Fram vann eisini á ÍF

Flogbóltur: Hóast ÍF eitt skifti í fimta settið var frammanfyri 9-2, so megnaði Fram tað ímóti ÍF sunnudagin, sum Fleyr ikki megnaði leygardagin. Teir komu aftur í aftur og vunnu settið. Og tað er eitt bragd í sjálvum sær

Tað sum Fleyr ikki megnaði leygardagin, gjørdi Fram sunnudagin.

Teir vóru aftan fyri 9-2 í fimta settið, men megnaðu at vinna 15-11.

So ikki kann sigast annað, enn at teir hava tikið seg saman og tað við lít.

Dysturin var annars sera skiftandi. Liðini skiftust um at vinna. Fram vann fyrsta, triðja og fimta sett og ÍF annað og fjórða sett.

ÍF hevði til dystin sunnudagin styrkt seg á spælskiparaplássinum. Teir høvdu tikið Odd Eliasen upp av b-liðnum, og tað er óivað skilagott. Spælskiparaplássið hevur verið teirra trupulleiki í fleiri dystum í ár.

Fyrsta sett var eitt sindur trilvandi hjá Fram.

Um teir vóru troyttir frá degnum fyri, skal verða ósagt, men Sigmund av Teigum sigur, at spælið ikki virkaði sum tað skuldu.

? Vit eru ikki nóg støðugir í løtuni, sigur hann.

Men líka mikið, tí teir vunnu fyrsta sett 15-13.

Fram legði seg á odda, beinanvegin og syrgdi so fyri at halda fast, og tann setningin greiddu teir.


Hamskiftir

Í øðrum settið vóru teir sum hamskiftir.

Byrjanin av settinum fór púrasta í vaskið, og ÍF fekk sær eina góða leiðslu.

Tá íð Fram vaknaði, var ov seint, og settið endaði við sigri til ÍF 15-8.

Fram vann triðja sett 15-13. Tað fór fram sum fyrsta sett, har liðið fekk lagt seg framum og hildið seg har.

Fjórða sett vann ÍF aftur, og so skuldi fimta settið til.

Í fimta settinum leygardagin legði Fram seg á odda við 8-0 eftir stuttari løtu. Tá kláraði Fleyr ikki at koma upp aftur.

Men sunnudagin var tann øvugta verð.

ÍF reyk avstað, og eftir stuttari løtu vóru teir frammanfyri heili 9-2.

Nú átti ÍF at klára at hála settið heim, men so var ikki.

Fram broytti taktikk og fór at konsentrera seg um blokaduna og at pressa ÍF-leikararnar til at gera feilir.

Taktikkurin hepnaðist.

Persónligu feilirnir hjá Fram vóru burtur, meðan ÍF leikararnir nú gjørdu nógvar feilir.

Hjá ÍF var tað serliga Bartal Eliasen, sum var óheppin í fimta settið. Nógvir av bóltunum hann slóg, fóru út av vøllinum, og bita fyri bita át Fram seg inn á ÍF.

Endaliga úrslitið av settinum gjørdist 15-11, og tað merkir, at ÍF bert fekk tveir servimøguleikar afturat í øllum settinum, og tað er í sjálvum sær eitt tekin um gott verjuspæl frá Fram.


Fáa sær mann

á bonkin

Fram kappast nú við Mjølnir um, hvør skal hava meistaraheitið í ár.

Og fyri at betra um sínar møguleikar ætla teir nú at fáa sær ein mann á skiftibonkin.

Tað er Sigmund av Teigum sum hevur havt leiðsluna inni á vøllinum og gjørt tær rættingar sum skuldu til.

Hann sigur sjálvur, at hann ikki heldur, at hann hevur tað neyðuga yvirblikkið til at gera hetta í so týdningarmiklum dystum sum nú eru fyri framman, tí hann merkir, at hini liðini, eru farin at leggja taktikkin eftir hansara spælið.

Teir hava tí roynt at fingið fatur á einum manni, sum fyrr hevur vant teir, at leiða teir gjøgnum teir seinastu tríggjar dystirnar.

Hvussu tað fer at gangast hoyra vit nærri um í nærmastu framtíð.

Men tað er givið, at Fram er eitt framtíðarlið. Teir hava ungt fólk á liðnum, og verða teir allir verandi í Føroyum, so sær gott út hjá teimum.

Tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer.