álvarsamt, at teir hildu seg ikki til at gera nakað, so varð hon borin oman á brúnna og umborð á ein bát, sum førdi hana til Havnar á sjúkrahúsið. Hon kom frá tilburðinum uttan varandi mein, men hetta gjørdi [...] Malla gekk tvey ár á handilsskúla í Keypmannahavn, og heimafturkomin arbeiddi hon á virkinum hjá pápanum, til hon tann 20 sept. 1936 giftist við Klement Petersen, bónda í Mittúni á Selatrað. Men áðrenn [...] hjá Símuni og Jóhonnu á Høgabóli. Jóhanna og Símun áttu 6 børn, 2 synir, Jógvan og Esbern, og 4 døtur, Emma, Jenny, Malla og Ebbedina. Malla er einasta av syskinum, sum enn er á lívi, hini eru øll farin
gott, men nógv kann gerast nógv betri. Júst dagin í dag eiga kvinnurnar. Eg fari tí at senda eina heilsan til allar kvinnur, sum hvønn dag, tilvitað ella ikki, berjast fyri javnstøðu og rættvísi her í Føroyum [...] javnstøðu, eitt mótrák altjóða eins og her heima hjá okkum. Stórir frontar eru upp í móti hvørjum øðrum á fleiri mótum í heimssamfelagnum í dag, og hetta rák sæst eisini í arbeiðinum við javnstøðu. Hetta tarnar [...] virðiligum tóna, at tosa saman og søkja semjur heldur enn mótstøðu. Altjóða og í Føroyum hava vit tørv á hesum degnum at finna orkuna og áræðið til framhaldandi at stríðast. Og vit hava nógv at stríðast fyri
hesum sambandi eisini á gátt á básinum hjá Klaksvíkar kommunu. Hann hevur áður lýst Klaksvík sum heilsubý okkara, og fyri klaksvíkingar var tað tí sjálvsagt, at tey áttu at taka lut á stevnuni, sum Synergi [...] rættiliga sett heilsuna á breddan, og tí kunnu tit av røttum kalla tykkara bý fyri ein heilsubý, helt Hans Pauli fyri inni á básinum hjá klaksvíkingum »Klaksvík - ein Heilsubýur«. Á hesum básinum var hesin [...] fáa og vístur á veggin. Umframt hetta kunnaði Helena Pætursdóttir um virksemið hjá Artharmonia á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Umframt hetta máldi Sigrun Heldarskarð, sjúkrasystir lungnaorku á stevnugestunum
sjúkrasystrar, sálarfrøðingar og sálarlæknar gera fyri tey, sum hava brúk fyri sálarligari hjálp av og á. Tey, sum hava tílíka hjálp fyri neyðini, skulu ikki himprast við at søkja sær hana, tí hon finst. Og [...] sera dugnalig og tolin. Tit gera eitt megnararbeiði, ið ikki kann metast í pengum. Hetta er ein heilsan ti tykkum øll. Vinarliga Olaf Ludvig
alla tjóðina, sum liggur á røttum staði og í viðkomandi umhvørvi her í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara. Soleiðis tekur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen til í heilsan síni til gestirnar sum um [...] verða útvatnað. Borgarstjórin í Klaksvík staðfestir, at Sjómannadagurin, sum nú verður fyriskipaður á øðrum sinni, er komin fyri at vera. - Í ár er skráin fjølbroyttari enn nakrantíð. Hjá øllum er okkurt
fremmandu gesunum vælkomnum á enskum og las upp epistul og trúarorð. Eftir prædikuna, greiddi Heri Joensen, sóknarprestur frá hendingini við Rachel, sum fór á land 27. nov. 1786 á deiligum svínoyarmáli, og [...] stór mannfjøld fór yvir á Skotagravirnar. Her helt borgarstjórin, Gunvá við Keldu røðu, har hon takkaði teimum mongu, sum hava verið við til at fáa sett økið í virðiligan stand. Poul á Fuglberg,sáli, sum hevði [...] SÍGGJA MYNDATEMA 22 mans vóru við, av teimum bjargaðurst tríggir, og 17 lík vórðu funnin og grivin á tí staðið, sum síðani hevur itið Skotagaravirnar. Convener, Stephen Hagan frá Orknoyggjum, ið skipið
Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur og Skúgvi, heita á Løgmann, um at tryggja at hóast málið fellur, at peningur verður settur av, longu á komandi fíggjar-lóg, til endurnýggjan af flotanum, og harvið [...] a flotan. Tað ber ikki til at bíða longur – útoyggjarnar noyðast at fáa eina dagføring av skipunum á øllum farleiðum, og henda meting er eisini væl undirbygd av fakkunnleika, sum sigur at skipini ikki [...] fullum álvara av Føroya Løgmanni og Landsstýri. Við útoyggjakvøðu, vegna felag og umboðsráð. Vinarlig heilsan Olga Biskopstø, samskipari Óla Jákup úr Dímun, f ormaður
eg gekk tí og pyntaði til jóla inntil seint á nátt. Ætlanin var at yvirraska børnini, tá tey vaknadu, og bilsin gjørdust tey tá tey vaknadu, men tíverri ikki á tann hátt, sum ætlanin var hjá mær. Tey flestu [...] góða høgtíð hóast alt, tað var tað sum lá mær mest á sinni. Eg hevdi ilt av børnunum, at síggja hvussu skelkaði tey vóru og hvussu spyrjandi tey hugdu uppá á meg og hvussu ómetaliga røsk tey vóru til bara [...] lívið gerst allar mest torført at liva. Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum, sum á ein hvønn hátt stóðu okkum nær á jólum í fjør, eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Kærastu heilsanir frá Sonju
vit hava sett álit okkara á, sum hevur varðveitt okkum frá teimum vandum, ið vit hava verið í og frá teimum vandum, ið vit ongantíð vóru varir við. Tú hevur havt títt lívsstarv á sjónum, bæði við sluppum [...] fyri alt gott, ið vit nutu har. Eisini takki eg tykkum fyri, at tit komu suður í Bethel at heilsa upp á meg og at vera saman við okkum. Kári bróðir – tíðin er farin, og hana fáa vit ikki aftur! Men, gott [...] talur og alt, sum fór fram við virðing og sóma. Eg ynski Harrans ríku signing yvir tykkum øll við heilsan úr Sálmi 23.1: “Harrin er hirði mín”, og úr Sálmi 37.25: “Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal
skipaðu fyri matinum, søgdu, at eini 150 fólk vóru inni á gólvinum í skúlanum og heilsaðu Haraldi og familju hansara. Skúlastjórin, Karl A. Thomsen, vísti á, at alt í hesum heimi hevur sína tíð, og soleiðis [...] ára gomul, vóru vit nógv yviri á fótbóltsvøllinum og í ítróttarhúsinum; tá komu nakrar gamlar myndir upp at hanga. Haldi, tær vóru frá sjeytiárunum. Nógv foreldur vóru á myndunum ? summi við pannibondum [...] annað, sum ikki hevði minni týdning fyri trivnaðin, var, eg eg á ólavsøku í 1966 "rendi" meg í eina unga damu, sum gjørdist kona mín! Hann vísti á, at í eini so langari starvstíð eru tað altíð nakrar løtur