Við rituvíkinginum Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingi á kombikkaráðstevnu í Alaska í juli-august, 2006
4. OG SEINASTI PARTUR.
Ein útferð niðan í fjøllini. Ráðstevnan heldur fram og endar
Triði ráðstevnudagur.
Fyrrapartin standa seks fyrilestrar á skránni um evolutión í ymsum londum. Síðan koma fýra fyrilestrar um “slag-gerð”. Má her nevna íslendaran Bjarna Jónsson frá Hólum. Í Íslandi gongur eisini ein umfatandi gransking í kombikkum fyri seg. Teir hava fleiri verkætlanir saman við amerikanskum universitetum, t.d. Stanford.
Har koma seks fyrilestrar um evni kropsskap og variatión í útsjónd. Til seinast tvinnir fyrilestrar um lívssøgu. Har er eisini íslendski granskarin Eik Elfarsdóttir, ið greiðir frá tí óvanliga fjølbroytninum í umhvørvi hjá kombikki í íslandi – serliga viðvíkjandi hita og salti, ið so aftur gevur ein hóp av ymsum variantum í útsjónd hjá kombikki. – Og har er tað, at setast skal inn, um finnast skal fram til, t.d. hvat tær ymsu ílegurnar gera í hesum sambandi.
Aftaná náttverða er “Poster Session” á skránni. Har eru tilsamans 23 postarar settir upp. Her er høvi at hitta ymisk vísindafólk á máli og tosa nærri um teirra gransking innan serstøk evni.
Fjórði og fimti ráðstevnudagur. Útferð. Ráðstevnan endar
Dagurin byrjar við fýra teim seinastu fyrilestrunum í røðini frá í gjár. Síðani eigur evnið fiskasjúkur tørn. So fer at nærkast til Glenn og eg skulu halda okkara fyrilestrar. Eg fái heiðurin at leggja fyri við føroysku kanningunum. Síðani Glenn við sínum norsku. Vit fáa báðir positiv kompliment fyri fyrilestrarnar, umframt viðkomandi spurningar. Harnæst Ongland og Týskaland seinast. So var liðugt. Har verður eitt skjótt ábit, vit fáa stóran matpakka útflýggjaðan, so fara vit eina langa útferð –við einum stórum gulum bussi. Hetta er sami skúlabussurin, ið vit nýta til koyring um morgnarnar. Inni í bussinum standa reglur fyri, hvussu skúlabørn skulu uppføra seg: ....”no spitting, no swearing”...(ikki loyvt at spýta, ikki loyvt at svørja...!).
Ferðaleiðari er Dr. Michael Bell. Ein vælupplagdur, stuttligur og tíðindafróður granskari frá Stony Brooks Universitetinum.
Leiðin gongur fyrst framvið fleiri av teimum vøtnunum, ið hava verið nýtt at taka sýni frá til kanningarnar í Alaska og á teimum granskingarstovnum, ið hava verið knýttir til hesi sýni.
Vit koma eisini at vera hjástødd, meðan teirra fellur verða tiknar upp. Fáa ein varhuga av, hvørjir varianter eru í hesum landinum.
Vit fáa eisini sæð, hvussu landslagið skiftir, so hvørt við nærkast hálendinum. Har eru fossar, stórar áir. Einastaðni síggj vit eina ørn.
Tann stóri guli bussurin sjaggar longur niðan. Vit koma líka niðan í Hatcher Pass, har eitt gull-nám var í farnu øld. Her var eitt heilt samfelag, við skúla og nógvum arbeiðsfólki. Staðið verður nú nýtt til ferðafólk, alt árið runt. Um veturin er her eitt vælumtókt skístað.
Vit steðga eisini til ein kvøldardøgverða og fáa tikið samanum alt, ið er farið fram um dagin.
Enn einaferð má skyldskapurin við plantur her og á okkara leiðum sannast. Her eru vanligur berjalyngur við svartberum; men við tað at so at siga eingi dýr ganga á biti, so nærkast vøksturin í støðum kjarri. Eitt einstakt ground squirrel – eitt lítið gnagdýr fær heilsa uppá okkum; men ávaringarskelti standa uppi, ið biðja okkum lata vera við at geva teimum føði...
