Bogi Eliasen
Cand.scient.pol
Peru er vorðið annað heimlandið, tí konan er haðani og børnini sostatt ikki bert føroyingar, men eisini peruanar. Heimbýurin okkara har, Arequipa, er næststørsti í landinum og liggur hann í einum dali einar 2500 metrar uppi í Andesfjøllunum, millum nógv hægri fjallatoppar. Bara náttúran ger gerandisdagin serligan. Tvey av fjøllunum eru gosfjøll, sum ikki eru heilt kólnaði enn, og onkuntíð rýkur eisini úr fjallinum Misti, sum stendur sum ein varði um býin og sum í stóran mun er búmerki og samleikin hjá arequipabúgvum. Hetta elvir eisini javnan til jarðskjálvtar. Fyri einum trimum árum síðan rakti ein ógvusligur jarðskjálvti býin og jarðlegði nógvar bygningar. Sjálvt um hetta er triða ferðin eg eri her, og tað vanliga eru nógvir smærri skjálvtar, so var eg sloppin undan, til ein morgunin um kl 7 á morgni, tá eg vaknaði av ein løgnum ljóði og konan fleyg upp úr songini og rópti templor (jarðskjálvti), tað risti eitt sindur og so var tað yvirstaðið, og ikki so frægt at børnini vaknaðu og einki datt úr skápunum. Skjálvtin var tó yvir 4 stig á Richter stiganum, men episentri var í Colca dalinum nakað frá býnum. Eydnutíð gjørdist tað ikki álvarsamari, men ljóðið, sum hesar jarðarrembingar varpaðu út, verður sitandi í nakkanum til eg farið av hesari fold, tað er vist.
Menningarland og mótmælir
Peru er eitt menningarland. Tað merkir vanliga eisini at stórur munur er á teim sum hava, og teim sum ikki hava og soleiðis er eisini her, landið er merkt av fátækradømi. Forsetaval verður aftur komandi ár og tað skipar longu politiska leikpallin. Vanligt er, at seinasta árið undan vali er merkt av kravgongum og mótmælum, har møgulig forsetavalevni royna av fáa sær umrøðu og sigrar. Hetta árið er einki undantak. Serliga Arequipa er kent fyri at mótmæla og leggja seg tvørt fyri, tá mett verður at Lima setir reglur í verk sum bert tæna Lima, og soleiðis var støðan nú her eisini. Nógvur trupulleikar eru av ferðslu í Peru og ferðsludeyðatalið er sera høgt, bara við teim almennu tølunum. Hetta hevði við sær at tjóðartingið samtykti at seta eina serliga trygging fyri ferðsluskaðar í verk, sum merkti at hvør vinnuferðslueind skal gjalda US$135 um árið, sum helst svarar til eina vanliga mánaðarløn. Tað elvdi sjálvandi til mótmælir, tí størsti trupulleikin við ferðsluvanlukkum er í Lima, meðan vanlukkurnar eru lutfaldvís nógv færri aðrastaðni.
Miðsavna
Tí var kravt at upphæddin skuldi setast eftir ein váðameting. Málið bleiv ein eitt prógv um hvussu miðsavnað Peru er politiskt. Hugsað verður einamest og kanska bert um hvussu veruleikin er í Lima. Verkfall var og er í fleiri støðum kring Peru, men í Arequipa var steðgur í 14 dagar um mánaðarskifti junu juli, soleiðis at tað næstan ikki bar til at koyra. Og teir hýruvognsførarar sum royndu, gjørdu tað við tí vitan, at um verkfallsvaktir sóu tað, vóru steinar grýttir eftir bilinum og roynt var kryvja dekkini. Flest øll vóru samd um, at kravda tryggingin var gjørd á skeivan hátt, men flestu peruanar eru í eini fíggjarstøðu, har ein manglandi dagsløn merkir svongd, og tí var ikki stórur fólksligur stuðul til verkfallið. Eisini tí at kravið hjá verkfallsleiðararanum var, at forsetin Toledo skuldi leggja frá sær, so søgan endurtekur seg.
Forsetavalið
Forsetavalið er byrjað. Men fleiri aðrar hendingar eru, sum benda á, at broytingar seinastu fýra árini ikki hava verið nóg stórar. Sjálvt í hesum landi, har fólk ikki bilsnast av mutri, var mátin og støddin sum fyrrverðandi forsetin Alberto Fujimori og høgra hond hansara, fyrrverandi CIA agenturin Vladimiro Montesinos høvdu svikað fyri og misbrúkt sítt vald, ræðandi. Málið endaði við at Fujumori, sum er av japonskum uppruna, á eini ferð til Japans hoppaði av og bað um friðskjól, meðan hann enn var foreseti, og Montesinos bleiv tikin til fanga.
