Ein innilig áheitan á løgmann frá útoyggjunum

Í samband við, at løgtingsmál: LM-072/2020 : Uppskot til løgtingslóg um at endurnýggja strandfaraflotan, kemur til 2. viðger í Løgtinginum týsdagin 13. apríl, vilja vit vegna allar útoyggjarnar, Nólsoy, Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur og Skúgvi, heita á Løgmann, um at tryggja at hóast málið fellur, at peningur verður settur av, longu á komandi fíggjar-lóg, til endurnýggjan af flotanum, og harvið fylgja uppskotinum, sum nú fyriliggur upp.

Uppskotið hjá Tjóðveldi, fevnur um at byggja fýra ferjur til Strandfaraskip Landsins, og umbygging av einari. Hendan okkara áheitan fevnir eisini um farleiðirnar Hestur og Mykines, ið skulu við ætlanina at endurnýggja flotan.

Tað ber ikki til at bíða longur – útoyggjarnar noyðast at fáa eina dagføring av skipunum á øllum farleiðum, og henda meting er eisini væl undirbygd av fakkunnleika, sum sigur at skipini ikki lúka krøvini til trygd longur, og tær lappaloysnir, sum verða gjørdar nú, halda bert í eitt stutt tíðarskeið.

Við vón um at hetta mál verður tikið í fullum álvara av Føroya Løgmanni og Landsstýri. 

Við útoyggjakvøðu, vegna felag og umboðsráð.

Vinarlig heilsan

Olga Biskopstø, samskipari                                                           

Óla Jákup úr Dímun, formaður