halda okkara fyrilestrar. Eg fái heiðurin at leggja fyri við føroysku kanningunum. Síðani Glenn við sínum norsku. Vit fáa báðir positiv kompliment fyri fyrilestrarnar, umframt viðkomandi spurningar. Harnæst [...] hvat fyri framstig innan vísindina eru komin í nýtsluni av tí ørandi møguleika, ið liggur í tí viðopna arvastreinginum hjá kombikki, Gasterosteus aculeatus, ið nú er atkomuligt á alnótini fyri ein og [...] útferð niðan í fjøllini. Ráðstevnan heldur fram og endar Triði ráðstevnudagur. Fyrrapartin standa seks fyrilestrar á skránni um evolutión í ymsum londum. Síðan koma fýra fyrilestrar um “slag-gerð”. Má her
Washington Fyri at broyta vánaligu fíggjargongdini síðan 11. sept., 2001 innan flogvinnu hava alt fleiri flogfeløg tikið í nýtslu “yvirbooking”. Selja fleiri ferðaseðlar enn pláss er fyri. So var eisini [...] royndir at fáa nøkur fólk at bíða til í morgin. “Tit skulu fáa 600 eurur í útgjaldi, 300 fyri at bíða 300 fyri mat og gisting”. Ikki minni enn tríggjar ferðir vóru vit nógvu fólk tald og flokkaði, eftir [...] er fyri stavn. Dyrkað fjallalendi í støðum. Skógir, áir, krókutir vegir, okkurt vatni her og har. Flogfarið er fullsett; men manningin, ið vartar okkum upp tykist ikki ovbyrjað. Ein máltið fyri og onnur
helst gott fyri samfelagið, at fólk blanda seg uppí tað politiska kjakið. Hvat skulu vit við kjarnorku? - Ja.... tað var ein sangur, sum eg eina ferð skrivaði, og sum eg ikki eri so glaður fyri í dag. B [...] poppbólkinum TV2, sum hevði konsert í Havn seinasta vikukskiftið. Teir hava givið 15 fløgur út seinastu 20 árini, og millum hesar útgávur eru fleiri stórseljarar og ein øgrynna av hittum. Maðurin, sum altíð [...] sum fólk eru upptikin av. Hann sigst duga væl at skera inn á bein í heitum málum, og hann er virdur fyri sínar bersøgnu og ironisku vendingar. Pallurin er svimjihøllin í Havn, høvið er fyrsta Føroya-vitjanin
fáa sær umrøðu og sigrar. Hetta árið er einki undantak. Serliga Arequipa er kent fyri at mótmæla og leggja seg tvørt fyri, tá mett verður at Lima setir reglur í verk sum bert tæna Lima, og soleiðis var [...] er um eina langtíðarbroyting, sum kanska tekur minst 20 ár við hørðum og miðvísum arbeiði. Spurningurin lesarin spyr er so, hví er hetta áhugavert fyri føroyingar? Tí almennu Føroyar hava valt at arbeiða [...] fiskivinnu, stórur áhugi fyri aling, umframt at tað komandi árini verðar framdar stórar íløgur í flogvalla- og vegakervið, har føroysk feløg kundu boðið uppá partar av arbeiðunum, fyri ikki at nevna okkara
SAMRØÐA Sunneva Háberg Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Fyri nøkrum árum síðani fór GoGo Blues í upploysing. Stutt eftir hetta stovnaðu Uni Reinert Debess og Brandur Jacobsen Crawling Blue. At byrja við [...] funnu teir útav, at tað manglaði okkurt. Uni møtti tá Óla Olsen á einari ferð í Íslandi og skjeyt upp fyri honum at koma við í studio at spæla Hammond og Rhodes orgul inn. Óli hevði ongantíð spælt saman við [...] men tað, sum hann segði, setti seg fast. Eg byrjaði tó ikki ordiliga at spæla blues, fyrr enn eg var 20 ár. Tað virkaði knapliga sum um, at eg hevði funnið okkurt í kroppinum. Sum at lívið var komið til