Í Peru er krav, at forsetin skal verða føddur í landinum. Illgruni hevði allatíðina verði um, at Fujimori var føddur í Japan og ikki kom til Peru fyrrenn sum 2 ára gamal. Av eini ella aðrari orsøk, vóru almennu upplýsingarnar horvnar úr skjalasavninum, so einki prógv var um hetta. Men tá Peru bað um at fáa hann útflýggjaðan úr Japan, bleiv hetta sýtt, tí hann er av japonskum uppruna. Men sum í flestu londum er søguliga politiska minnið hjá vanliga borgaranum stutt. Ein meiningakanning herfyri vísti, at 48% vilja hava hann aftur sum forseta, og hevur hetta elvt til, at hann roynir at fáa loyvi til at stilla upp til komandi forsetavalið. Hann gjørdi ikki minnið enn at fara inn á peruansku sendistovuna í Japan, fyri at fáa pappír síni í rættlag. Av tilvild var eingin peruansk løgregla til staðar, sum jú kundi havt handtikið hann, tá sendistovur eru mettar sum landsins territorium og at hann er eftirlýstur í Peru. Soleiðis, kundi hann ikki útflýggjast til Peru, tí hann nú er Japani, samstundist sum hann kundi fara inn á sendistovuna og fáa síni pappír sum peruani, so at hann kann stilla upp til valið. Hendingin hevur vakt vreiði millum eygleiðarar, sum vísa á, at eitt er at hava mutraða skipan, men hetta er ov nógv av tí góða. Toledo verður kanska eisini revsaður fyri at hann loyvur talufrælsi. Undir Fujimori bleiv øll mótsstøða skúgva til viks.
Fujimori broytti
Leggjast skal tó afturat, at Fujimori, sum sat tvær fullar forsetasetur og hoppaði av í tí triðju, kom til valdið, tá Peru var í andaleypi. Innflatiónin var risastór, bankarnir einki altjóða álit, yvirgangur frá millum annað rørslunum Tupac Amaru og Skínandi Rásini, eins og statsyvirgangur frá herinum var vanligur. Fujimori fekk skil á búskapinum, soleiðis at talan í dag ikki er um inflatión, eins og at bankaskipanin er við at vinna altjóða álit aftur. Tí meta fleiri, at hann var ein góður forseti tey fyrstu árini. Onnur meta, at hann av Vladimiro Montesinos í veruleikanum bleiv tvungin at fremja brotsverk, sum helst í síni skjáttu hevur havt almennu pappírini um Fujimori, sum vístu at hann ikki er føddur í Peru. Hetta saman við at núverandi forsetin, tann fyrsti av peruanskum uppruna, Alejandro Toledo, hevur verið eitt vónbrot. Eitt annað av høvuðsvalevnunum er Alan Garcia, sum var forseti undan Fujimori. Hann elvdi í stóran mun til tann hurlivasa Peru kom í og mátti flýggja eftir at hann fór frá, hetta við ákærum um stuldur av serstakliga nógvum peningi. Sakarmálini fyrnaðust tó, áðrenn tað eydnaðist at fáa fatur á honum og hann stillaði upp til seinasta forsetaval, har tað eydnaðist honum at koma við í annað umfar og var hann líka við at koppað Toledo.
Broytingar eru alneyðugar
Onnur valevni eru eisini, men bara tað at hesir báðir verða tiknir við í kappingina at vinna forsetasessin og verða mettir av hava veruligan møguleika, lýsir væl truppuleikarnar í peruansku rættarskipanini, har pengar kunnu gera næstan alt. Fyri meg er status quo á hesum øki, eitt stórt vónbrót. Fyrsta kravið til broyting, um nakar framburður skal verða í landinum. Lítið er at ivast í, at tann so avgerandi fremmandi íløguhugurin minkar munandi, um fólkið veruliga ynskir at fáa annan av teimun báðum fyrrverðandi kriminellu forsetunum aftur til valdið. Altjóða tykist rákið at verða fyri at koma meningarlondunum veruliga til hjálpar, men rákið er eisini at fólkið í londunum skal verða ein aktivur partur í tí tilgongd, sum skal skapa betri samfeløg.
Mótmælir og verkføll í serliga Arequipa, skulu eisini síggjast sum mótmælir ímóti skipanini, sum í løtuni er við at fara um mark. Kemur annar av omanfyrinevndu í forsetasessin, er talan um poltiskan jarðskjálvta í mun til umheimin.
