Í dag skal kvinnan við flísini vitna

Myndin av norsku Linu Nærsnæs við einari langari træflís ígjøgnum høvdið fór um allan heimin tann 22. juli í fjør. Lina arbeiddi uppi á 11. hædd í stjórnarhúsinum í Oslo, tá bumban hjá Anders Behring Breivik brast uttanfyri.

Í dag skal Line Nærsnæs í rættin í Oslo at siga frá, hvussu hon minnist dagin.

-Vit mugu leggja meiri í dagin umframt at revsa gerningsmannin. Vit mugu brúka royndirnar til at forða fyri, at vit fáa aðrar hættisligar persónar, sigur Line Nærsnæs við blaðið VG.

Tá Line kom undir læknahond, vísti tað seg, at flísin sat innan fyri húðina á síðuni á høvdinum, so hon var heppin.