroyar. Anfinn Kallsberg hitti m. a. Niels Helveg
fyrispurning fram viðvíkjandi barnaansingini, og vil hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at nøkta stóra tørvin á barnaansing? Um svarið er ja, nær verður tað so gjørt? [...] greitt, og so leingi sum verandi skipan er, sum hon er, so hevur landið skyldu at vera við til at loysa trupulleikan. ? Tað ber heldur ikki til at leggja barnaansingina til kommunurnar, uttan so at peningur [...] var formaðurin í barnaverndini í Havn, Finnur Helmsdal, á skíggjanum. Hann segði, at foreldur vóru so illa fyri, at tey tóku tiltøk, sum kundu vera lívshættislig fyri barnið. Sjón fyri søgn ? Og kvøldið
Tí var kravið hjá fakfeløgunum um at steðga reallønarfallinum skilligt. Høvdu fakfeløgini fingið eitt vet oman fyri prísvøksturin, sum er 4,5%, so reallønin ikki helt fram at lækka, kundi hetta verið tulkað [...] hvødu samráðst í dagar og nætur, avdúkaðu teir, at prosent-ramman lá um trý prosent. Hetta kundu teir havt boðað frá langt frammanundan, so boð kundu verið send eftir semingsfólkum longu tá. ? Teir spældu
eftir Ólav í Beiti út. Eins og so nógvar aðrar bøkur eftir Ólav tekur eisini hendan støðið í persónligu støðu høvundsins. Høvundurin skrivar á kápuni, at tá ið tað ræður um støðuna hjá einligum pápum og [...] hevja sína rødd og lýsa sína støðu, so ikki eftirtíðin skal halda, at Føroyar ár 1999 vóru eitt paradís á jørð. Á hesum økinum hava Føroyar ikki verið nakað paradís og so langt burturfrá at búð í hjá einligum [...] børnum. Spurningar, ið verða reistir og viðgjørdir í bókini, eru eitt nú, um pedagogar fáa meiri og meiri vald á okkara børnum, og um viðurskiftini eru tey somu í Føroyum sum í øðrum Norðurlondum. Høvundurin
dreymir og kenslur, eisini sum frambering av mynsturdáningum, ævigu endurtøkunum og sum áminningar um náttúrunnar kvæmi. Føroysku fuglabjørgini, ið listakvinnan fyrstu ferð sá í teirra sanna veldi í Skúvoy [...] við litum og prentað á pappír. Á hesi framsýningini hevur hon afturat málað beinleiðis á pappírið, so myndirnar eru á markinum at vera bæði málningar og grafikkur. Astri Luihn er ættað úr Noregi. Hon kom [...] fylgja við, hvat hendir. Sum listafólk mást tú eisini fylgja við myndlistini aðra staðni. Hugsar tú bert um títt egna steðgar tú upp. Eldri list er eisini ein kelda til íblástur. Í mínum føri eru tað serliga
dagar um vikuna. ? Hinvegin kunnu virkini á landi so brúkast til at virka fiskin enn meiri. So skuldi samlaða talið á arbeiðsplássum heldur vaksið enn fallið - ikki minst tá ið hugsað verður um, at nógvur [...] ein spurningur, vit eiga at hugsa um. ? Tað er ikki neyðugt at gera so nógv av beinanvegin. Men lat okkum í fyrstu syftu fáa eitt skip, sum kann virka fiskin umborð. So kunnu vit samanbera úrslitið hjá [...] landi, tí fiskimenn fáa í øllum førum minstuløn. ? Tað kann so aftur gera, at fiskimaðurin forvinnur so væl, at konan hevur ráð at verða heima, um hon vil tað. ? Hinvegin vita øll, hvussu óstøðugt fiskaarbeiði
gongur tað so skjótt, at tað næstan ikki ber til at fylgja við. Á øðrum staði á ítróttarsíðunum verður sagt, at tað var rumbul í FCK, men tá tann greinin varð skrivað, var einki komið fram um, at venjarin [...] at AB venjarin í nýggja árinum skuldi hava ábyrgdina av FCK, varð róð fram undir, at um tað ikki fór at ganga væl hjá honum, so stóð Kim Brink klárur aftanfyri leiktjaldið. Og hetta gjørdist veruleiki [...] Men Todi plagar at siga, at hann veit, hvat hann stendur fyri, og so mugu vit bara vóna, at tað verður nóg mikið til at sannføra venjaran um, at makkaraparið í álopinum skal vera tað sama, sum spældi í Brøndby
Neistanum, blivu teir so avsmurdir, sum ongantíð áður. Neistin hølvaði Tjaldur av 40-14. Fylgdust fyrstu løtuna Teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum gekk rímuliga javnt á, men so setti Neistin ferðina [...] hálvleikinum megnaði Neistin at skora heilar sjey ferðir, meðan tað ikki gekk so væl í hond hjá heimaliðnum. At tað gekk so striltið hjá heimaliðnum at fáa mál, var fyrst og fremst, tí at Bogi Henriksen [...] Skoraðu ikki fyrsta korterið Gekk tað illa hjá heimaliðnum fyri steðgin, so versnaði tað bara í seinna hálvleiki. Neistamenn hildu fram við sínum skjóta spælið, hóast teir høvdu trygga leiðslu. Tað sást týðuliga