Føroyski útróðrarmaðurin er eitt doyggjandi fólkaslag.
Tað staðfestir Auðun Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.
Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi seinasta vikuskiftið málaði hann eina ógvuliga dapra mynd av støðuni, okkara elsta vinnugreinin er í.
- Saman við landbúnaðinum, er útróðurin elsta vinnugreinin í Føroyum, so skulu vit tosa um søgulig rættindi, áttu vit at verið væl fyri, helt hann speiskliga fyri.
47 útróðrarmenn eftir
Men tað sæst ikki nógv til, at útróðurin hevur nøkur serlig rættindi, tí seinastu árini er hendan, fyrr so stolta vinna, fánað burtur í at kalla einki.
Fiskiárið 1998/99 vóru 79 stórir útróðrarbátar í Føroyum, tvs, útróðrarbátar yvir 15 tons.
Í dag eru 33 loyvi eftir, men av teimum 33 loyvunum, eru tað 12 loyvi, sum eru virkin.
- Tað vil siga, at upp á 15 ár eru vit farin frá 79 útróðrarbátum til bara at vera 12 eftir – og tað gongur skjótt aftur á.
Men tað merkir so aftur, at skuldu fortreyttirnar broytst, kunnu 21 bátar koma afturat.
- Skulu vit tosa um teir minni útróðrarbátarnar, altso teir undir 15 tons, vóru 124 bátar í fiskiárinum 2007/2008.
- Í dag eru bara 35 bátar eftir, segði Auðunn Konráðsson.
Sostatt eru bara 47 útróðrarbátar eftir í Føroyum av teimum hundraðtals útróðrarmonnunum, sum einaferð vóru.
Løgtingið er størsta hóttanin
Hinvegin leggur Auðunn Konráðsson afturat, at aldrin í søguni hevur royndin eftir botnfiski undir Føroyum verið minni, enn hon er nú.
At tað er blivið so nógv til av uppsjóvarfiski undir Føroyum, tekur hann bara sum tekin um, at vistfrøðiliga skipanin í sjónum er broytt.
- Tað er neyvan tráðroynd, sum er orsøkin til, at tað er so lítið at fáa av botnfiski, leggur hann afturat.
- Fiskiskapurin broytist alla tíðina. Fyri 20 árum síðani var Christian í Grótinum, ringasti kansur, ein fiskimaður kundi fáa, tí har var úrtøkan so vánalig, at hann lá bundin við bryggju ímeðan línuflotin fór við øllum fólkinum.
Fyri sjey árum síðani vóru trolbátarnir á landleiðini tann heilt stóri møguleikin, men tey síðstu árini hevur ikki loyst seg hjá teimum.
Einki nýtt
Auðunn Konráðsson legði afturat, at útróðurin er ein láglønarvinna og tað hevur hann altíð verið.
- Men útróðurin er ein serstøk vinna. Tað er ein vinna, tú fært í blóðið. Kona mín plaga at siga, at útróður er ikki eitt arbeiði, tað er ein sjúka.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað er einki nýtt, at tað gongur upp og niður við fiskiskapinum.
Men hann staðfestir, at tað er heldur ikki tað, sum er tann størsti vandin fyri útróðurin og fiskivinnuna.
- Tann størsta hóttanin ímóti fiskivinnuni, er tann politiska umsitingin.
Hann sigur, at tá ið fiskivinnan er til umrøðu í politikki og í almenninginum, er tað beinanvegin, at politikarar og serfrøðingar missa jørðforbindilsi og fara at tosa um yvirskipað mál og um, hvør skal gjalda fyri hvat.
- Men tá ið tosast skal um, hvussu fiskiskapurin skal stýrast, verður prátið beinanvegin meiri ógreitt og kámt.
Kastibløka
Auðunn Konráðsson staðfestir, at fiskivinnan er blivin kastibløka í einum politiskum sjónleiki um at áseta fiskdagar og hann heldur, at tað er ein óvirðilig og ábyrgdarleys støða at seta okkara høvuðsvinnu í.
- Vit enda í einum politiskum hundaslagsmáli á hvørjum einasta ári og hvørja ferð, fiskidagarnar eru til viðgerðar í politikki, sita øll í vinnuni við bivandi hjarta og bíðar eftir úrslitinum.
Hann heldur ikki, at tað er sømuligt, at fiskivinnan og serliga útróðurin, verða tikin til gísla í einum politiskum sjónleiki á Føroya Løgtingið á hvørjum ári.
- Fyri ikki at tala um, tá ið val er, tí hvørja ferð, ein nýggj samgonga tekur við, verður hótt við, at nú skal øll skipanin endavendast.
- Afturat tí, at vit hava stór nátúrlig sveiggj at dragast við, skulu vit eisini dragast við stór politisk sveiggj og tað ger støðuna ótolandi.
Vaksin fólk
Auðunn Konráðssson sær bara eina loysn fyri fiskivinnuni, og tað er, at allir flokkar seta seg saman og tosa saman sum vaksin fólk og finna eina semju um, hvussu fiskvinnan skal skipast.
- Støðan er so ørkymlandi, at tað ger næstan tað sama, hvørja skipan, politikarar semjast um, bara teir semjast um okkurt, so at vit vita, hvat vit hava at halda okkum til hesi næstu árini.
- Og tað hevur avgerðandi týdning fyri vinnuna, at karmarnir eru teir somu ár um ár, so at fiskivinnan fær støðug viðurskifti at virka undir.
Auðunn Konráðsson vísir eisini á, at aðrastaðni verður nógv granskað í fiskivinnuni og tað hevur elvt til, at fiskivinnan er ein vinna, sum er vorðin høgt í metum.
- Tað er hon ikki í Føroyum, tí her verður fiskivinnan ikki vird serliga høgt.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna vísir á, at ein avleiðing av tí er, at fólk við góðum útbúgvingum, fara ikki í fiskivinnuna.
Men ein annar vansi er, at tað tað er alt ov langt ímillum fiskivinnuna og akademiska umhvørvið.
Hann heldur, at helst eru fordómar frá báðum pørtum ein partur av forkláringini.
Aðunn Konráðsson vísir eisini á, hvussu tey gera í Íslandi.
Har er ikki óvanligt, at fiskavirki seta seg í sambandi við universitet og bjóða granskarum á virkið at granska.
- Soleiðis verða brýr bygdar ímillum fiskivinnuna og granskarar og hetta er eitt samstarv, báðir partar fáa nakað burtur úr, tí granskarar fáa høvi at granska og vinnan kann fáa nyttu av úrslitinum av granskingini, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.
Hann vísir eisini á, at í ES eru tey farin at veita stuðul til at endurreisa staðbundna útróðurin, sum er farin fyri skeyti av teirri miseydnaðari fiskivinnuumsitingini í ES.
- Og eg eri heldur ikki í iva um, at seta politikararnir sær fyri at útróðurin skal varðveitast sum vinna í Føroyum, verður honum lív lagað.