Makrelur
Sosialurin hevur seinastu tíðina gjørt væl burtur úr møguleikunum hjá monnum at veiða makrel við dorg. Hetta er nýtt í Føroyum, men ikki í eitt nú Noregi, har útróðrarmenn hava fiskað makrel við dorg í fleiri ár. Upplýst hevur verið, at norska makrelveiðan við dorg er omanfyri 20.000 tons um árið, og tað er eitt rættiliga stórt tonsatal. Hetta er líka nógv, sum øll toska-og hýsuveiða undir Føroyum eitt vánaligt fiskiár.
Keypa útgerð
Áhugin millum føroyskar útróðrarmenn fyri hesum nýggja møguleika at veiða makrel við dorg er rættiliga stórur, og nógvir liggja framvið at fiska í summar.
Í fjør summar vórðu nakrar royndir gjørdar, og menn kundu fáa væl av makreli, bæði innari og ytri, tó at teir ikki vóru líka væl útgjørdir, sum fleiri av norsku bátunum eru.
Trupulleikin í fyrra helmingin av summarinum er, at makrelurin er fullur í æti og føði, men tá summarið líður, gerst fiskurin betri.
Mikudagin ringdi ein áhugaður útróðrarmaður til Sosialin og fortaldi, at hann saman við øðrum hevur bílagt sær útgerð úr Noregi, at útgerðin væntandi kemur heim til Føroya um páskirnar.
- Vit hava keypt tríggjar dergur, tilhoyrandi sliskur og avrívarakassar, har makrelurin verður rivin av húkunum og ferð í sliskur og haðani í ísvatn. Henda útgerðin kostar okkum umleið 40.000 krónur, tá hon er í Føroyum.
Maðurin sigur, at hvør dorgin við tilhoyri kostar millum 13.000 og 14.000 krónur.
- Dorgin verður drivin við snellum, men hesar eiga vit. Skuldu vit keypt snellurnar aftrat, høvdu hesar helst kostað einar 20.000 krónur hvør.
Hann vísir á, at el-drivnu snellurnar, sum teir hava í bátinum, hava forrit til makelveiði, og tað verður hetta, sum teir fara at brúka í veiðini.
- Mær vitandi hava el-snellur, sum verða framleiddar í Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki hetta forrit og skuldu tí verið egnaðar til makrelveiði. Ein snella er til hvørja dorg, leggur hann aftrat.
30-60 húkar
Tá tú sært bát, sum er riggaður til dyrging eftir makreli, sært tú eisini dergur og rullur, sum dergurnar verða drignar eftir.
- Sum eg havi skilt, brúka menn alt millum 30 og 60 húkar á hvørjari dorg, og hetta avhongur av, hvussu stórur báturin er, og hvussu liggur fyri við uppseting av útgerðini.
Maðurin, sum Sosialurin hevur tosað við, vísir á, at húkarnir til dyrging eftir makreli, eru sterkir, tí makrelurin skal rívast av teimum í avrívingarkassanum, sum dorgin ferðast ígjøgnum.
- Hetta eru ikki beituhúkar, sum vit vanliga kenna teir til snelluveiði, men um leggin á hvørjum húki liggur gjarna eitt gummipetti, sum kann fáast í ymiskum litum, eins og beituhúkar kunnu fáast í ymiskum litum. Hetta er soleiðis ikki ein beituhúkur, tí eingin endi hongur úr makrelhúkinum, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at norsku bátarnir sum oftast hava einar fýra ella fimm dergur, men teir hava í fyrsti syfti gjørt av at keypa tríggjar dergur.
Prísirnir, sum menn fingu fyri makrel veiddur við dorg í fjør, lá um 5 krónur fyri kilo, men vónir eru um, at vit betri viðfaring og kanska kryvjing, kann meiri fáast fyri fiskin.
Orsøkin til, at veiða eftir makreli við dorg í føroyskum sjógvi er vorðin so áhugaverd, er, at menn seinnu árini hava staðfest, at nógv meiri makrelur er í okkara sjógvi nú enn áður.