fjørðinum. - Vit hava roynt at tosa við teir á Havnarskrivstovuni, men har spyrst onki búrturúr. Vit hava ringt nakrar ferðir, men tað er tað sama. Teir skylda bara upp á hvønn annan har inni. Vit hava eisini [...] er ongin gogga at fáa inni við land. Vit mugu longur út, so har er onki at gera, sigur Rúni Poulsen, útróðrarmaður. Tað er Tórshavnar Havn við Havnarskrivstovuni, sum hevur ábyrgdina av at geva russum boð [...] Útróðrarmenn í Føroyum eru mest sum samdir um, at goggan er tað besta agnið, tá roynt verður eftir toski. Nógv arbeiði stendst burturúr at fáa gogguna til vega, tí glúpar skulu setast á goggumið, standa
er ikki líka góður, sum tann, ið kann avreiðast beinanvegin. ? Kann hesin fiskurin so harafturat seljast sum ein heilt serlig vøra, skal tað nokk eisini, síggjast aftur í prísinum sum frálíður. Fáa meiri [...] Hetta er eitt tiltak, vit halda at vit eru noydd til. Tað nyttar ikki bara at gremja seg um kappingina frá kineserum. Hon hvørvur ikki, hvussu vit so grenja, tí er tað neyðugt at vit sjálvi gera okkurt, [...] Fiskavirking á Tvøroyri, sum nú taka ímóti ókruvdum útróðrarfiski. Tá ið fiskurin so er avreiddur, verður hann kruvdur á landi. Hetta er ein nýggj leið í føroyskari fiskivinnu, sum Fiskavirking nú er farin
tí halda vit tað vera so sjálvsagt, at vit eisini eiga lut í hesum tilfeingi. Veiðan eftir toski og hýsu er minkað nógv yvir eitt 10-ára skeið og somuleiðis eisini veiðivirði. Samstundis hava vit sæð, at [...] Men vit meta avgjørt, at vit eiga okkara náttúrliga lut og rættvísa part av heildarkvotuni av makreli. Sum skilst, standa flestu – um ikki allir – vinnuligir útróðrarmenn aftan fyri umsóknina, sum nú er [...] seg saman um eina felags umsókn um lut í makrelkvotuni. Sum skilst, er talan um flestu bátar og útróðrarmenn, sum eru aktivir og lúka treytirnar sum virknir útróðrarmenn. Bólkurin av útróðrarmonnum er sjálvandi
r fiskidagar. ?Sum er, hava vit felags fiskidagar, saman við teimum, sum hava útróður til hjávinnu og stuttleikafiskarum. Av tí sama hava vit yvirhøvur onki tamarhald á støðuni. Tí sum er, eigur landið [...] fiskidagar Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum útróðrarfelagið ætlar at umrøða við fiskimálaráðharran. Formaðurin í felagnum sigur m.a., at tað er ógvuliga umráðandi, at eisini teir, sum hava útróður til [...] skipanini, sum nú er, at teir skulu noyðast at søkja um fiskidagar hvørt ár. ? Nú noyðast vit at søkja um fiskidagar hvørt ár. Tá ið vit so hava søkt, skal málið kannast hjá toll og skatt at vita, um vit hava
áhuga í teirra fiski, sum í fiski aðrastaðni í landinum. Men samstundis eru teir greiðir yvir, at tað er ikki góðskan á fiskinum, ið er orsøkin. Fiskamarknaður Føroya á Toftum hevur eisini deildir í Sørvági [...] at eini 10 krónur eru á muni á hýsu ger, at menn missa hugin at fáast við útróður, sigur Bjarni, sum vit hitta í stovu hansara í Vági til eitt prátt um truplu støðuna. Orsøkin til prísmunin er ógreið, men [...] Tað mesta, ið selt verður í Vági, er júst hýsa. - Tað er mest hýsa, ið fer til útflutnings, men eisini toskaprísurin er einar 4 krónur lægri í miðal, sigur ein av útróðrarmonnunum í Vági, Bjarni Brattaberg
