- Við hesum degnum hava vit fingið eina hátíð fyri alla tjóðina, sum liggur á røttum staði og í viðkomandi umhvørvi her í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
Soleiðis tekur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen til í heilsan síni til gestirnar sum um vikuskiftið fara at vitja heimbý hansara.
Hansara vón er, at hesin dagurin fær loyvi til at vera ein einstakur serstakur dagur, sum ikki verður kopieraður og eftirlíknaður av øðrum. Um so verður, er vandi fyri at dagurin og hugskotið aftanfyri hann verða útvatnað.
Borgarstjórin í Klaksvík staðfestir, at Sjómannadagurin, sum nú verður fyriskipaður á øðrum sinni, er komin fyri at vera.
- Í ár er skráin fjølbroyttari enn nakrantíð. Hjá øllum er okkurt áhugavert at vitja, og ikki at tala um: Tiltøkini eru ókeypis!, slær hann fast.