Hóast tað seinastu ferðirnar hevur verið soltið, so hevur tað lagað seg soleiðis, at møguleiki er fyri, at Skála í dag fer at tryggja sær uppflyting. Hetta verður veruleiki, um Skála vinnur grannauppgerðina ímóti Víkingi uppi á Brekku í Leirvík, og um B71 ikki vinnur sín dyst. Hann er á heimavølli ímóti KÍ, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður.
Tá verður fjarstøðan í minsta lagi 12 stig. B71 fer at hava fýra dystir eftir, men málmunurin hjá Skála er væl betur, enn hann er hjá B71.
Hóast B71 er á fjórða plássi og er tíggju stig aftanfyri Skála, so er framvegis møguleiki fyri, at sandoyingar kunnu vinna uppflyting. Takið er at vinna tvey stig inn á AB. B71 eigur útsettan dyst á útivølli ímóti FC Suðuroy til góða.
Víkingur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 13.00
B71 – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 14.00
Skála | 23 | 15 | 1 | 7 | 53 | 27 | 46 |
AB | 23 | 11 | 5 | 7 | 44 | 33 | 38 |
NSÍ | 24 | 11 | 4 | 9 | 52 | 53 | 37 |
B71 | 22 | 11 | 3 | 8 | 48 | 40 | 36 |
Víkingur | 23 | 10 | 4 | 9 | 56 | 41 | 34 |
HB | 24 | 10 | 2 | 12 | 42 | 52 | 32 |
KÍ | 23 | 8 | 5 | 10 | 35 | 41 | 29 |
B36 | 22 | 7 | 4 | 11 | 35 | 49 | 25 |
EB/Streymur | 22 | 7 | 3 | 12 | 37 | 52 | 24 |
FC Suðuroy | 22 | 5 | 7 | 10 | 33 | 47 | 22 |