Í dag kl. 17.00 letur listaframsýning hjá Astri Luihn upp í Norðurlandahúsinum. Við á framsýningini eru 49 verk. Tey flestu motivini eru fuglur og fuglabjørg, sum hava verið tema í myndunum hjá Astri Luihn í mong ár. Myndirnar kunnu síggjast sum súmbol fyri okkara egnu dreymir og kenslur, eisini sum frambering av mynsturdáningum, ævigu endurtøkunum og sum áminningar um náttúrunnar kvæmi.
Føroysku fuglabjørgini, ið listakvinnan fyrstu ferð sá í teirra sanna veldi í Skúvoy í 1970, eru bert viðfáningur í dag. Myndin, Astri gevur av bjørgunum, er eitt minni, ið brendi seg inn í medvitið.
Myndirnar eru gjørdar á ymsan hátt á linoleum, skorið, valsað inn við litum og prentað á pappír. Á hesi framsýningini hevur hon afturat málað beinleiðis á pappírið, so myndirnar eru á markinum at vera bæði málningar og grafikkur.
Astri Luihn er ættað úr Noregi. Hon kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur búð her meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er hon forkvinna í felagnum Føroysk Myndlistafólk.
- Eins og við tónleiki ert tú sum listafólk noydd at arbeiða hvønn dag fyri at menna teg, fyri at halda handverkið við líka og fyri at fylgja við, hvat hendir. Sum listafólk mást tú eisini fylgja við myndlistini aðra staðni. Hugsar tú bert um títt egna steðgar tú upp. Eldri list er eisini ein kelda til íblástur. Í mínum føri eru tað serliga grafikararnir, eg havi lært nógv av. Listafólk síggja veruleikan á ymiskar mátar og tað er í sjálvum sær íblástur. Tað nýtist als ikki at líkjast tí eg geri fyri at tað kann geva mær nakað, segði Astri Luihn í samrøðu í blaðnum í farna mánað.
Síðstu árini hevur Astri Luihn sýnt fram á framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Framsýningin í Norðurlandahúsinum er opin til 7. apríl.










