Hópur av fólki vóru møtt í Gøtu skúla týskvøldið til hugnaliga móttøku í samband við, at Harald Hammer, sum hevur verið lærari við Gøtu skúla í samfull 39 ár, nú leggur frá sær, 63 ára gamalur. Tey, ið skipaðu fyri matinum, søgdu, at eini 150 fólk vóru inni á gólvinum í skúlanum og heilsaðu Haraldi og familju hansara.
Skúlastjórin, Karl A. Thomsen, vísti á, at alt í hesum heimi hevur sína tíð, og soleiðis er eisini við einum lívsstarvi ella einum lívsverki.
- Nú tú hevur valt at leggja frá tær, hevur tú starvast í okkara skúla í samfull 39 ár. Tað eru ikki mong, sum kunnu breggja sær av at hava starvast á sama arbeiðsplássi í so mong ár. Siga vit, at tey elstu børnini í skúlanum vóru 13 ár, tá tú í tíni tíð komst til Gøtu at vera lærari, hava øll gøtufólk, sum í dag eru 52 ár og yngri, havt teg til lærara. So, tú hevur havt eina øgiliga ávirkan á gøtufólk, so ella so.
Karl segði, at tað at vera lærari er eitt ógvuliga serligt starv.
- Sum lærari hevur tú við tað besta og dýrabærasta hjá foreldrunum at gera. Børnini eru teirra gimsteinar. Uppgávan er at royna at snikka til og menna børnini, sum í allar flestu førum eru deilig børn. Tá ið tú hevur havt hesar vælsignaðu spýrar um hendi í sjey ár, veitst tú, at tín tíð til at tæða, ávirka og brynja tey út til lívið - til at gerast góðir og vælvirkandi samfelagsborgarar ? er av.
Karl vísti á, at tað at vera lærari er ikki sum so mong onnur størv, har tú, tá ið dagurin er liðugur, kanst seta teg niður og gera upp tað, tú hevur fingið burturúr fyri henda eina dagin. Nei, arbeiði sum lærari er ein longri "prosess", men til ber at samanbera, hvat børnini dugdu, tá ið tey fyrstu ferð trinu inn um skúlans gátt ? og hvat tey duga sjey ár seinni, tá ið tey fara úr skúlanum.
- Tíbetur er vanliga stórur munur á hesum, men veruliga úrslitið sært tú ikki fyrr enn um eini 10, 20 ella 30 ár. Tástaðni sært tú ? ella heldur teg síggja ? fruktirnar av tínum arbeiði. Tú sleppur ikki børnunum, tá ið tey eru um 14 ára aldur, men fylgir teimum í tí stilla á teirri lívsleið. Millum tær bestu løturnar hjá einum lærara eru løturnar, tá ið tú hoyrir, at tað gongst tínum næmingum væl. Og best er, tá ið tað gongst teimum enn betur, enn tú nakrantíð hevði roknað við, tí tú visti ? ella helt teg vita ? hvørji kort, tey høvdu í hondini at spæla við.
Skúlastjórin segði, at lærdómur so ella so er neyðugur, um vit skulu mennast og duga at virka og taka avgerðir undir felags ábyrgd sum skilagóð og virkin menniskju í einum tryggum og góðum fólkaræðisligum samfelag.
- Hetta er tín og okkara løta, Harald! Eg fari vegna skúlan at takka tær fyri tína góðu og trúgvu tænastu og vóni virkuliga, at tú fært nógv góð og innihaldsrík ár, nú tú fert at nýta títt otium. Vit, sum kenna teg, vita øll, at tú verður ikki arbeiðsleysur. Tú gongur so høgt upp í tíni børn og teirra familjur; so har verður okkurt at tríva í ? og haraftrat ert tú so góður við abbabørn tíni!
Karl A. Thomsen segði, at Harald skuldi ikki gerast skakkur, um telefonin ringir onkran dagin, og hann verður biðin um at taka eina hond í, tá ið lærarum berst frá at møta.
- Hjartans tøkk fyri alt, tú hevur útynt fyri skúlan og øll góð ynskir fyri framtíðina, segði skúlastjórin í røðu síni.
Poula Gregersen, sum er formaður í trivnaðarnevndini hjá Gøtu kommunu, varaborgarstjóri og limur í skúlastýrinum, segði eisini nøkur orð við móttøkuna.
