Útróðrarmenn í Suðuroy sleppa nú undan a kryvja fiskin umborð

Fiskavirking í Suðuroy er farin undir eitt tiltak sum kann gerast bjargingin hjá útróðrinum

Útróðrarfiskur

? Hetta verður bjargingin hjá útróðrarflotanum.
Mannbjørn Solmunde á Tvøroyri er ein av teimum mongu útróðrarmonnunum, sum eru avbera fegnir um eitt nýtt tiltak hjá Fiskavirking í Suðuroy.
Fiskavirking í Suðuroy hevur nú tikið stig til at taka ímóti ókruvdum útróðrarfiski.
Tað merkir, at útróðrarmenninir skulu bara blóðga fiskin niður í rennandi ísvatn, so verður hann avreiddur ókruvdur.
Tað eru bæði Fiskavirking í Vági og Fiskavirking á Tvøroyri, sum nú taka ímóti ókruvdum útróðrarfiski.
Tá ið fiskurin so er avreiddur, verður hann kruvdur á landi.
Hetta er ein nýggj leið í føroyskari fiskivinnu, sum Fiskavirking nú er farin í holt við í samráð við útróðrarmenninar.
So vitt vit vita, eru onkrar royndir gjørdar við at taka ímóti ókruvdum toski, men tað er dottið niðurfyri aftur. Við upsa er hetta neyvan roynt áður.
Hinvegin hava íslendingar tikið ímóti ókruvdum fiski í fleiri ár við góðum úrsliti.

Betri fisk og betri prís
? Hetta er ein roynd, sum tænir fleiri endamálum, siga Petur Johannesen, virkisleiðari hjá Fiskavirking í Vági og Bjarni Hansen, virkisleiðari hjá Fiskavirking á Tvøroyri.
Teir siga at í fyrsta lagi er hetta ein roynd at fáa fiskin so feskan og góðan á land sum gjørligt.
? Hetta er ein roynd at gagnnýta tann spillfeska útróðrarfiskin betur og at fáa ein serligan prís fyri hann.
? Tað skuldi so aftur avspeglast bæði í prísinum og á avreiðingarprísinum.
Fiskavirking hevur roynt hesa skipanina í nakrar dagar.
? Tað er týðiligt, at fiskurin er sera góður, sum útróðrarbátarnir koma við og okkara avbjóðing verður nú at fáa ein góðan prís fyri fiskin á marknaðinum, siga virkisleiðarnir í Vági og á Tvøroyri.

Allur fiskurin til høldar
Men kemur fiskurin ókruvdur á land, ber eisini til at fáa allan fiskin til høldar. Sostatt ber til at taka bæði livur og annan innvøl, umframt rogn, sil, sum síðani kunnu avreiðast víðari.
Fyribils hevur Fiskavirking í Suðuroy bara tikið livrina frá, sum síðani er seld til livravirkið á Eiði. Men tey vænta at hitt kemur seinni.
Fiskavirking hevur fingið eitt serligt kryvjingarborð, har tað ber til at skilja livur, rogn, sil, sundmagar, garnar og annað.
Í løtuni er bara ikki so nógv livur í fiskinum. Tað er ikki meiri enn 1,8%-2% av livur í fiskinum í dag, har tað átti at verið eini 8% um hesa tíðina.Men tá ið livurin er best, kemur hon upp á 10%.
Tað tað er so lítil livur í fiskinum nú, taka teir sum eitt tekin um, at fiskurin fær ov lítið at eta.
Teir báðir virkisleiðararnir siga, at enn hevur lítil toskur verið at fáa, so tað er mest upsa, sum teir hava tikið ímóti ókruvdum.

Bjargar útróðrarflotanum
Mannbjørn Solmunde, útróðrarmaður fegnast stórliga um hetta tiltakið hjá Fiskavirking. ? Hetta er eitt, sum útróðrarmenn hava bíðað eftir í fleiri ár og hetta kann vera tað, sum bjargar okkum, sigur hann.
? Hetta er einasti glotti, útróðrarmenn hava fyri stavn, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað hevur stóran tydning at sleppa undan at kryvja umborð.
? Er nógv at fáa, ber oftani illa til at kryvja undan. So mugu bátarnir leggja mitt um dagin at kryvja til langt út á kvøldið ístaðin fyri at fiska.
? Nú kemur fiskurin beinanvegin niður í ísvatn hagar hann verður blóðgaður og so fær hann frið. Og tað sigur seg sjálvt, at tann fiskurin er ikki líka góður, sum tann, ið kann avreiðast beinanvegin.
? Kann hesin fiskurin so harafturat seljast sum ein heilt serlig vøra, skal tað nokk eisini, síggjast aftur í prísinum sum frálíður.

Fáa meiri burturúr
Men nú útróðrarmenn sleppa undan at kryvja umborð, kunnu útróðrarbátarnir klára seg við færri monnum. Við teimum smæstu bátunum er bara ein maður við, men við teimum, sum eru eitt sindur størri, kunnu teir nú vera ein ella tveir mans við og sostatt fáa eina hampuliga úrtøku, serliga tá ið prísurin er lágur.
Tá ið teir skuldu kryvja umborð, máttu teir kanska vera fýra mans umborð og tá bleiv so lítið í part.
? Sostatt er hetta ein skipan, sum skuldi kunna komið bæði útróðrarmonnum og virkinum til góðar, siga bæði virkisleiðararnir á Fiskavirking og útóðrarmaðurin.
?Hevði tað eisini bøtt um møguleikarnar hjá livravirkinum á Eiði at fingið rávøru, var vinningurin tvífaldur.
? Hetta er eitt tiltak, vit halda at vit eru noydd til. Tað nyttar ikki bara at gremja seg um kappingina frá kineserum. Hon hvørvur ikki, hvussu vit so grenja, tí er tað neyðugt at vit sjálvi gera okkurt, leggja teir afturat.