gott seinastu dagarnar. Tað hevur fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum eisini verið. Bátar, sum vóru á útróðri týsdagin, høvdu sum heild nógvan fisk. Sosialurin hevur frætt av Toftum, bygdum norðanfyri á [...] Týsdagin var fínasta veður, og soleiðis er eisini í morgun. Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at veðrið framvegis verður gott í morgin, men síðan fáa vit eitt lot upp í einar 10 metrar av útsynningi [...] Hjá bátunum, sum royna eystanfyri og ikki eru ov smáir, kann tískil væntast, at tað framvegis verður roynandi, um hann frískar vindin nakað. Nógvur fiskur Men tað er ikki bara veðrið, sum hevur verið gott
tað bara frættist um, at minni og minni fiskur verður seldur á uppboðssøluni, sum er. ? Vit hava arbeitt so bíligt, at vit klára okkum, hóast nøgdirnar ikki verða tær stóru, sigur Essa Petersen. Men hann [...] við uppboðssøluni á Toftum er, at hon veitir ikki skipum og bátum nóg góða tænastu. Tað ætla vit at gera. Vit ætla at veita teimum so góða tænastu, at tað náttúrliga skal loysa seg best at selja um okkara [...] heildartænastur. Tvs, at umframt at sleppa av við fiskin hjá okkum, skulu vit fáa teimum olju, proviant o.a. uppá pláss. Teir ætla eisini, at tað skal bera til at selja fiskin, áðrenn skipið, ella báturin er
leggur hann aftrat. 30-60 húkar Tá tú sært bát, sum er riggaður til dyrging eftir makreli, sært tú eisini dergur og rullur, sum dergurnar verða drignar eftir. - Sum eg havi skilt, brúka menn alt millum 30 og [...] drivin við snellum, men hesar eiga vit. Skuldu vit keypt snellurnar aftrat, høvdu hesar helst kostað einar 20.000 krónur hvør. Hann vísir á, at el-drivnu snellurnar, sum teir hava í bátinum, hava forrit [...] ígjøgnum. - Hetta eru ikki beituhúkar, sum vit vanliga kenna teir til snelluveiði, men um leggin á hvørjum húki liggur gjarna eitt gummipetti, sum kann fáast í ymiskum litum, eins og beituhúkar kunnu fáast í
verið heilt har úti, sum makrelskipini fiska, og tá kann teinurin úr landi skjótt gerast einir 120 fjórðingar. - Nú vit hava riggað bátin til, og vit byrja at finna út av, hvussu vit gera best undir fiskiskapi [...] fyri. - Síðan hava vit gjørt tveir túrar aftrat, harav hin fyrri av hesum var ógvuliga stuttur, og vit bert fiskaðu í nakrar fáar tímar. Felags fyri teir báðar seinnu túrarnar, sum vit gjørdu, var, at royndin [...] uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir eru eisini gjørdar í Føroyum áður, bæði innari og ytri. Føroyskir útróðrarbátar hava seinastu árini eisini fingið tillutað
verður hótt við, at nú skal øll skipanin endavendast. - Afturat tí, at vit hava stór nátúrlig sveiggj at dragast við, skulu vit eisini dragast við stór politisk sveiggj og tað ger støðuna ótolandi. Vaksin [...] í. - Saman við landbúnaðinum, er útróðurin elsta vinnugreinin í Føroyum, so skulu vit tosa um søgulig rættindi, áttu vit at verið væl fyri, helt hann speiskliga fyri. 47 útróðrarmenn eftir Men tað sæst [...] tons. Í dag eru 33 loyvi eftir, men av teimum 33 loyvunum, eru tað 12 loyvi, sum eru virkin. - Tað vil siga, at upp á 15 ár eru vit farin frá 79 útróðrarbátum til bara at vera 12 eftir – og tað gongur skjótt