So ung, sum hon er, helt hon fyri, at 39 ára starvstíð er ein ófatiliga long tíð í hennara verð.
- Harald byrjaði sum lærari við Gøtu skúla 16 ár, áðrenn eg varð fødd ? og tá var mamma mín bert 5 ára gomul! Tá ið vit byrjaðu í fyrsta flokki í 1989, hevði Harald verið lærari í Gøtu í 23 ár. Tað er líka nógv ár, sum eg eri nú, segði Poula.
Hon legði aftrat, at hon hevur havt Harald til roknilærara og helt fyri, at hon nú mundi hava roknað rætt!
- Tá ið vit vóru eini 10-12 ára gomul, vóru vit nógv yviri á fótbóltsvøllinum og í ítróttarhúsinum; tá komu nakrar gamlar myndir upp at hanga. Haldi, tær vóru frá sjeytiárunum. Nógv foreldur vóru á myndunum ? summi við pannibondum og onnur í alt ov smáum klæðum. Harald var avmyndaður í jogging-drakt. Hetta hildu vit vera ógvuliga stuttligt, tí vit høvdu bara sæð hann í brúnum inniskóm, klædningsbuksum og stuttermaðum skjúrtum spaserandi eftir gongini í skúlanum.
Poula segði seg hava skilt, at Harald var rættiliga virkin innan ítrótt ? og hon hevði eisini hoyrt, at hann í sínari tíð var ein sera góður hondbóltsmálmaður.
Eftir at skúlastjórin og varaborgarstjórin høvdu sagt nøkur orð, handaði borgarstjórin í Gøtu kommunu, Páll Isholm, Haraldi eina gávu frá Gøtu kommunu, skúlastýrinum og skúlanum.
Hetta var ein steinur við mynd av skúlanum, flaggstong og føroyskum flaggi.
At enda takkaði Harald Hammer fyri, at so mong vóru komin at heilsa honum og familjuni og greiddi við vælvældum orðum frá, hvussu tað kennist at gevast í skúlanum eftir so mong ár.
Hann segði, at dagurin kendist tungur og helt fyri, at tað neyvan er undarligt eftir so langa tænastu.
- Eg kom her sum ungur og nýútbúgvin lærari í 1966. Kendi ongan, tá ið eg kom til bygdina, men varð ógvuliga væl móttikin. Eg kom skjótt at kenna fólk, serliga tey ungu, og mær dámdi væl beinanvegin. Tað var serliga ígjøgnum ítróttin, at eg kom at kenna ungdómin í bygdini. Eitt annað, sum ikki hevði minni týdning fyri trivnaðin, var, eg eg á ólavsøku í 1966 "rendi" meg í eina unga damu, sum gjørdist kona mín!
Hann vísti á, at í eini so langari starvstíð eru tað altíð
nakrar løtur, sum seta seg fastari enn aðrar.
- Tað var soleiðis ein stór løta í 1973, tá ið farið varð undir at útbyggja skúlan, sum annars er bygdur í 1929 ? og løtan var ikki minni, tá ið nýggi skúlin varð tikin í nýtslu í 1974. Vit hildu í fyrstani, at skúlin var ógvuliga stórur ? og hetta var ein góð tíð. Men skjótt vísti tað seg, at skúlin var ikki so stórur kortini.
Harald segði, at eitt annað hæddarpunkt í hesi longu tíð er dagurin, tá ið tú gevst.
- Eg haldi ikki, at eg havi nátt á mál. Eingin lærari nær á mál, men tað er umráðandi, at vit stýra eftir málinum. Viðhvørt tykist málið nærri, og viðhvørt tykist tað kámari. At vera lærari, er sum at vera reingeringsfólk. Tú verður ongantið liðugur. Eg leggi frá mær við góðari samvitsku. Vit hava gott fólk her á skúlanum ? góðar lærarar, góð børn og góða leiðslu, og vit hava eitt kommustýri, ið hevur viljað skúlanum og børnunum, sum eru okkara framtíð, væl.
At enda takkaði hann lærarum, leiðslu, børnum, foreldrum og kommustýri fyri góð ár ? og hann takkaði enn einaferð øllum teimum mongu, sum vóru møtt at heilsa honum og familjuni, nú hann gevst.
- Eg skal royna ikki at sakna tykkum alt ov nógv, nú eg gevist, meðan heilsan enn er hampiliga góð, segði Harald Hammer sorgblíður.