Avtalan var, at vit skulu vera aftur í Anchorage umleið á midnátt. Klokkan verður tó hálvgum eitt, áðrenn vit eru frammi. Vit hava upplivað og sæð ein hóp av villari náttúru, plantu- og dýralívi. Men nú kemur ein hending, ið kom eitt sindur óvæntað og nakað ið eg ikki havi roynt fyrr á henda hátt.
Støðan er tann, at teir báðir týsku granskararnir Tobias og Sven hava spurt Glenn um, tað kundi verið ein møguleiki at fingið nakrar serlig sýni úr teimum kombikkunum, ið vit fóru at fáa úr fellunum. Jú, tað var gamaní, hevði Glenn sagt. Hevði tí avtalað við eina royndarstovu við UAA um at fáa atgongd og at taka sýnini har. Ikki bara sum at siga tað, tí tað kravdi avrit av passi, loyvir, avtalu við vaktarliðið osfr. Eg játtaði eisini at vera við til dissektiónirnar, ið skuldu gerast. – So tá ið vit komu aftur til Anchorage gekk leiðin beint til arbeiðis. Vit kláraðu allar uppskeringarnar til kl. seks á morgni. – Tá høvdu vit haraftrat funnið fram til ymisk viðurskifti, ið ikki vóru sædd í Alaska fyrr í sambandi við ymsar fiskasjúkur. Tí avráddu vit, at Glenn skuldi geva “breaking-news” við fyrstu kunning um morgunin. Ein hálvan tímas blund. So aftur til fyrilestrar. Seinasta røðin, seinasti dagur. – Má viðganga, at út á fyrrapartin kom linheitin spakuliga sníkjandi –so áhugaverd annars evnini vóru. Spákaði tí ein túr omaná bókasavnið. Setti meg við einari bók í ein stól – og fekk ein sitandi lúr í einar 20 minuttir. Tað hjálpti. Kláraði so restina av degnum. Íroknað “banquet” ella fráfaringarveitslu, ið skuldi vera um kvøldið. Har var eisini ein framførsla fra upprunafólkinum. Eitt slag av trummudansi, ið minti ikki sørt um tann grønlendska. Bara tað, at her sungu og dansaðu fleiri i senn. Eisini børn, øll íløtin sera litríkum klæðum. Vit fáa so hvørt greitt frá sagnum og søgum úr mentan teirra. Her er talan um nógvar ymsar ættarbólkar, ið hava búð her á leið. Hetta hoyra vit somuleiðis um.
Aftaná hesa mentanarsýning kom ein heiðursløtu fyri einum fráfarnum professara á staðnum.
Ráðstevnan “The 5th International Conference on Behaviour and Evolution, Anchorage Alaska”, var at enda komin.
Tann sætt í røðini er avtalað at verð hildin í Leicester í Onglandi um trý ár. Tá verður spennandi at síggja, hvat fyri framstig innan vísindina eru komin í nýtsluni av tí ørandi møguleika, ið liggur í tí viðopna arvastreinginum hjá kombikki, Gasterosteus aculeatus, ið nú er atkomuligt á alnótini fyri ein og hvønn áhugaðan (http://www.ensembl.org/Gasterosteus_aculeatus/index.html.)
Fráferð. Vit síggja elgar (“the moose”)!
Dagin eftir ráðstevnuenda er fráfaringardagur fyri nøkur, meðan onnur hava gjørt av at hyggja nærri at hesum stórsligna landi, við so nógvari órørdari náttúru. Eg skal náa heim til ein familjuføðingardag og skal heim annan dagin eftir. Fari tí eitt legg oman í down-town Anchorage at finna tinganest o.a. Afturkomin til East Hall, síggjast fleiri ráðstevnuluttakarar á veg avstað. Nakrir ungir svenskarar skulu niðan í fjøllini á teltferð – at hyggja at bjarnum! Hava tikið við sær bjarna-spray v.m. Eik úr Íslandi skal einsamøll á tvær vikurs bilferð norðureftir.
