Vinstrasving á politiskum vegamóti

Javnaðarflokkurin skal halda rimmarfast um sosialdemokratisku røturnar. Flokkurin skal til vinstru og hava tætt samband við fakfelagsrørsluna, tí stættarstríðið er ikki av. Men flokkurin skal eisini leggja seg meira eftir vinnu- og búskaparmálunum, sum higartil hava verið háborgin hjá teimum borgarligu, sigur nýggi formaðurin Aksel Johannesen í samrøðu við Sosialin

Eitt nýtt ættarlið. Og byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið.
Soleiðis ljóðaðu nakrar av yvir­skriftunum, tá ið Javnaðarflokkurin 5. mars fekk nýggjan formann.
Aksel Johannesen hevur avloyst Jóannes Eidesgaard, sum hevur stýrt Javnaðar­flokkinum tey seinastu 15 árini. Tey seinastu sjey árini í sam­gongu, meginpartin av tíðini saman við tveimum borgarligum flokkum, Sam­bands­flokkinum og Fólka­flokkinum.
Sosialurin hevur tosað við nýggja formannin í Javnaðarflokkinum um hvønn vegin, hann heldur, at flokkur hansara skal fara í eini rembingartíð fyri javnaðarrørsluna í Europa. Og eini tíð, har flokkurin fær metlága undir­tøku í veljarakanningunum.

Tørvur á broytingum
Tá ið Jóannes Eidesgaard handaði tær formansstafettina á landsfundinum 5. mars var tað við Kennedy-sitatinum: »A man may die, nations may rise and fall, but an idea lives on«. Hvat er javnaðarhugsjónin í dag?
– Hugsjónin snýr seg framvegis um frælsi, javnað og samhaldsfesti. Tað er grund­vøllurin. Men fleiri flokk­ar eru farnir at líkjast Javnaðar­flokk­inum meira og meira. Tí hevur Javnaðar­flokk­urin ein ávísan trupulleika, um hann skal markera seg sum nakað ser­stakt.

Hvussu loysa tit trupulleikan?
– Broytingarnar skulu koma úr neðra, frá grasrótunum í flokkinum. Tað er umráðandi at fáa semju um tey polit­isku málini, tí so verður tað eisini trupl­ari hjá tingmonnum at arbeiða í sjálv­drátti. Javnaðarflokkurin skal ikki boyggja seg fyri politiskum rákum. Rákið í vesturheiminum og kanska serliga í Norðurlondum hevur í longri tíð verið rættuliga borgarligt. Men Javn­aðar­flokkurin skal ikki laga sín politikk eftir hesum. Vit skulu halda fast við tey upprunaligu virðini, men sjálvandi skulu vit dagføra okkara politikk. Tað vit vilja og siga, skal vera meira greitt. Tað skal vera meira kantur í.

Velur Stoltenberg-leiðina
Krøv um grundleggjandi nýskipanir á vælferðarøkinum hava tey seinastu 20 árini flutt javnaðarflokkarnar í Europa móti miðjuni. Við bretska New Labor sum fyrimynd hava teir lænt burturav nýliberalistiska arvagóðsinum, sam­stundis sum teir borgarligu flokkarnir nógva staðni hava fingið sær ein meira sosialan profil. Úrtslitið er, at floks­mørkini eru blivin kám.
Tó eru undantøk. Í Norra hevur Ar­beiðara­flokkurin leitað aftur til tær sosial­demokratisku røturnar og hevur síðani 2005 stjórnað landinum í tøtt­um samstarvi við landsfelagið hjá fak­feløgum LO og vinstraveingin.

