Jógvan Elias á Løgmansbø 50 ár

22. september 2005 rundar ein kendur Miðvingur tey hálvthundrað.

Tað ljóðar so løgið, at hesin unglingi skal hava ein 50 ára føðingardag. Tey flestu, ið kenna Jógvan Elias, munnu halda hann vera onkunstaðni ímillum 30-40 ár, men tey, sum kenna hann kanska betri, vita, at tað býr ein 18 ára gamal unglingi, ið ongantíð verður eldri enn tey 18 árini í hesum lívsstykkinum.

Jógvan Elias vaks upp í Miðvági og er sonur John Frits og Johild. Pápi hansara plagdi at taka hann upp í føvningin, tá hann var lítil, og siga við teir eldru beiggjarnar: Bíðið tit bara, tá hesin verður vaksin, so tekur hann tykkum báðar undir hvønn arm". Hann var so stoltur av hesum pragtstykkinum av einum dreingi, ið sum smádrongur vigaði væl meira enn teir eldru beiggjarnir.

Jógvan Elias gekk á skúlanum á Giljanesi til 7. flokk, men tá 8. 9. og 10. flokkur komu aðrastaðni í Føroyum, gjørdu foreldrini av, at hann skuldi fara til Strendur at ganga í framhaldsdeildini og so var, J. E. endaði inni á Strondum og búði hjá abbasystir síni har í 3 ár. Hesi trý árini á Strondum, mentist Jógvan Elias so ótrúliga nógv. Góðir lærarar og góðir vinir mentu hann so nógv, at hann næstan ikki var til at kenna aftur, tá hann kom heimaftur og so við langum hári eisini. Tað má sigast, at Jógvan Elias er føddur sjónleikari, og hesi evnini komu veruliga fram tíðina inni á Strondum.

Tá Jógvan Elias kom vestur aftur til Miðvágs, fór hann fyrst til skips við Reynsatindi til Grønlands. Pápi hansara sum var í Grønlandi tað árið við Hvítubjørn, gjørdist ógvuliga kløkkur, tá hann frætti, at Jógan Elias var í Grønlandi við Reynsatindi, og har á Kappanum hittust teir, og pápi hansara skundaði sær at geva honum hosur og vøttir.

Árið eftir mistu Jógvan Elias og hansara fýra systkin pápa sín, sum fórst við íslendska skipinum Sjóstjørnuni". Tað var ein smeitur, ið hann, mamman og systkini arbeiða við enn.

Sama árið fór J. E. í læru sum bygningssnikkari hjá Jonfinn á Plógv, og á lærlingaheiminum hitti hann sína komandi konu, Edith. Hon starvaðist í køkinum á lærlingaheiminum. Edith er úr Tjørnuvík, dóttir Dáva og Elly Isaksen. Tað var ein øgilig koyring tey fríggjingarárini ímillum Miðvág, Havnina og Tjørnuvík. J. E gjørdi vegirnar vandamiklar í sínum lítla Mazda 323, ið var málaður gulur. Í 1977 giftust Jógvan Elias og Edith, og J. E bleiv ein slags knæbóndi, hann lærdi av Dáva (við harðari hond kanska) at fletta- fleyga lunda- ja, alt, ið ein tjørnuvíksdrongur eigur at duga, minnist til, at Jógvan Elias kemur av sjómansætt við ongum kunnleika til seyð og haga, so tað vóru stór tøk, ið skuldu takast, kanska eisini tí at har vóru einans døtrar i húsinum. Hetta megnaði hann ógvuliga væl, sum so mangt annað.

Um hesa tíðina arbeiddi Jógvan Elias sum snikkari hjá eldra beiggjanum, Valdemar. Seinni fór hann aftur á sjógvin, fyrst við Ennibergi og so niður til Danmarkar (Hirtshals) við nótabáti í nøkur ár. Síðani arbeiddu brøðurnir saman aftur nøkur ár, har teir bygdu hús og settu mangan køk upp.

Í hesum tíðarskeiðinum fingu Jógvan Elias og Edith trý børn, Johnhild í 1978, Eydis í 1980 og so Kristinu í 1987, og bygdu hús í Miðvági. J. E fór seinni at starvast við ymiskt, setti vindeygu og hurðar í fyri Gluggan, og síðan fór hann at seta Windsor garaguhurðar upp. Seinni fekk hann sær einkarrætt fyri hesa fyritøku, sum einaferð í 90-unum var keypt av Crawford, sum seinri aftur er blivið til Lindab.