at starvast við ymiskt, setti vindeygu og hurðar í fyri Gluggan, og síðan fór hann at seta Windsor garaguhurðar upp. Seinni fekk hann sær einkarrætt fyri hesa fyritøku, sum einaferð í 90-unum var keypt av [...] teir saman runt alt Føroya land til 1996, tá systirsonurin Frans doyði í syndarligari bilvanlukku, 20 ára gamal. Seinnu árini hevur Jógvan Elias spælt saman við ymiskum undirhaldarum í Tórshavn, er fastur
Summarið 2001 vóru hon, Erik og knapt seks ára gamla dóttirin Freyja, í Andalusia í tríggjar vikur fyri at leita eftir einum húsum. - Tá gjørdist eg varug við, hvussu fantastiskt hetta økið er uppá heilt [...] sum verður virðismett høgt her. Veðrinum verður eisini latið væl at. Klárur bláur himmal, sum borgar fyri útilívi. - Vit súkkla og ganga nógv í fjøllunum. Onkutíð fara vit í fleiri dagar á teir yvir 3000 [...] og vaksin. Men tá eg havi fingið nóg mikið av grannunum og bara vil vera anonym, so tekur tað bara 20 minuttir at súkkla til Granada. Granada er ein stórur universitetsbýur við eini einastandandi mentanarsøgu
neyvan líka týðiliga, vísir Turgenjev við sínum persónsmyndum fram ímóti tí ræðuligu 20. øld. Basárov, við síni vanvirðing fyri tí sum frá líður liberala Arkádij, sum er “hvørki djarvur ella óndur”, og síni [...] stundum navigeraði í sjálvdrátti, inn í skaldskaparins salar, aulur, loft og krókar. Og tað berst einum fyri, sum valdaði tá altíð heyst, við turrveðri og mjørka og anga av harpiks úr lundum og urtagørðum, við [...] at práta við okkum ungu. Hann tekst í løtuni við at umseta søgur beinleiðis úr fronskum og heldur fyri, ikki sørt stoltur, um ta seinastu, eftir Mérimée, at hon var ein “tungur burður”. Hann ber fram eina
heilsuverkið og aðrar vælferðartænastur skulu vera fyri øll. Javnaðarflokkurin má so undir ongum umstøðum ganga burtur frá sínum grundsjónarmiðum fyri kanska at tekkjast veljarunum. Í 2005 boðaði Jóannes [...] í vesturheiminum er, at tað mesta snýr seg um einstaklingurin. Men fyri at fáa rættindi, mást tú eisini hava skyldur. Forteytin fyri framtíðarinnar vælferð er eisini búskaparvøkstur, og tí má Javnað [...] rindar fyri at gangnnýta tilfeingið. Vinnan skal kunna laga seg til broyttar umstøður. Eins og alivinnan skal fiskivinnan gerast lívfrøðiliga og fíggjarliga haldfør. Skipanin má ikki forða fyri umleggingum
hjá ES, sum ferðast til ymisk lond at tryggja friðin og at menna teirra fólkaræði. Orsøkin fyri hesum áhuganum fyri Congo var, at har var ein slíkur ófriður beint tá, at umhugsað varð at senda eitt eygleiðaralið [...] Andrias arbeiðir fyri norska herin og hevur m.a. annað verið í Afganistan. Yngvar er politistur, og so er tað Linda, sum er fødd í Føroyum. Frá heilt ungum av hevur hon havt áhuga fyri máli. Umframt vanligu [...] brennideplum ymsa staðni í heiminum. Hon hevur í hesum ørindum havt uppgávur fyri ST og NATO, og nú er tað so ES, sum hon virkar fyri. Hon hevur verið valeygleiðari í Ukraina. Og tað er ikki longur síðan enn