Ein veljarakanning, ið næmingar á handilsskúlanum á Kambsdali hava gjørt, og sum varð almannakunngjørd beint áðrenn vikuskiftið, gevur ábendingar um, at tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð í søguni gerst størsti flokkur á tingi. Í eini viðmerking til kanningina, segði formaður floksins á tingi, at flokkurin vil skipa samgongu við tí fyri eyga at stovnseta føroyskt tjóðveldi.
At fremja eina so avgjørda støðu í ríkisrættarligu viðurskiftunum krevur, at tjóðveldisflokkurin einsamallur fær reinan meiriluta á tingi, og tað gevur veljarakanningin als ikki nakra ábending um. Alt bendir á, at úrslitið av nevndu veljarakanning er merkt av teirri spentu støðuni, ið hevur valdað millum Danmark og Føroyar, og sum helst kom í hæddina nú aftan á at vit fingu frágreiðingina frá bankakanningarnevndini.
Tí kunnu vit neyvan rokna við, at undirtøkan fyri tjóðveldisflokkinum gerst størri sum frálíður, men at hon heldur fer at vikna, so hvørt tíðin gongur og valið kemur nærri. Men um so verður, at tjóðveldisflokkurin kortini gerst størsti flokkur á tingi og skal hava samráðingarleiðsluna eftir valið, so eigur tjóðveldisformaðurin at vita, at tað finst ongin flokkur á Føroya Løgtingi, sum vil samstarva við tjóðveldisflokkin við tí fyri eyga, at vit beinan vegin skulu stovnseta føroyskt tjóðveldi.
Í viðmerkingini nevndi floksformaðurin eina sjálvstýrissamgongu. Tann søguliga sjálvstýrissamgongan, ið vit kenna frá sekstiárunum, fevndi um tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin. Eftir veljarakanningini fáa hesir tilsamans 16 løgtingsumboð. Tað er júst helmingurin av teimum tilsamans 32 løgtingsumboðunum, sum skulu veljast, og neyvan fer at bera til at stovnseta Tjóðveldið Føroyar við 16 av 32 atkvøðum á tingi. Nakað annað er so tað, at hinir báðir flokkarnir ? fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ? eftir tí teir siga seg at standa fyri í politikki, neyvan taka undir við sjónarmiðunum hjá Heina O. Heinesen.
Viðmerkingin frá tjóðveldisformanninum á tingi fær meg at hugsa um søguna um eina kúgv, sum tá hon var liðugt mjólkað, setti kleyvin niður í mjólkina við tí úrsliti, at øll framleiðslan fór fyri skeytið. Orðini hjá Heina O. Heinesen mugu tulkast soleiðis, at hann í fyrstu syftu útihýsir øllum hinum flokkunum, og at hann í aðru syftu útihýsir helminginum av løgtingsflokkunum. Nevniliga sambandsflokkin, javnaðarflokkin, miðflokkin og kristiliga fólkaflokkin. Ætlar maðurin at reka politikk ímóti viljanum hjá meirilutanum av Føroya fólki og ímóti meirilutanum á Føroya Løgtingi? Um hetta er ætlanin kunnu vit sammeta okkum við hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika á sinni.
Út frá tí avgjørdu støðu, sum floksformaður tjóðveldisfloksins á tingi gav til kennar í almennu viðmerkingini til úrslitið av veljarakanningini, kunnu vit ikki rokna við, at tær atkvøðurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á komandi løgtingsvali verða nýttar til annað, enn framhaldandi andstøðupolitikk tey komandi fýra árini. Formaðurin hevur útihýst so at siga øllum øðrum møguleikum.
So at siga øll tey, sum hava atkvøðurætt á komandi løgtingsvali eins og á øllum valum, vilja nýta sína atkvøðu soleiðis, at hon fær eina ávirkan á tann politikk, ið rikin verður á Føroya Løgtingi tá valið er av. Viðmerkingin frá tjóðveldisflokkinum seinasta fríggjakvøld bendir á, at tær atkvøðurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á komandi vali, ikki fara at ávirka rikna politikkin eftir valið.
Ein veljarakanning nú aftan á hasa viðmerkingina, hevði helst givið tjóðveldisflokkinum eitt munandi verri úrslit, enn hendan kanningin gav flokkinum. Tí onki høpi er í, at koma við almennari viðmerking, sum illa nokk er borðbar undir einum neystaveggi heimi í Kunoy.
Tann 9. februar 1998
Vilhelm Johannesen