So fór Jógvan Elias í gongd við at umboða, selja og seta upp garaguhurðar, ein fyritøka, ið hann nú hevur latið upp í hendurnar á elstu dóttrini og svigarsoninum, orsakað av at hann fekk starv sum umsjónarmaður í skúlanum í Hoyvík, seinni á Tekninska skúla, har hann starvast í løtuni.

Ímillum øll tey størv, Jógvan Elias hevur fingist við, hevur hann eisini virkað sum brandmaður í Miðvági í nógv ár, hann er útbúgvin froskmaður. Tað eru ikki so fá hol, gørn og endar, ið hann hevur skorið av skrúvum gjøgnum árini, hann hevur tikið skeið sum uppsetari av garaguportrum og skeið sum umsjónarmaður, og nú koma vit til tær listarligu gávurnar. Jógvan Elias er nevniliga ein framúrskarandi tónleikari. Nevnast skal, at hann var við í bólkinum Tónlist, hetta var áðrenn Tónlist gjørdust kendir. Hann hevur verið við í onkrari útgávu hjá Petur Oluf og Niels, og tá systkini á Løgmansbø góvu tvey bond út í 1992-93 við sjómanssangum eftir Harry Birtilíð. Um somu tíð stovnaðu beiggjarnir Jógvan Elias, Tummas Jacob og Valdemar, saman við systirsoninum Frans Johansen og John Johansen bólkin Skuggar", og spældu teir saman runt alt Føroya land til 1996, tá systirsonurin Frans doyði í syndarligari bilvanlukku, 20 ára gamal.

Seinnu árini hevur Jógvan Elias spælt saman við ymiskum undirhaldarum í Tórshavn, er fastur gittarspælari hjá Jens Eli Ellefsen til bygdaveitslurnar í Miðvági og harmonikumonnum i Havn. Hann hevur verið nógvar, nógvar harmonikutúrar við Norrønnu og spælt til óteljandi tiltøk runt allar Føroyar. Og hann er still going strong! So ikki er undur í at vit kalla hann ein 18 ára gamlan ungling.

Gloymdu vit at nevna at hann, saman við Edith, sjálvandi, hevur dansað í nógv ár í Upp á tá", og at bæði eru framúrskarandi dansarar. At Jógvan Elias er skemtari burturav kemst ikki burturfrá. Tá hann fer at herma eftir ymiskum persónum, so liggur øll familjan fløt, so hann kundi til eina og hvørja tíð stillað upp ímóti Hilmar Jan.

Nú hava vit nevnt so nógvar góðar eginleikar, at tað einki ger, um tað negativa eisini kemur við. J. E. dugir bara at sparka fótbólt frá síðulinjuni, er ógvuliga kvøldsvøvntur, snorkar illa og tosar í svøvni.

Nú hesin unglingi rundar tey hálvthundrað, mugu vit ikki gloyma tað ótalið av haruveiðum hann og beiggin Valdemar hava verið saman - veiðumaður er hann burturav - og so fugla- og nátuveiðu - og ikki at gloyma í grindadrápi. Óteljandi ferðir hava beiggjarnir staðið saman og skorið á háls, og aftaná at tey flestu eru stungin av av kulda, hava teir staðið og bundið hvalir saman og fingið fast umborð á bátarnar, altíð er hann álítandi og støðufastur.

Lat meg ikki gloyma, at Jógvan Elias er eitt ógvuliga sosialt og nærlagt menniskja, hann elskar at vera ímillum nógv menniskju, og av somu orsøk, so kennir hann túsundtals menniskju - at vera saman við honum á Ólavsøku kann vera sera strævið, tað ganga ikki minuttir ímillum so steðgar hann at tosa við onkran. Fólk heilsa frá høgru og vinstru, og ger tað sama hvar tú enn ert við honum, umborð á Norrønnu, til fótbóltsdyst ella bara ein biltúr, so kennir hann so nógv fólk, ella tey kenna hann.

Jú, Jógvan Elias er framúrskarandi og góður til alt, hann fæst við (uttan fótbólt). Hann er eitt hjartagott menniskja, sum altíð er til reiðar at hjálpa har hann kann, og hann er ógvuliga lættur at koma í tos við. Ja, ein kundi sagt so mangt um henda hálvthundrað ára gamla unglingin, men tað fer at taka minst eini seks vikubløð ella eina bók, so vit fara her at ynskja Jógvan Elias á Løgmansbø hjartaliga tillukku við degnum og ynskja honum alt tað besta framyvir.



Familjan á Løgmansbø