Skal Javnaðarflokkurin ganga New Labor-leiðina, sum t.d. Nyrup og seinni Thorning Smith hava gjørt í Danmark. Ella skal hann velja leiðina hjá Stoltenberg og norska Arbeiðaraflokkinum?
– Har haldi eg so avgjørt, at vit skulu velja seinnu loysnina. Vit skulu hava tætt samband við grasrøturnar í flokkinum og fakfeløgini. Tað er tann vegin vit skulu fara. Javnaðarflokkurin eigur ikki at broyta sítt innihald, bara tí at rákið hevur verið borgarligt í nýggjari tíð. Men tað merkir kortini ikki, at Javn­aðar­flokkurin ikki kann markera seg í fíggjar- og vinnupolitiskum málum. Fyri tað um vit hava eitt greitt boð uppá vinnu- og fíggjarpolitikkin, so merk­ir tað ikki, at vit sleppa málunum um t.d. at útgjaldsskipanirnar skulu vera samhaldsfastar og at skúlarnir, heilsu­verkið og aðrar vælferðartænastur skulu vera fyri øll. Javnaðarflokkurin má so undir ongum umstøðum ganga burtur frá sínum grundsjónarmiðum fyri kanska at tekkjast veljarunum.

Í 2005 boðaði Jóannes Eidesgaard á landsfundi hjá Javnðaraflokkinum frá, at stættarstríðið er av. Heldur tú, at stættarstríðið er av?
– Nei, tað eri eg ikki samdur í. Nú skal eg ikki siga, hvussu hann meinti síni orð, men eg eri ikki samdur í, at stættar­stríðið er av. Munurin er fram­vegis stórur millum tey við teimum hægstu og tey við teimum lægstu lønunum. Tað eru fleiri samfelagsbólkar, sum á mang­an hátt eru illa fyri í dag. Tey lægst løntu, tey ófaklærdu, sita hart í tí, tí bústaðar- og livikostnaðurin er so høgur. Men eisini útbúgvin fólk, sum t.d. peda­gokar, heilsuhjálparar og fleiri onn­ur hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Fyri ikki at tala um teir støku uppihaldararnir, sum hava tað serliga trupult.

Hoyri eg teg siga, at javnaðarflokkurin skal flyta seg til vinstru?
– Ja, tað er møguliga rættast at siga, at flokkurin skal til vinstru. Tað merkir, at vit skulu hava eitt tættari samstarv við fakfeløgini og veruliga taka okkum av trupulleikunum hjá teimum, sum hava hava tær lægru inntøkurnar í sam­felagnum. Kostnaðarstøðið er ov høgt, og bú­setingarmøguleikarnir ov eins­táttaðir, og tað ger, at tey við lágum inn­tøkum hava tað øgiliga trupult.

Fleiri politiskir eygleiðararnir halda, at Javnaðarflokkinum tørvar eitt ítøkiligt politiskt projekt. Ger hann tað?
– Nú dámar mær einki orðið projekt, men tað er rætt at flokkinum tørvar ætl­anir, sum eru meira ítøkiligar, enn tær hava verið. Eina ætlan, har alt hong­ur saman, og hesum arbeiðir flokk­urin við í løtuni.

Hvat skal ætlanin snúgva seg um?
– Tað er alneyðugt, at vit fáa sam­halds­festi millum ættarliðini. Vit, sum eru í arbeiðsførum aldri, hava skyldu at taka okkum av teimum, sum bygdu væl­ferðar­samfelagið. Men samstundis mugu vit ansa eftir, at byrðan ikki verður so tung hjá summum, at tey ikki knógva undir henni. Tað eru fleiri sam­felagsbólkar, sum sum ikki bera byrðar í sama mun sum løntakararnir, og har skulu vit býta byrðarnar betri. Tá ið fólk tosa um vælferðarskipanir, hugsa tey mest um, hvat tey kunnu fáa burturúr. Rákið í vesturheiminum er, at tað mesta snýr seg um einstaklingurin. Men fyri at fáa rættindi, mást tú eisini hava skyld­ur. Forteytin fyri framtíðarinnar væl­ferð er eisini búskaparvøkstur, og tí má Javnaðarflokkurin eisini leggja nógv meira dent á ein skipaðan vinnupolitikk, ikki minst á fiskivinnuøkinum.

Størri dent á fíggjar- og vinnumál
Í fráfaringarrøðu síni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum segði Jóannes Eidesgaard, at nú teir borgarligu hava tikið tann sosiala profilin hjá Javnaðar­flokkinum til sín, noyðist Javnaðar­flokkurin eisini at markera seg á øðrum økjum. Hann nevndi fíggjarpolitikkin og vinnupolitikkin sum dømi.

