Ein hjartans tøkk

Tað er eitt stórt og krevjandi arbeiði, ið fer fram innan okkara heilsuverk.

Tað eru fleiri, sum eru sera takksom fyri ta hjálp, ið læknar, sjúkrasystrar, sálarfrøðingar og sálarlæknar gera fyri tey, sum hava brúk fyri sálarligari hjálp av og á.

Tey, sum hava tílíka hjálp fyri neyðini, skulu ikki himprast við at søkja sær hana, tí hon finst. Og teimum, sum veita okkum hana, vil eg senda mína hjartans tøkk.

Tit eru sera dugnalig og tolin.

Tit gera eitt megnararbeiði, ið ikki kann metast í pengum.

Hetta er ein heilsan ti tykkum øll.

Vinarliga

Olaf Ludvig