Tá ið tú kom norður í Sund Hvannasund, var havnarlagið fullsett í bilum hjá fólki, sum vóru farin til Svínoyar um vikuskiftið av vera við til minningarhaldið við minnisvarðin til minnis um teir 19 menninar, sum fórust við Skotaskipinum, ið Rachel vanlliga varð kallað.
TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA MYNDATEMA
22 mans vóru við, av teimum bjargaðurst tríggir, og 17 lík vórðu funnin og grivin á tí staðið, sum síðani hevur itið Skotagaravirnar.
Convener, Stephen Hagan frá Orknoyggjum, ið skipið kom frá, og føroyavinurin Alexander J. Cluness, sum er convener í Hetlandi, vóru við til hátíðarhaldið. Convener merkin ráðsformaður og kann í ávísan mun samanberast við løgmann hjá okkum.
Byrjað varð við guðstænastu og var her ivaleyst talan um seinastu prædiku hjá Elsu Funding í starvi sínum sum sóknarprestur Norðoya eystara prestagjald, við sæti í Ónagerð, ið Svínoy hoyrir til, tí hon fer í summarfrí nú og gevst sum prestur í desember í ár.
Dómpróstur, Uni Næs, beyð fremmandu gesunum vælkomnum á enskum og las upp epistul og trúarorð.
Eftir prædikuna, greiddi Heri Joensen, sóknarprestur frá hendingini við Rachel, sum fór á land 27. nov. 1786 á deiligum svínoyarmáli, og knýtti søgur uppí, sum hava livað á mannamunni í meir enn tvær øldir um hesa serstøku hending.
Ein kvartett frá Klaksvíkar Hornorkestri spældi pre- og postludium, eins og teir spældu undir til onkrar av sálmunum. Hetta var eisini við til at seta ein serligan hátíðarligan dám á løtuna í stúgvandi fullu Svínoyar kirkju.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu sá ógvuliga stórt í hesum hátíðarhaldi, minningarhaldi og avdúkanini av minnisvarðanum, sum hevur fingið eina vakra plátu frá Stromness, ið løgmaðurin í Stromnes skuldi avdúka, at hon hevði tikið borgarstjóra-ketuna uppá. Hon ber hesa ketu bert til heilt serlig høvi, sum tá í drotningin er á vitjan. Men hevði valt at taka býráðs-ketuna uppá og sømdi hetta sær sera væl til høvið, ið hevur sín uppruna í eini hending, sum fór fram fyri 225 árum síðan.
Hóast eitt frískt lot, so var gott verður og turt, tá ið ein stór mannfjøld fór yvir á Skotagravirnar. Her helt borgarstjórin, Gunvá við Keldu røðu, har hon takkaði teimum mongu, sum hava verið við til at fáa sett økið í virðiligan stand. Poul á Fuglberg,sáli, sum hevði givið pening til endamálið, J. P. Gregoriussen fyri uppskotið at seta økið við minnisvarða í stand eftir, Stephen Hagan, ráðsformanni at vísa staðnum og søguni ta tign og virðing at koma higar at avdúka plátuna, sum Stromness hevur givið til høvið. Eisini takkaði hon Landsverk fyri vegir og Innlendismálaráðið at hava latið stuðul til verkætlanina.
Stephen Hagan, ráðsformaður, fegnaðist um at vera í Svínoy til henda serliga dag og kendi seg væl móttiknan alla staðir. Hann greiddi frá, at henda søgan, sum hevur verið so væl varðveitt í Svínoy ikki var so kend í Stromness í Orkunoyum. Men vildi hann nú verða viðvirkandi til at hetta skuldi broytast. Hann vónaði, at ættarfólk at teimum monnum, sum her liggja í framtíðini, við hesum kunnleika og orkunoyabúgvar annars, av røttum kundu seta sær Svínoy sum ferðamál.
Dávur Winther, mentanarleiðari las upp heilsan frá Amaliu Poulsen, sum hevur latið akkerið til minnisvarðan. Eisini las hann upp brot úr tí, sum skrivað er um hendingina í Stromnes.
Uni Næs, dómpróstur hugleiddi um akkerið sum ímyndin av vónini og fegnaðist um at karmarnir kring hesa søgu og hetta stað nú var sett í virðiligan og tignarligan stand. Uni Næs, dómpróstur lýsti at endanum signing yvir økið kring Skotagravirnar.
Bygdin var flaggskrýdd, og við Skotagravirnar varð flaggað við Merkinum og flagginum frá Orknoyum Hópin av fólki vóru komin saman til høvið og var onkur svínoyingur, ið lílilátin vísti takksemi fyri, at økið kring Skotagravirnar nú endiliga var sett í prýðiligan og tignarligan stand. Tann eini greiddi frá, hvussu ilt tað gjørdi honum, tá ið allur bøurin var sligin, at bert Skotagravirnar lógu eftir.
Aftaná løtuna við Skotagravirnar, varð boðið til suppu, kaffi og køkur í dansistovuni; og var har eisini stúgvandi fult at fólki. Eisini var skúlin opin, har ein myndaframsýning hekk og ein lítil kista, frá Skotaskipinum - kanska til klæðir - varð sýnd fram.
Hetta er fyrsta ferðin, at almennir gestir frá Orknoyum hava verið í Svínoy at vitja Skotagravirnar - Stephen og Alaxander tóku til, at nú er ringurin kring hesa 225 ára gomlu søguna, sum er millum oyggjar okkara, endiliga fullfíggjaður.
Teir vóru takksamir fyri at hava verið við til hetta serliga minningarhaldið og tað sama vóru øll hinu mongu frá Svínoy og aðrastaðni, og vóru fegin um henda virðiligan dag, sum hevði sett nógv uppá pláss í sinni teirra.
Orð & Myndir: Dávur Winther