Seinnapartin í gjár var nógv virksemi í húsunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H. Schrøtersgøtu í Havn. Formaðurin, Gunnleivur Dalsgarð, var longu farin aftur til samráðingarborðið, eftir drúgva umfarið við Fíggjarmálastýrið. Nú eru tað aftur samráðingarnar við Føroya Tele, ið eru á skránni.
Tað merktist beinanvegin, ein trein innum dyrnar á Starvsmannafelagshúsunum seinnapartin í gjár, at hetta var ikki heilt vanligur gerandisdagur. Nógvir kaffibryggjarar í køkinum, smyrjibreyð í fundarhølinum og nógv fólk við penni, pappíri og fartelefon mól aftur og fram í trappum og á gongini.
Kring borðinií Starvsmannafelagnum sótu limir, álitisfólk, og arbeiddu av øllum alvi. Á ymsum pappírum sást yvirskriftin "Vakt" skrivað við svartari tush. Í luftini kendist ein farri av spenningi - nakað sum tá skúlabørn uppliva okkurt øðrvísi. Fólk virka glað, hálvgum øst, blíð og allíkavæl ræður ein álvari yvir øllum.
Men eingin hevði hug at siga stórvegis. Nevndarformaðurin var ikki til staðar og hinir nevndarlimirnir høvdu bert eina viðmerking, nevniliga, at nevndin í Starvsmannafelagnum ikki hevur nakað við virksemi í løtuni, blokadur, at gera.
Ein av álitisfólkunum váttaði tó, at talan er um tilrættislegging av virkseminum undir arbeiðssteðginum, men at bert verður blokerað í Fíggjarmálastýrinum fyribils.
Norrøna
Tíðindini um, at Norrøna møguliga flytir fisk úr Suðuroynni, høvdu tey ikki hoyrt á Starvsmannafelagnum, so har var eingin viðmerking.
Men tíðindini vaktu ans og tað merktist tíðuliga, at meira enn ein skrivaði sær hetta aftan fyri oyrað.
Gunnleivur Dalsgarð var ikki at hitta allan seinnapartin í gjár. Hjá honum er gerandisdagurin alt annað enn merktur av arbeiðssteðgi. Samráðingarnar við Føroya Tele eru á skránni og eisini har eru semingmenn komnir inn í myndina, so eisini har er spenningur um, hvussu leikur fer.









