sonnum kunnu merkja, at vit liva í einum mentaðum landi, har virðingin fyri tí einstaka borgaranum, líka mikið hvussu hann ella hon eru útborin, ger okkara samfelag til eitt samfelag, sum er gott, og sum [...] búgva seg út til somu yrkisleið sum tit, ið skulu berjast fyri sømuligum korum og arbeiðslíkindum hjá tykkara týdningarmiklu og ósjálvsøknu stætt. Tit vita, at tit fara at fáa mangt nosið frá teimum, sum [...] verk. Tað er frá tykkara væl gjørda verki, at tignin má koma. Tit vita, at stór ábyrgd liggur á tykkum, og at vit, sum hava hjálpt tykkum at búgva tykkum út, vænta, at tit fara at liva upp til vónirnar og
hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika á sinni. Út frá tí avgjørdu støðu, sum floksformaður tjóðveldisfloksins á tingi gav til kennar í almennu viðmerkingini til úrslitið av veljarakanningini, kunnu vit ikki [...] 32 løgtingsumboðunum, sum skulu veljast, og neyvan fer at bera til at stovnseta Tjóðveldið Føroyar við 16 av 32 atkvøðum á tingi. Nakað annað er so tað, at hinir báðir flokkarnir ? fólkaflokkurin og sjá [...] við, at tær atkvøðurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á komandi løgtingsvali verða nýttar til annað, enn framhaldandi andstøðupolitikk tey komandi fýra árini. Formaðurin hevur útihýst so at siga øllum
løgtingsfíggjarlógini til hetta endamálið, men ikki nærtil nóg mikið til at nøkta tørvin. Skótarørslan fær 200.000 kr. frá tí almenna, men tað er eyðsæð, at hetta langt frá er nóg mikið til at fíggja tey tiltøk [...] borið til. M.a. verða á hvørjum ári seldir lutaseðlar, tó at tað gerst truplari og truplari at selja so hvørt sum útboðið av pengaspølum gerst alsamt størri og størri. Síðani verður skipað fyri einum árligum [...] alsamt við at fáa føroyingum sjálvstøðugan limaskap. Og til ber eisini til altjóða stevnur at draga Merkið í húnar hátt, tó at undantaksloyvi má til. 60 ár næsta ár Vanligt er at hava ávís evni frammi á
Telduspøl til gentur nøkta framvegis ikki tørvin, men Mattel, fyritøkan aftanfyri tær langlimaðu barbiedukkurnar, ger sítt til at fáa gentuspølini á handilshillarnar. Fyrsta heitið frá fyritøkuni kom fyri [...] fyri einum hálvum ári síðani. Nú eru 5 donsk heiti á marknaðinum, og tey næstu trý eru longu á veg. Og tíbetur ? tí uttan mun til, hvat ein annars heldur um hesar vælsignaðu barbiedukkurnar, so er her [...] kunnu genturnar gera Barbie ella tríggjar av vinkonum hennara til reiðar at fara út, í brúdleyp, til føstulávint ella til arbeiðis. Tær kunnu klippa, krúlla, seta upp, lita og sanniliga eisini fáa hárið at
sum kemur til sjóndar nú, er meira stemningar og kenslur í samfelagnum. Tað er kanska eisini hetta, ið nú gera seg galdandi í kanningini, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eingin hugsar um annað enn sambandið [...] Nú havi eg ikki sett meg inn í kanningina, men hon kann vera við til at vísa ein heilstoyptan flokk. Tað er ein dygd, at formaðurin í einum flokki markerar seg, og tað hevur flokkurin altíð havt. - Tað er [...] evni. Tað er formaðurin í Javnaðarflokkinum fegin um - serliga framgongdina, hóast hon er lítil í mun til framgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum. - Okkara framgongd er meira eftirfarandi og støðug, sigur Jóannes
uppskot, sum ikki vinna frama í einum meiriluta á Føroya Løgtingi. Loysingin hevur undirtøku millum kanska í dag góð 20%, meðan støðan hjá Samabndsflokkinum bert hevur undirtøku frá uml. 20%. Restin t.v.s. 60% [...] gera seg til talsmann fyri, men vit náa ongum máli uttan at vit fara inn eitt politiskt samstarv við aðrar flokkar á tingi, sum eisini vilja hava broytingar. So í løtuni ber so framvegis til at siga, at [...] Tíðindabræv - nr.1 frá 8. febr. 1998 Nýggja tøkniliga menningin hevur nú eisini givið okkum politikkarum enn ein møguleika at bera okkara politiska boðskap fram. Og júst hetta at fáa politsku boðini og
kastar annað og meiri av sær enn júst til skipasmiðjuna. Fleiri aðrar fyritøkur njóta gott av serliga umbyggingunum. ? Tað er jú ofta so nógv annað, ið skal gerast enn júst tað, ið vit gera. Til dømis kann [...] nýtt, nú tað fór avstað til Íslands aftur. Hetta er størsta arbeiðið, ið skipasmiðjan hevur havt, síðani hon fór í gongd aftur, og hevur verið við til at tryggja støðugt arbeiði til tey um 80 fólkini, ið [...] at tosa um. Í vánaligum standi Skipasmiðjuni tørvaði eina hjálpandi hond, tá hon varð keypt fyri einum ári síðani. ? Alt var meiri ella minni niðurslitið, og tí var neyðugt at bøta um, áðrenn farið var undir
ikki kann sigast annað, enn at teir hava tikið seg saman og tað við lít. Dysturin var annars sera skiftandi. Liðini skiftust um at vinna. Fram vann fyrsta, triðja og fimta sett og ÍF annað og fjórða sett [...] endaði við sigri til ÍF 15-8. Fram vann triðja sett 15-13. Tað fór fram sum fyrsta sett, har liðið fekk lagt seg framum og hildið seg har. Fjórða sett vann ÍF aftur, og so skuldi fimta settið til. Í fimta settinum [...] leiðsluna inni á vøllinum og gjørt tær rættingar sum skuldu til. Hann sigur sjálvur, at hann ikki heldur, at hann hevur tað neyðuga yvirblikkið til at gera hetta í so týdningarmiklum dystum sum nú eru fyri
Hin vegin er tað hvørt um annað, hvønn av teimum báðum tjóðveldismonnunum, Heini O. Heinesen og Finnboga Ísakson, veljarin vildi havt til løgmann. ? Hetta vísir okkum ikki annað, enn at Tjóðveldisflokkurin [...] fyrst hava álitið frá veljarunum, áðrenn viðkomandi kann koma uppá tal sum løgmansvalevni. ? Hinvegin er tað neyðugt hjá einum flokki at virða eitt valúrslit. Tí verða toppskorararnir í einum flokki settir [...] flokkinum. Annars gevur tað onga meining. Tað hevur elvt til nógva umrøðu seinastu dagarnar, at Tjóðveldisflokkurin onki greitt evni hevur til løgmanssessin, hóast veljarakanningar vísa, at hann verður
tíggju teir fyrstu mánaðirnar av farna ári vísir, at hann í mun til 1996 er 8 mió. betri. Og út frá fyribils tølunum fyri november og desember mánað, so sær út til, at eisini teir hilnaðust betri enn roknað [...] broyting í nøgd og prísi vera nóg mikið til, at eitt yvirskot verður vent til eitt undirskot. Innflutningurin økist Á tølunum sæst, at innflutningurin av vørum til Føroya økist. Samlaði innflutningurin vaks [...] innflutning. Vit innflyta 17% meira fóður, 19% meira av vørum til byggivirki, og 30% meira av maskinum og aðrari útgerð. Hyggja vit eftir vørubólkinum »til byggivirki«, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta