Føroyingar kenna Duritu Holm í sambandi við siglingarferðina kring knøttin, sum hon eisini skrivað eina bók um. Nú er onnur bókin á veg, og er tað hesuferð eitt heilt annað evnið, hon skrivar um.
- Eftir, at vit vóru komin heim frá ferðini kring knøttin, fluttu vit til Oslo, har eg las fólkalívsfrøði í tvey ár. Men vit høvdu allatíðina hendan dreymin um at flyta til eitt suðurevropeiskt land, helst Spania, greiðir Durita frá.
Lunnarnir undir bókini eru lagdir í eini lítlari fjallabygd í Granada í Spania.
- Tað var serliga Granada, sum lokkaði, tí vit hildu, at tað mátti vera tað fullkomna staðið. Langt summar og stuttur vetur. Tey yvir 3000 metrar høgu Sierra Nevada fjøllini beint uttanfyri hurðina. Ikki so langt til havið, og ikki so langt til at standa á skí, sigur Durita vera orsøkina til, at valið fall á Granada.
Summarið 2001 vóru hon, Erik og knapt seks ára gamla dóttirin Freyja, í Andalusia í tríggjar vikur fyri at leita eftir einum húsum.
- Tá gjørdist eg varug við, hvussu fantastiskt hetta økið er uppá heilt nógvar mátar.
Men tey trý fluttu ikki niður til Spania fyrr enn í august 2002. Og seinasta árið hevur Durita so skrivað bókina, uttan at lesa eisini. Nú er lesturin tikin uppaftur. Hesuferð eisini við Oslo Universitet, men sjálvandi sum fjarlestur, og sigur Durita tað rigga væl. Afturat fólkalívsfrøðini tekur hon nú eina eittára síðugrein, Miðeystur- og Norðurafrikanskur kunnleiki.
Bókin
Sambandið millum Duritu og Borgens Forlag, sum eisini gav siglingarbókina út, hevur alla tíðina verið gott. Eisini hevur verið purrað eitt sindur uppundir eina nýggja bók.
- Men eg segði alla tíðina, at eg kundi ikki skriva eina bók, tá eg onki hevði at skriva um. Men tá vit so høvdu verið í Andalusia, skrivaði eg eitt uppskot til eina bók við støði í Andalusia til teirra. Teimum dámdi uppskotið, men vildu hava meg at skriva 50 síður áðrenn eg fekk ein sáttmála, greiðir Durita frá.
Tíðina, sum hon nýtti til at skriva tær 50 síðurnar, lýsir hon sum eina spennandi tíð. Nógv fyrireikingararbeiði skuldi gerast, og nógv skuldi gravast í søgubókunum.
- Søgan hjá Spania líkist ikki søguni hjá nøkrum øðrum evropeiskum landi. Hetta kemst av, at í 711 gjørdu arabiskir og berbiskir muslimar innrás í Spania, og løgdu næstan alla hálvoynna undir tað islamska heimsveldið við høvuðssæti í Damaskus. Tað var ikki fyrr enn í 1492, at tað seinasta maurarakongaríkið, Granada, fall.
Karmurin um sjálva bókina er lívið hjá Duritu, Erik og Freyju í Monachil, sum er ein lítil fjallabygd. Fólkini, ið har búgva, mentanarmunir, smásøgur og samanberingar við føroyskt bygdarlív, umframt, at inn í alt hetta eru flættaðar ein rúgva av hugleiðingum um mangt og hvat. Alt frá lívsfilosofi, søgu og samfelagshugleiðingum.
Bókin er upprunaliga skrivað á donskum, tí danska forlagið Borgen søgdu seg tíðliga verða áhugaðir í eini slíkari bók. Danska útgávan kom út í oktober í ár, og beint sum Durita varð liðug við donsku útgávuna, fór hon undir at týða bókina til føroyskt.
- Málið hjá mær hevur verið at skriva eina bók, sum bæði er stuttlig og lærurík. Høvuðsevnið í bókini er møtið millum ymiskar mentanir og hvørjar positivar og negativar avleiðingar tað kann hava, og hví tað er so, greiðir Durita frá.
- Hetta er eitt evni, sum eg meti hava alt størri týdning í sambandi við, at heimurin gerst alt meira globaliseraður og torskildur. Vit kunnu ikki longur lata sum um umheimurin ikki er til.
