Vantandi fyrilit elvdi til arbeiðssteðg

Ein arbeiðssteðgur var væntandi. Serliga eftir at tað frættist, at Fíggjarmálastýrið í mesta lagi góðtók, at lønin hækkaði trý prosent komandi tvey árini. Góðtók Starvsmannafelagið henda avmarkaða lønarvøkstur, góðtók felagið, at tøka reallønin alsamt minkaði í virði. Í Verki hevði tað merkt, at peninganøgdin, sum fólk hava til lívsins uppihald, framhaldandi minkaði.

 

So einfalt er tað, men tað er ikki líkt til, at ovastin í Fíggjarmálastýrinum skilir henda veruleika. Karsten Hansen hevur áður avdúkað, at tað hevði ikki verið so galið, um hann hevði betri politiskt tev. Hesar samráðingarnar kundu tí staðfest, um hann hevði betri politiskt tev. Hesar samráðingarnar kundu tí staðfest, um hesin politikkarin - sum kanska skal føra okkum inn í fullveldið Føroyar - hevði tann neyðuga samráðingarførleikian.

Men annað umfar í samráðingunum avdúkaði, at Karsteni Hansen og samráðingarovastanum, Tummasi Magnussen, vantaðu tað neyðuga handalagið. Eftir at fólk hvødu samráðst í dagar og nætur, avdúkaðu teir, at prosent-ramman lá um trý prosent. Hetta kundu teir havt boðað frá langt frammanundan, so boð kundu verið send eftir semingsfólkum longu tá.


? Teir spældu ikki við opnum kortum, og í hesum føri var tað ótaktiskt. Tann vantandi ásannanin hjá Fíggjarmálastýrinum, at neyðugt er við ávísum lønarbata, kann koma at leggja føroyska samfelagið lamið í fleiri dagar - kanska vikur. Og tíðarbilið er - sum altíð - óheppið. Vit hava júst riðið eina búskaparkreppu av okkum, og skulu nú fyrireika okkum til broyttu ríkisrættarligu viðurskiftini, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið.


Tann tøka reallønin - tað sum fólk hava at liva fyri - er lækkað eini 25 prosent seinastu níggju árini. Øll fakfeølgini á almenna arbeiðsmarknaðinum góðtóku tá, at lønirnar lækkaður eini 10 prosent fyri at hjálpa tí tóma landskassanum. Við tógvið slit og bit - m. a. við einum aðalferkfalli fyri fýra árum síðani - er tað eydnast at fáa sáttmálarnar upp á tað, teir vóru í 1990.


Tí var kravið hjá fakfeløgunum um at steðga reallønarfallinum skilligt. Høvdu fakfeløgini fingið eitt vet oman fyri prísvøksturin, sum er 4,5%, so reallønin ikki helt fram at lækka, kundi hetta verið tulkað sum ein tøkk fyri, at fakfeløgini vóru at tosa við, tá landið var í váða. Men gakk - framferðin kann nú heldur skírast eitt asnaspark.