Alskins møguleikar
Peru er eitt land við øllum møguleikum, men sum eisini hevur trupulleikan av at landið hevur tríggjar fjallaketur, og sum í veruleikanum gera samferðlu og undirstøðukerv til eina trupla og dýra uppgávu. Strandalinjan hevur alskins møguleikar at fáa nógv burtúr havinum, men hetta er í dag sera illa gagnnýtt. Vánaligur reiðskapur, vánalig hagreiðing og ein skipan har meginparturin av fiskinum fer til mjøl.
Krøv uttanfrá
Skattaskipanin er ikki gjørd til, at tað almenn kann gera nógv meira. Inntøkuskatturin er 8% og mvg er 19%. Ringt er at seta skattin upp, tí fólk vil ikki gjalda meira uttan at tey fáa nakað afturfyri, og tað almenna kann ikki veita betri tænastur uttan størri inntøkur, m.a. av skatti. Mín meting er tí, at Peru í dag stendur í tí støðu, har til ber at betra munandi um landið, um tað eydnaðist at fáa politisku skipanina at samstarva um at fáa eina veruliga skattaskipan í smáum fetum. At tað ber til, týðir einki í Peru á, sum dømi um komandi forsetavalið vísur, men bert at trýst uttanífrá kann gera tað. Hetta kann verða meira umfatandi skuldarstrikingar í G8 høpi, við krøvum til londini, ið fáa skuld strikaða. Hetta kann verða meira umfatandi samstarvi millum londini í Suðuramerika, har tað í dag verður roynt at leggja felagsskapirnar saman. Hetta kunnu verða krøv frá Arabisku Ligaðuni, fyri at gera íløgur í Peru, sum partur av tí samstarvi, sum er komið í lag millum hesi lond.
Miðspjaðing og menningarhjálp
Eitt annað neyðugt stig er ein verulig miðspjaðing, tí munurin millum landspartarnar í Peru er so ovurhondsstórur, at munandi meira ábyrgd eigur at verda løgd út til hesar. Ein miðspjaðingartilgongd hevur verið seinastu fýra árini, men broytingarnar hava verið so stórar mitt í øllum, og so stórur ivi er um politiska valdið í ymsu liðunum, at almennu skúlarnir hava strikað lærugreinina peruanska landafrøði. Miðspjaðingin er neyðug fyri at fáa eitt demokrati við fólksins álitið, har fólkið eisini merkir at hava ávirkan og kann krevja broytingar av politikarum í lokaløkinum. Talan er um eina langtíðarbroyting, sum kanska tekur minst 20 ár við hørðum og miðvísum arbeiði. Spurningurin lesarin spyr er so, hví er hetta áhugavert fyri føroyingar? Tí almennu Føroyar hava valt at arbeiða í Peru sum menningarhjálp. Landið hóskar væl til okkara førleikar, tí vit kunnu hjálpa við at byggja eina betri fiskivinnu upp, bæði fyrisiting, og menning av skipa- og útróðrarflota, eins og framleiðslu á landi og útflutning, sum Peru hevur trupulleikar við. Harafturat eru vit von við skipanir, ið mugu tillagast at vit eru fjarskotin, eitt økið Peru hevur tørv á fyri at binda landið saman. Men menningin av øllum hesum økjum kunnu ikki gagnnýtast nóg væl, um ikki ein politisk menning samstundis fer fram, tí menningarhjálp skal bert seta skjøtil á at fáa váðafúsan kapital til at menna Peru, og hann kemur neyvan, uttan at politiska skipanin betrast, og har hava vit eisini førleikar. At Peru er áhugavert hjá føroyingum er einki at ivast í. Har er byrjandi oljuvinna, stórur tørvur á øllum innan fiskivinnu, stórur áhugi fyri aling, umframt at tað komandi árini verðar framdar stórar íløgur í flogvalla- og vegakervið, har føroysk feløg kundu boðið uppá partar av arbeiðunum, fyri ikki at nevna okkara tøkniligu førleikar sum fjarskotið samfelag.
Peru stendur á gáttini at gera fríhandilssáttmála við USA, sum eisini setur ymisk krøv, m.a. við at banna kopivørum, sum nógvir peruanar liva av. Men fríhandilssáttmálar er eisini eitt fet, sum skal flyta Peru inn í alheimsgerðina, har krøv uttanífrá verða sett til politisku skipanina, eins og kravið til meira umfatandi samstarv í Suðuramerika, sum liggur í kortunum, setur krøv.