Verður tað eisini kósin hjá Aksel Johannesen?
– Ja. Skulu vit hava eitt ríkt vælferðar­samfelag, er eisini avgerandi, at tað kemur nógv inn. Búskaparvøkstur er for­treytin fyri einum góðum væl­ferðar­samfelag. Søguliga hevur Javn­aðar­flokkurin næstan ongantíð um­sitið vinnu- og fiskivinnumál og øgiliga sjáldan fíggjarmál. Eg haldi, at Javnaðar­flokkurin eigur at leggja seg eftir hesum málum í framtíðini. Ikki tí at vit skulu gloyma alt hitt. Men hesi málsøkini eru fortreytin fyri øllum øðrum.

Og hvat skal málið vera við fíggjar- og vinnupolitikkinum?
– Vit skulu hava samhaldsfesti inn í inngjaldsskipanina. Øll skulu vera við til at fíggja vælferðarsamfelagið eftir førimuni. Og vit skulu halda aftur í góðum tíðum, so at vit klára at standa ímóti í ringum tíðum. Tí áttu vit av røtt­um ikki at gjørt so stórar sparingar, sum vit gera í dag. Men fortreytin fyri, at tú kanst gera tað er, at tú í góðum tíð­um hevur dugað at hildið aftur.
Í vinnupolitikkinum skulu politik­ar­arnir halda seg frá at regulera vinnuna niður í smálutir. Tildømis setur fiski­vinnulóggávan vinnuni øgiliga nógvar forðingar. Hetta skal broytast og flotin skal gerast minni stirvin. Vit skulu hava ein fiskidagabanka, har tú rindar fyri at gangnnýta tilfeingið. Vinnan skal kunna laga seg til broyttar umstøður. Eins og alivinnan skal fiskivinnan gerast lívfrøðiliga og fíggjarliga hald­før. Skipanin má ikki forða fyri umlegg­ingum og teir yvirskipaðu karmarnir skulu eggja vinnununi til at gagnnýta og virðis­økja tilfeingið á besta hátt. Skapa vit teir røttu karmarnar um fiski­vinnuna, kunnu vit skapa ein nógv størri búskaparvøkstur enn vit hava í dag. Og fáa vit tann vøksturin, so sleppa vit undan at spara okkum burt­ur­úr hallinum á fíggjarlógini.

Javnaðarfólk skilja
Nú sigur tú, at Javnaðarflokkurin skal markera seg meira í fíggjar- og vinnumálum, sum teir borgarligu flokkarnir higar­til hava sitið tungt á. Men tú sigur eisini, at flokkurin skal halda fast um klassiskan sosial­demokratiskan politikk, við tøttum samstarvi við fakfeløgini, og at hann skal fara til vinstru. Er tað ikki ein andsøgn í hesum?
– Nei, tað haldi eg ikki. Skal Javnaðar­flokkurin tryggja vælferðina hjá tí einstaka, so má flokkurin hava eitt boð upp á hvussu tú loysir allar trupulleikar í samfelagnum, og tað merkir eisini vinnu-, fíggjar- og búskaparpolitikk. Skalt tú hava eitt vælvirkandi almanna-, heilsu- og skúlaverk, so mást tú hava ein skilagóðan vinnupolitikk og fíggjar­politikk.
Tað tænir eisini arbeiðaranum, at vit hava ein skilagóðan vinnupolitikk. 300 fólk mistu arbeiðið, tá Kósin fór á heysin og 700, tá Fiskavirking fór. Hví hendi tað. Var tað bara óhepni. Ella var tað tí, at vinnan búleikast undir skeiv­um kørmum at hon ikki fær tað at bera til. Nakað, sum síðani elvir til húsa­gangir og arbeiðsloysi? Tað ynskir Javnaðar­flokkurin ikki skal henda.
Samfelagið hongur saman og tí mugu vit hava boð upp á øll økir. Tað merk­ir tó ikki, at vit skulu taka hesi mál­ini framum t.d. heilsu-, almanna-, skúla -, og útbúgvingarpolitikkin. Men vinnu- og fíggjarpolitikkurin hevur stóran týdning, tí hann er fortreytin fyri væl­ferðartænastunum.

