Marknaavtala vænandi klar fyri páskir

Seinasta hond verður nu løgd á avtaluna, sum í næstum skal samtykkjast av løgtinginum, fólkatinginum og bretsku stjornini. Við hesi avtaluni verður skjøtil settur á ta fyrstu útbjóðinga og leitingina eftir olju og gass við Føroyar

Jan Müller

úr Keypmannhavn


Undir vitjan síni í Keypmannahavn í sambandi við, at Nelson Mandela takkar dønum fyri stuðulin móti apartheid nýtti Anfinn Kallsberg, løgmaður eisini høvi til at tosa við fleiri av donsku ráðharrunum. Her var sjálvandi talan um óformelt prát, men sum kortini hava týdning fyri Føroyar.

Anfinn Kallsberg hitti m. a. Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra, tá hann var til galladøgurða fyri Mandela. Tá var marknatrætan við bretar havd á lofti. Eftir tí sum Sosialurin skilur, so er semja um at halda fram sum higartil við at gera eina avtalu, sum kann undirskrivast um ikki so langa tíð.

- Løgmaður ynskir ikki at órógva tað arbeiði, sum fer fram í løtuni við at orða eina avtalu. Men hann vísir ikki aftur, at tað verður roynt at fáa avtaluna í land innan páskir ella so, hendir einki óvæntað. Páskini í ár eru fyrst í apríl.

Freistin at leggja mál fyri tingið er longu farin, men hetta útilokar ikki, at 17 tingmenn geva undantaksloyvi fyri einum uppskotið, sum hevur við markið at gera.

Málið skal so eisini viðgerast av fólkatinginum, og skilur løgmaður út frá kanningum, teir hava gjørt, at einki skuldi verið til hindurs fyri, at avtalan kann verða viðgjørd í løgtinginum og á fólkatingi um somu tíð.


Utbjóðing

At hetta málið hevur slíkan skund, nú tað kortini hevur drigið so nógv út, er tann, at man frá føroyskari síðu metir, at markið má koma uppá pláss, áðrenn latið verður upp fyri 1. útbjóðing.

- Tað er okkara vón, og vit vilja gera alt vit eru mentir, at fáa tað málið í tingið líka eftir ólavsøku, soleiðis at vit kunnu koma í gongd við útboðinum longu í hesum árinum.

Løgmaður, sum skuldi aftur til Føroya í gjár, sigur við Sosialin, at eftir útgangstøðinum, so bendir tað á, at vit føroyingar fáa eina góða avtalu.