Útróðrarmenn í Føroyum eru mest sum samdir um, at goggan er tað besta agnið, tá roynt verður eftir toski. Nógv arbeiði stendst burturúr at fáa gogguna til vega, tí glúpar skulu setast á goggumið, standa har eina løtu, og síðani dragast inn aftur. Hetta fer við nógvari tíð hjá útróðrarmanninum, men eyka inntøkan er verd ómakin.
Og tó, hjá nólsoyingum fer nógv av hesum arbeiðinum til spillis, tí tá glúparnir skulu dragast inn aftur, eru teir ofta vekk. Orsøkin er ikki stuldur, men ósketni úti á fjørðinum, har russar ofta draga akkerið upp, lora niður aftur, og liggja so og draga eftir botninum við akkerinum. Og tað er júst tá akkerið verður drigið eftir botninum, at nógvir gogguglúpar verða skræddir upp og fara fyri onki.
- Teir liggja ongantíð í frið, russararnir. Teir draga upp, og so koyra teir niður aftur. Eg misti seks glúpar nú ein dagin, og eg havi mist einar 30-40 glúpar henda mánaðin. Tað verður so nógv arbeiði burturúr, og vit fáa ikki so nógva goggu frammanundan, so tað er ógvuliga óheppið, sigur Rúni Poulsen.
Rúni leggur aftrat, at tað vísir seg, at russar hava fyrimun her í Føroyum.
- Eg rokni ikki við, at russar høvdu góðtikið hetta har eysturi, sigur ein ónøgdur Rúni Poulsen.
Spurdur um teir ikki kundu sett gogguglúparnar longur inn ímóti Nósloynni, sigur Rúni, at tað nyttar ikki.
- Tað er ongin gogga at fáa inni við land. Vit mugu longur út, so har er onki at gera, sigur Rúni Poulsen, útróðrarmaður.
Tað er Tórshavnar Havn við Havnarskrivstovuni, sum hevur ábyrgdina av at geva russum boð um, hvat teir skulu liggja á fjørðinum.
- Vit hava roynt at tosa við teir á Havnarskrivstovuni, men har spyrst onki búrturúr. Vit hava ringt nakrar ferðir, men tað er tað sama. Teir skylda bara upp á hvønn annan har inni. Vit hava eisini ringt til Skipafelagið nakrar ferðir, men tað hevur heldur ikki givið úrslit, sigur Rúni.
Spurdur um teir ikki sjálvir kunnu seta seg í samband við russar, og fáa tingini avgreidd, sigur Rúni, at tað er eingin gongd leið.
- Vit duga ikki russiskt, so tað ber ikki til. Mann kann sikkurt siga "njet" við teir, men eg hugsi ikki, at tað fer at vika skipini, sigur ein skemtandi, men ónøgdur Rúni at enda.