Í dag er gott at búgva á Kambsdali

- Eins so góðan summardag sum henda er sera gott her í dalinum, sigur ein av íbúgvunum á Kambsdali, Bergur Petersen

- Tað gongur rætta vegin við mær, sigur fuglfirðingurin, Bergur Petersen sum nú býr á Kambsdali.
Ábendingin er týðilig til tey 74 árini, hann hevur livað her á jørð. Hann veit og trýr, at ævinleikin bíðar honum ein dag.
Í góðveðrinum seinnapartin týsdagin var hann farin ein túr til gongu í hesi lutvíst nýggju bygdini. Tað er altíð gott við frískari føroyskari luft.
- Eg búgvi í hasum reyðu húsunum har niðri, sigur Bergur. Fara bara inn. Sonurin, Piddi er inni.
Vit takka fyri tilboðið, men mugu víðari í arbeiðsørindum okkara. Tað má verða eina aðru ferð!
 
Ein stór bygd
Í mong ár var eingin búseting á Kambsdali. Eitt leguhús og eitt snikkaraverkstað lógu her einsmøll í mong ár, áðrenn verulig gongd kom á byggingina.
Hyggur tú eftir Kambsdali í dag, er talan um eina rættiliga stóra bygd við húsum í hópatali, verkstøðum, ítróttarhøll og ikki minst teimum báðum stóru miðnámsskúlunum.
Sjálvur búsettist Bergur og familja hansara her í dalinum í 1981. Tá vóru bert fá onnur hús her í bygdini.
- Hatta hvíta har niðri, - tað var millum tey fyrstu. Og eitt lá har niðanfyri tað svarta. So tá vóru vit ikki so mong her uppi, sigur Bergur.
Er fólkatalið vaksið munandi síðani fyrstu húsini vórðu bygd, so er líkt til at tað fer at vaksa enn meiri tey komandi árini.
Fleiri grundøki eru seld og ein ætlan um stóra íbúðarbygging hevur verið frammi.
 
Gott at  búgva her
At byrja við dámdi Bergi kortini einki serligt at búgva herúti. Tað hevði sína natúrligu frágreiðing, tí í roynd og veru stóð familjan heimleys eftir at sethúsini í Fuglafirði brendu.
- Eg var til arbeiðis, tá tað hendi, men konan fekk bjargað øllum børnunum út. Tað var eisini í síðstu løtu, greiðir Bergur frá.
Eftir hetta fingu tey grundøki á Kambsdali og fór hann síðani undir at byggja sethúsini við góðum stuðli frá synunum, sum vóru smiðir.
- Í dag dámar okkum sera væl at búgva her. Serliga ein so góðan dag sum í dag er gott at búgva her á Kambsdali.
- Men eg veit ikki. Um veturin, tá høgættin kemur oman gjøgnum skarðið har yviri, tá er alt líka, sigur Bergur.
 
Munur á bilum
Sum 74 ára gamal hevur Bergur havt síni bestu vinnuføru ár. Men hvussu fær hann dagin at ganga?
- Tá eg havi etið morgunmat fari eg annaðhvørt til gongu ella eg taki bilin inn til postboks okkara, og taki tann postin sum er.
- Vanliga fari eg eisini inn til Haraldsen at keypa tað, sum keypast skal. Og síðani fari eg útaftur, greiðir Bergur frá.
Í góðveðrinum týsdagin var Bergur farin sær ein lítlan gongutúr í bygdini. Men tað var kortini eitt, sum hann mátti gera.
Hann fer niður í lumman eftir einum billykli. Hetta var kortini ikki lykilin til hansara egna bil. Tað er ein sonur hansara sum eigur hann, og kemur hesin aftur til Føroyar í næsta mánaði.
- Eg havi júst verið og kannað, hvussu eg skal starta handa bilin, ið stendur har niðri. Og nú havi eg so fingið at vita, hvussu ein ger, sigur Bergur.
Hann greiðir frá, at tá ein skal starta henda bilin skal ein fyrst snara lykilin eitt sindur til eitt klikk hoyrist, og síðani kemur eitt klikk aftrat.
- Sært tú, eg eri so bráður at fáa hann at starta.
- Tað er ikki sum við teimum gomlu. Har skuldi tú bara snara lykilin runt, so startaði motorurin, sigur Bergur við einum brosi.