Lívið í Spania
Nú hava Durita, Erik og Freyja búð í Spania í eitt gott ár. Og tað verður latið væl at liviumstøðunum har niðri.
- Eg kann ikki siga annað enn, at tað er næstan ov gott til at vera satt. Í bygdini Monachil búgva umleið 1000 fólk. Vit hildu, at tað fór kanska at vera ringt at fáa vinfólk her, men so var ikki, sigur Durita.
Nógv ung fólk búgva í Monachil, og familjan hevur fingið gott samband við fleiri, sum ofta savnast. Tá verður antin bara savnast heima hjá onkrum at eta ella møguliga til ein langan túr í fjøllunum við børnunum.
- Matur hevur ALT at siga her. Tað er eitt stórt samrøðuevni, og sjálvt tað at eta góðan mat saman, er nakað, sum verður virðismett høgt her.
Veðrinum verður eisini latið væl at. Klárur bláur himmal, sum borgar fyri útilívi.
- Vit súkkla og ganga nógv í fjøllunum. Onkutíð fara vit í fleiri dagar á teir yvir 3000 metra høgu topparnar at ganga - tað brýnur lunguni!
Forelskað í Granada
Monachil liggur bara 45 minuttir frá Miðjarahavinum. Um summarið verður farið oman á strondina at svimja. Eisini eru bara 40 minuttir til eitt stórt skíðanlegg, og um veturin verður farið har at standa á skíð.
- Bygdin er hugnalig og frálík til børn og vaksin. Men tá eg havi fingið nóg mikið av grannunum og bara vil vera anonym, so tekur tað bara 20 minuttir at súkkla til Granada.
Granada er ein stórur universitetsbýur við eini einastandandi mentanarsøgu.
- Sagt verður, at blindir biddarar í Granada altíð hava havt tað sera gott, tí fólk halda, at tað ringasta, ið kann henda einum menniskja, er at verða blindur í Granada. Og rætt hava tey. Tað er ein ævintýrligur býur við eini blanding av arabiskum og kristnum arkitekturi og við teimum tignarligu Sierra Nevada fjøllunum í bakgrundini. Eg eri forelskað í Granada.
Matur og matgerð
Durita sigur, at tað at læra spansk hevur gingist væl. Nú verður mállæran fínpussað.
- Men tann, sum dugir best spanskt av okkum trimum er sjálvandi Freyja. Hon prátar fullkomiliga flótandi spanskt, og skiftir millum spanskt, føroyskt og norskt uttan nakrar trupulleikar.
- Freyja gongur í tí lokala skúlanum. Tær eru bara fimm gentur í flokkinum, og aftaná skúlatíð eru nógv børn at spæla við. So hon er fallin betur til, enn vit kundu droymt um.
Fólkini hava tikið væl ímóti føroysk/norsku familjuni. Men tað siðbundna spanska lívið er tað torført at koma heilt inn á.
- Tað er eitt sindur torført at fáa eitt ordiliga gott samband við kvinnurnar millum 25 og 50 ár, sum eru føddar og uppvaksnar í bygdini. Tær eru fólkaligar, men vit koma ikki ordiliga inn á tær. Tær liva eitt heilt annað lív. Ógvuliga siðbundið. Tær gera mat, passa børn og eru sera upptiknar av at hava eini ógvuliga rein hús, greiðir rithøvundurin frá, sum tó peikar á, at tað búgva nógv onnur ung fólk í Monachil, sum eru frá øðrum partum av Spania, og at tað eru tey, sum familjan hevur mest samband við.
- Hinvegin eru tey í eldra ættarliðnum ótrúliga vinarlig. Her eru til dømis tvær gamlar konur, sum av sær sjálvum hava átikið sær ta uppgávu at læra meg at gera siðbundnan andalusiskan mat. Og tað er bara heilt stuttligt.
Hvussu leingi steðgað verður í Spania, veit Durita tó ikki enn.
- Kanska altíð, kanska bara nøkur ár. Eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða. Men sum er nú, so hava vit tað gott her.
Og um nøkur nýggj bók verður skrivað um okkurt heilt annað evnið er eisini ein ósvaraður spurningur.
- Beint nú er ongin bók á skránni, men onkur hugskot liggja og sveima, sigur Durita Holm at enda.