Kann vandi ikki vera fyri, at ein sosial­demokratiskur flokkur missa sínar gomlu kjarnuveljarar – arbeiðararnar og tey veikastu – av í svinginum, tá ið hann skal loysa tey stóru samfelagsmálini?
– Tað ivist eg í. Javnaðarfólk flest vita, at eitt vælvirkandi samfelag kostar pengar. Tí er tað so týdningarmikið, at Javnaðarflokkurin hevur eitt greitt boð upp á fíggjar- og vinnupolitikkin. Hava vit einki boð, so merkja allir føroyingar avleiðingarnar, eisini arbeiðarin. Endamálið við at reka vinnulívspolitikk er ikki at gagna vinnulívsfólkunum, men fyrst og fremst at gagna landskassanum. Ábyrgdarfullur og skilagóður vinnulívs- og fíggjarpolitikkur er fortreytin fyri at vit kunnu hava vælferðartænastur á høgum støði.

Samgongumøguleikar
Í síni stuttu formanstíð hevur Aksel Johannesen sligið fast, at Javnaðar­flokkurin er ein samríkjaflokkur. Hann hevur eisini sagt, at tey ríkastu mugu gjalda meira til vælferðarsamfelagið og at tørvur er á nýskipanum í fiski­vinnuni. Hann hevur eisini sagt, at Javnaðar­flokkurin skal ikki sita við valdið fyri einhvønn prís.

Hvørji mál heldur tú, at ein komandi samgonga fyrst og fremst skal skipast um?
– Fyri tað fyrsta kemur tað ikki upp á tal at skerja ríkisveitingina í valskeiðnum 2012-2016 , tí sum støðan er nú, fer tað púra vist at ganga út yvir vælferðina hjá tí einstaka. Harnæst er tað umráðandi, at vit tillaga bæði vinnubygnaðin og al­menna bygnaðin. Tað merkir ikki, at vit knívskorið skulu krevja, at hallið verð­ur burtur í 2015. Men vit mugu laga vinnu­bygnaðin til, so at vit kunnu tryggja ein rímiligan búskaparvøkstur. Eisini mugu vit gevast at nýta plenu­klipparan í fíggjarpolitikkinum, soleiðis sum hendan samgongan í stóran mun hevur gjørt. Vit mugu eisini finna út av hvussu vit skipa tann almenna sektorin skila­betri og bíligari, uttan at hetta gongur út yvir vælferðartænasturnar. Tað er tann stóra avbjóðingin.

Hvørjum flokkum kann Javnaðarflokkurin so best røkka hesum málum saman við?
– Tað er eingin ivi um, at Javnaðar­flokkurin og Tjóðveldi kundu funnið semju um at rikið ein skilagóðan politikk á nógvum økjum. Men fortreytin er, at ríkisveitingin ikki verður skerd. Sjálvt um Sam­bandsflokkurin er ein borgar­ligur flokkur, so haldi eg eisini at vit kunnu finna skilagóðar semjur á nógvum økjum við Sambandsflokkin. Og teimum smáu flokkunum plaga vit ikki at hava trupuleikar at sam­starva við á nógvum økjum. Men um Fólka­flokkurin ikki vil nakrar broytingar í vinnu­politikkinum og um teirra ein­asta loysn á búskaparstøðuni er, at vit bara skulu brúka plenuklipparan og niðurlaga alt alment virksemi, so verður tað øgiliga trupult at samstarva við Fólkaflokkin eftir eitt komandi val.

Men Javnaðarflokkurin skal ikki í samgongu fyri einhvønn prís, hevur tú eisini sagt?
– Vit fara ikki í eina samgongu, har Tjóðveldi t.d. krevur ein niðurskurð í blokk­inum. Tað er ikki ráðiligt, sum støð­an er í dag. Eisini verður tað trupult at halda fram í einum nýggjari ABC-samgongu, um Javnaðarflokkurin ikki fær undirtøku fyri eini nýskipan av vinnu­bygnaðinum, sum tryggjar vøkstur og fyri skilagóðum rationalisteringum í al­menna bygnaðinum, sum ikki skaða væl­ferðar­tænasturnar.

- - -

Fakta
Navn: Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður 2009 -
Útbúgving: Løgfrøðingur
Maki: Giftur við Katrin D. Apol
Børn: Luitjen og Elias.