Á allari ráðstevnuni eru vit vorðin ávaraði um, at elgar alla tíðina koma oman úr fjøllunum og kunnu loypa á, um teir kenna seg hóttar. Ein dagin var ein elgmamma sædd við kálvi – tá kunnu tær vera agressivar. Sama er við tarvum, ið berjast við aðrar. Teir kunnu leggja beint á fólk. Ringast skal vera um veturin í djúpum kava. Tá kunnu teir við sínum longum beinum vera heilt vandamiklir, tí teir koma so nógv lættari fram, kunnu fáa fólk aftur – og trampa tey niður.
Tí hava vit verið ikki sørt forvitin eftir at sloppið at sæð hesi hábeintu, prúðu – og viðhvørt hættisligu dýr. Nú var fráfaringardagurin nær og onki røktist fyri hesum, so hesum hevði eg bara slept og hugsaði ikki meira um.
Knappliga kemur róp í, meðan nøkur eru á veg í mini-bussar. Har stendur ein elgur bara 200 m frá East Hall –har vit búgva! Tað er ein mamma við tveimum kálvum! – Vit eru eini 4-5, ið ikki kunnu stýra forvitninum og fara tí varisliga gangandi móti stórdýrunum.....
Jú, har standa tey, nakað inni millum trøini, nær við eina gøtu. Tyggja leyv frá trøunum – ið tey røkka væl til á sínum longu beinum. Vit fara spakuliga nærri. Fara tey at loypa á? Vit fáa tikið okkara myndir, eitt sindur ristandi á hondunum. – Tað vísir seg, at hendan mamman er ikki bangin um sínar kálvar. Teir eru næstan hálvvaksnir,og kanska hugsar hon sum so, at “teir skulu nokk klára seg sjálvar”?
Í hvussu er og ikki, so koma vit til eina frástøðu uppá einar 50 metrar, uttan at nakað hendir. – Enn ein spennandi uppliving í hesum velduga landi – mitt inni í høvuðsstaðnum, Anchorage!
Alaskaferðin, ið bert hevur vart í 8 dagar er við at fáa ein enda. Tað er ótrúligt, at til ber at fáa sætt so nógv uppá so stutta tíð. Ráðstevnan í sær sjálvum var eitt stórt fakligt upplivilsi eisini. Nýggjastu úrslitini eru framløgd innan gransking í einum av minstu fiskunum – men kanska við teim størstu og mest áhugaverdu úrslitunum!
Eitt er tey vísindaligu-fakligu úrslitini ið liva sítt lív, bæði nú og víðari fram.
Eitt annað er, at í samveru við tílík vælútbúgvin og kultiverað fólk fært tú eisini ein hóp av aðrari vitan enn tí fakligu. Tey flestu eru opin og áhugaði í nógvum øðrum enn júst tí fakligu. Tú fært nógv at vita um siðir og skikkir í teirra heimlandi. Hendan vitan verður givin við toleransu, fyriliti og umhugsni. Umframt týdningarmiklu vísindaligu kontaktirnar, verða eisini ymisk vinarbond knýtt, ið lætta um framtíðar samskifti. Við at eygleiða tílík fólk í práti eisini, so gerst tú skjótt greiður yvir, at kanska eitt hitt besta amboðið til linna, frið og samstarv í heiminum er gjøgnum vísindaligt samstarv og upplýsing á øllum stigum. Tú sært fólk frá londum, ið nýliga hava verið í kríggi tosa siðiliga saman. Ja, enntá skemmta og og flenna saman. Til dømis japanar og kinesarar, har tú trúði støðan framvegis var spent; men nei, ongin trupulleiki í hesum fakliga høpi. Heldur ikki uttan fyri fundirnar.
Mín niðurstøða frá hesari stuttu ferð míni í fjarskotna Alaska er tí tann, at ein væleydnað vísindalig ráðstevna førir eina rúgvu av positivum tingum við sær. – Hetta hava helst nógv onnur enn eg funnið útav, og lat meg tí gevast her – sjálvt um hópur av øðrum kundi verið drigið fram.
Tær føroysku kanningarnar av kombikki eru farnar fram á Fiskirannsóknarstovuni, har eitt opið, livandi og inspirerandi fakligt umhvørvi til alt slag av fiskakanningum er at finna. Eg takki teimum hervið mangar ferðir, eins og teimum, ið fíggjaðu kanningarnar: Oljumálaráðnum, Statoil Færøyene A/S og Vísindagrunni Føroya Sparikassa.