Dagurin í dag kemur í rúmdarsøguna, tí tey seinastu tjúgu árini er eingin so stórur rúmdarsteinur komin so nær jørðini sum "2012 DA-14", sum fer fram við jørðini í dag.
Rúmdarsteinurin er góðar 45 metrar í tvørmát ella sum ein hálvur fótbóltsvøllur. Hann vigar 130.000 tons og ferðast 41.500 kilometrar um tíman.
Tá "2012 DA-14" fer fram við jørðini, er hann umleið 27.700 kilometrar burturi. Tað ljóðar at vera sera langt, men tey rúmdarkønu siga, at síðani skrásetingarnar byrjaðu í nítiárunum, er eingin so stórur rúmdarsteinur komin so nær jørðini sum "2012 DA-14".
"2012 DA-14" verður næst jørðini klokkan 19.25 í kvøld okkara tíð. Tá verður hann uppi yvir Indonesia.