Tveir pallar vera. Ein verður á Torginum í Vágsbotni, hin verður nakað uppi í Tórsgøtu. Klokkan 16 í dag verður byrjað við barnaundirhaldi við Angelu & Hannibal og Trølla Pæturi. Klokkan 18 verður fyrsta [...] Í kvøld verður árliga konsertin upp undir ólavsøku. Hon plagdi at verða nevnd Ólavsøkukonsertin, men nú eitur hon Tórsfest. Tórsfest verður í Vágsbotni og brúkar sama øki, sum Voxbotn brúkti í ár. Tveir [...] Carpark North, The Ones, Gilli, Árna og Julian, Whigfield, Dynamit og Tingnest. Seinasta konsertin í nátt byrjar klokkan 02.
allan heimin tann 22. juli í fjør. Lina arbeiddi uppi á 11. hædd í stjórnarhúsinum í Oslo, tá bumban hjá Anders Behring Breivik brast uttanfyri. Í dag skal Line Nærsnæs í rættin í Oslo at siga frá, hvussu [...] hvussu hon minnist dagin. -Vit mugu leggja meiri í dagin umframt at revsa gerningsmannin. Vit mugu brúka royndirnar til at forða fyri, at vit fáa aðrar hættisligar persónar, sigur Line Nærsnæs við blaðið VG
Um eitt gott ár er ætlanin at ein nýggjur bygningur stendur klárur á Áarvegi í 12 í Havn til virksemi hjá Hotel Hafnia. Í dag stendur ein maskina og brýtur húsini niður á Áarvegi, har ymsir handlar hava [...] Justinussen. Uppi á takinum verður ein stór takterassa, sigur hann. Tað er byggifelagið Eysturlon, sum byggir, og arbeiðið skal vera liðugt til 1. mars í 2026 ##med4## ##med5## Tað var í 2005, at Hotel [...] har, so sum Sirri, seinni Staðið. Hotel Hafnia keypti bygningin í 2017 frá P/F Marstein. Tá segði TUmmas Justinussen, nevndarformaður í Hafnia við In.fo, at tey keyptu bygningin, tí at høvið var til tað
Dagurin í dag kemur í rúmdarsøguna, tí tey seinastu tjúgu árini er eingin so stórur rúmdarsteinur komin so nær jørðini sum "2012 DA-14", sum fer fram við jørðini í dag. Rúmdarsteinurin er góðar 45 metrar [...] rnar byrjaðu í nítiárunum, er eingin so stórur rúmdarsteinur komin so nær jørðini sum "2012 DA-14". "2012 DA-14" verður næst jørðini klokkan 19.25 í kvøld okkara tíð. Tá verður hann uppi yvir Indonesia [...] metrar í tvørmát ella sum ein hálvur fótbóltsvøllur. Hann vigar 130.000 tons og ferðast 41.500 kilometrar um tíman. Tá "2012 DA-14" fer fram við jørðini, er hann umleið 27.700 kilometrar burturi. Tað ljóðar
landsumfatandi ruddingardegnum í gjár. Í gjár var eitt slag av altjóða ruddingardegi, har fólk úr nógvum londum gingu runt og ruddaðu rusk og burturkast upp úr náttúruni. Eisini í Føroyum gingu fólk runt og [...] ger ongan mun at tveita hann frá sær. Men í roynd og veru ger tað stóran mun, tí tað er nógv mikroplast í munnstykkinum og mikroplast elvir til stóran skaða í náttúruni. Tí heitir hon á roykjarar, um ikki [...] koyra teir í. Eitt annað, tey leggja merki til, er, at summastaðni tveita fólk eisini størri lutir frá sær í náttúruni, heldur enn at lata tey inn á støðirnar hjá IRF, ella á brennistøðina í Havn. Talan
so, men heldur tann vanlukkan, sum hendi, tá borgarstjórin í Havn, A. C. Lützen, small í føvningin á kongi og doyði. Tað var tann 25. juli í 1874, at Fregattin »Jylland« við Christian kongi IX kom á Havnina [...] Valdemar prinsur, og vóru teir á veg til Ísland, har hátíðarhald var í sambandi við, at 1.000 ár vóru síðani landnámið í Íslandi í 874. Skipað var fyri stórari móttøku á Kongabrúnni, sum varð bygd til [...] seinni var Føroya próstur, var dóttir A. C. Lützen. Hon var í Havn hendan dagin, og hon skrivar um tað í endurminningum sínum, sum eru skrivaðar í 1925. ##med2## Anna Evensen greiðir soleiðis frá: »Kongstrúgvu
soleiðis, at møguleiki er fyri, at Skála í dag fer at tryggja sær uppflyting. Hetta verður veruleiki, um Skála vinnur grannauppgerðina ímóti Víkingi uppi á Brekku í Leirvík, og um B71 ikki vinnur sín dyst [...] dyst. Hann er á heimavølli ímóti KÍ, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður. Tá verður fjarstøðan í minsta lagi 12 stig. B71 fer at hava fýra dystir eftir, men málmunurin hjá Skála er væl betur, enn
bíðar honum ein dag. Í góðveðrinum seinnapartin týsdagin var hann farin ein túr til gongu í hesi lutvíst nýggju bygdini. Tað er altíð gott við frískari føroyskari luft. - Eg búgvi í hasum reyðu húsunum [...] men mugu víðari í arbeiðsørindum okkara. Tað má verða eina aðru ferð! Ein stór bygd Í mong ár var eingin búseting á Kambsdali. Eitt leguhús og eitt snikkaraverkstað lógu her einsmøll í mong ár, áðrenn [...] Kambsdali í dag, er talan um eina rættiliga stóra bygd við húsum í hópatali, verkstøðum, ítróttarhøll og ikki minst teimum báðum stóru miðnámsskúlunum. Sjálvur búsettist Bergur og familja hansara her í dalinum
tveir tímar. ?Vit høvdu høvuðsstøð í Havn, og plagdu so at fara soleiðis av og á vestur í Vágar. Serliga til Miðvág og Sørvágs, minnist hann. Jack Charmock var í Føroyum í 1943 og 1944. Hann kom higar úr [...] reyða húgvan, teir gingu í. Hana blakaði hann inn á bryggjuna, tá skipið, teir fóru avstað við, legði frá landi í Havn. ?So kanska onkur eigur hana í onkrum kassa onkunstaðni í Føroyum, heldur hann. Og [...] hending, hann minnist, er um fulla bretan, sum fór í býin við songini. ?Hann var í so lívligur i dansinum í Tórshøll, so eg fekk til uppgávu at faa hann heim í barakkina at sova. Tað gjørdi eg so. Men tað var
eg segði tað. Tá eg í dag síggi spurvarnir gera sær dælt av ribsberunum í havanum hjá mammu míni í Sørvági, komi eg at hugsa um spurvarnir, sum eg fyri fyrstu ferð sá á Tvøroyri í 1950-árunum. Síggi eg [...] mi og inn á botn í Trongisvági. Tað var sjáldan, at eg var einsamallur í bátinum. Tvøroyri bar dám av stórbærum reiðara- og handilsvirksemi. Reiðarum og handilsmonnum, sum hildu uppi eini ektaðari borgarligari [...] og sama mentan, sum var at finna í fleiri øðrum virknum býum aðrastaðni í Norðurlondum, við fínum húsum og prýðiligum havum og einum atburði, sum tú annars bert fanst í teirri stóru verð. Men har vóru eisini