? Hvør verður løgmaður er ómøguligt at siga frammanundan. Men tað liggur fast, at er veljarakanningin røtt, er tað eingin ivi um, at løgmaður skal koma úr Tjóðveldisflokkinum. Annars gevur tað onga meining.
Tað hevur elvt til nógva umrøðu seinastu dagarnar, at Tjóðveldisflokkurin onki greitt evni hevur til løgmanssessin, hóast veljarakanningar vísa, at hann verður størsti flokkur aftaná løgtingsvalið nú í vár, ella í summar.
Men at tað skal verða nakar beinleiðis vansi hjá flokkinum, er formaður floksins á tingi, Heini O. Heinesen, als ikki samdur í.
Hann heldur tvørturímóti, at tað ber yvirhøvur ikki til at útnevna eitt løgmansvalevnið áðrenn valið.
? Eitt møguligt løgmansvalevni finna vit aftaná valið.
? Tí fáa vit so stóra undirtøku, sum veljarakanningin vísir, og tvífalda tingmannatalið upp í átta tingmenn, so verða fýra nýggj fólk á tingi.
? Og tað kann so væl vera, at eitt møguligt løgmansvalevni er at finna teirra millum.
Í øllum førum heldur Heinesen at tað verður valúrslitið sum í stóran mun fer at gera av, hvør løgmansvalevni Tjóðveldisfloksins verður.
? Eg haldi, at tað valevnið, sum fær flestar atkvøðurnar afturímóti støddini á valdøminum, eigur at hava bestan møguleikan at verða løgmaður fyri Tjóðveldisflokins, um tað kemur so langt.
Tó sigur Heini O Heinesen, at tað hevur ikki løgmanssessurin, sum hevur størstan týdning fyri Tjóðveldisflokkin og hann útihýsir als ikki møguleikan fyri at lata løgmanssessin frá sær skuldi ein samráðingarstøða kravt tað.
? Tað hevur størri týdning at vit fáa sum mest av okkara politikki á dagsskránna, enn at vit fáa løgmann.
? Hinvegin vænti eg ikki, at vit fáa nakað serligt av okkara politikki ígjøgnum fáa vit ikki løgmann. Tað skal vigast og metast um, sigur Heini O. Heinesen.
Óføroyskt og ódemokratiskt
Í veljarakanningini hjá Dimmalætting nú um vikuskifti, verður veljarin biðin at vísa á løgmansvalevni hjá fýra teimum størstu flokkunum.
Eftir kanningini hava veljararnar púra greið løgmansvalevni í báði Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, Sambandsflokkinum, Edmund Joensen og í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.
Hin vegin er tað hvørt um annað, hvønn av teimum báðum tjóðveldismonnunum, Heini O. Heinesen og Finnboga Ísakson, veljarin vildi havt til løgmann.
? Hetta vísir okkum ikki annað, enn at Tjóðveldisflokkurin hevur tað sterkastu hugsjónina, men at hinir flokkarnir gera meiri burturúr at føra einstakar persónar fram.
Men hetta avdúkar eisini, hvussu sterka floksdisiplin, javnaðarfólk hava. T.d. eru tað fleiri Tjóðveldisfólk enn javnaðarfólk, ið vilja hava Maritu Petersen til løgmann.
So lítla undirtøku hevur fyrrverandi løgmaður frá sínum egnu floksfeløgum
Heini O. Heinesen heldur, at fjølmiðlarnir hava stóran leiklut í, hvørji løgmansvalevnini eru.
? Eg havi ongan mikrofonhaldarar, sum Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen hava. At teir altíð sleppa framat í tíðindatænastuni ger uttan iva sína ávirkan galdandi táið veljarin skal vísa á løgmansvalevni.
Men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur, at tað er báði óføroyskt og ódemokratiskt at dyrka einstakar persónar í politikki.
? Hvat nú um eitt av løgmansevnunum fær eitt vánaligt val, og flokkurin fær løgmann. Skal hann so partout í løgmansessin kortini.
? Tað er ódemokratiskt og heilt burturvið at ein flokkur avgjørt skal hava løgmansevni greitt uppundir eitt val, heldur hann løgmansvalevnið skal fyrst hava álitið frá veljarunum, áðrenn viðkomandi kann koma uppá tal sum løgmansvalevni.
? Hinvegin er tað neyðugt hjá einum flokki at virða eitt valúrslit. Tí verða toppskorararnir í einum flokki settir á ytsu brík, fer tað at kosta flokkinum dýrt.
Kostar at troka onnur burtur
Heini Heinesen sigur, at táið flokkar so miðvíst føra einstakar persónar fram, kann tað gott henda, at tað tað kostar í atkvøðum í hinum endanum.
? Tí verður ein persónur førdur fram, er so skjótt, at aðrir verða offraðir.
? Tjóðveldisflokkurin hevur átt sterk valevni, sum eru sett á ytstu brík, og tað hevur kostað flokkinum dýrt í atkvøðum.
Hann vil tó ikki siga, hvørji, hann meinar vi-
? Og tað kann so væl vera, at tað kann kosta báði Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og øðrum, atkvøður, at teir føra seg fram við einum sterkum leiðara, heldur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.