Støðugt arbeiði til 80 fólk

? Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun, at skipasmiðjurnar á Skála og í Havn eru undir sama hatti. Hetta merkir m.a. at skipasmiðjurnar sleppa undan at gera íløgur í somu tól og lutir, og gerast harvið rationellari. Og eingin hevur mist nakað við, at skipasmiðjurnar nú samstarva so tætt, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála

Fyri snøggum ári síðani keypti Tórshavnar Skipasmiðja trotabúgvið á Skála, sum tá æt Skipasmiðjan Føroyar.

Fleiri røddir vóru tá frammi um, at tað fór at minka um kappingina og harvið at økja um kostnaðin, at allar skipasmiðjurnar nú fóru í sama pott. Hesum vísti Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju tó aftur og vísti á, at skip høvdu nakað, ið nevnist skrúva, og tískil kundu sigla hartil, ið besta tilboðið fekst.

At hetta vísti seg rætt sæst kanska best á tí arbeiði, ið Skipasmiðjan á Skála hevur havt, síðani teir veruliga fóru í gongd í mars mánaði í fjør. Størri parturin av arbeiðinum stavar nevniliga frá umvælingum av útlendskum skipum, serliga íslendskum, men eisini grønlendskum og av Hebridunum.

Og hetta má sigast at bera boð um, at príslegan hjá skipasmiðjunum í hvussu er er kappingarfør við útlendskar skipasmiðjur.


Stórt arbeiði

Sosialurin vitjaði inni á Skála mánadagin, og tá løgdu teir síðstu hond á eitt rættiliga stórt arbeiði upp á íslendska nótabátin Ísleifur.

Hetta er fyrrverandi Durid úr Klaksvík, sum júst var bygd á skipasmiðjuni á Skála í 1976. Alt afturskipið er gjørt av nýggjum niður í kjøl, umframt at høvuðsmaskinan er skift. Somuleiðis er við báðum ljósmotorunum.

Hartil er nógv onnur smáarbeiðir gjørd soleiðis, at skipið mest sum er nýtt, nú tað fór avstað til Íslands aftur.

Hetta er størsta arbeiðið, ið skipasmiðjan hevur havt, síðani hon fór í gongd aftur, og hevur verið við til at tryggja støðugt arbeiði til tey um 80 fólkini, ið starvast á Skipasmiðjuni á Skála.

Men nógv annað hevur verið at gjørt, og tá Sosialurin vitjaði mánadagin stóð m.a. Akraberg inni í turrdokkini og Norðleivur (fyrrverandi Stiðjabarmur) á bedingini. Og við bryggju lá strandfaraskipið Dúgvan, sum skal hava nýggja síðuskrúvu setta í.


Hevur gingið væl

Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, sigur, at arbeiðið við umbyggingini av Ísleifur hevur gingið væl. Hann sigur, at tíðarætlanin hevur hildið sum soleiðis, men at av tí at nógv kom aftrat eftir at teir vóru byrjaðir, er upprunaliga tíðarætlanin broytt nakað.

? Upprunaliga var ætlanin, at skipið skuldi vera liðugt 7. januar, men orsakað av, at tað komu fleiri smáttaríir at gera aftrat, og at veðrið hevur verið heldur ólagaligt, hevur arbeiðið drigið út til nú, sigur Gunnar Mohr, stjóri.

Hann vísir eisini á, at arbeiðið var rættiliga umfatandi, og teir møguliga hava forroknað seg ein ringan deil. Men alt í alt hevur gingið heilt væl, og tað eru mest omanfyri nevndu orsøkir til, at báturin ikki gjørdist liðugur fyrr.

Sum nevnt er Ísleifur ein nótabátur, og eftir røttum skuldi hann nú verið farin á lodnuveiði, men av tí at tað deils er verkfall millum íslendskar fiskimenn, og at teir deils ikki hava sæð nakra lodnu enn, er skaðin eingin at tosa um.


Í vánaligum standi

Skipasmiðjuni tørvaði eina hjálpandi hond, tá hon varð keypt fyri einum ári síðani.

? Alt var meiri ella minni niðurslitið, og tí var neyðugt at bøta um, áðrenn farið var undir veruligt arbeiði. Kortini hava íløgurnar ikki verið tær heilt stóru. Vit hava keypt ein nýggjan 55-tons krana og tvær málingalyftir, men tað er so at siga einastu íløgurnar, vit hava gjørt her inni, sigur Gunnar Mohr.

Men tá er sjálvandi bert talan um at leggja vanliga umvælingararbeiðið til rættis. Skuldi talan verið um nýbygging, mátti nógv meiri verið gjørt við skipasmiðjuna, og tí hava teir ikki hugsað serliga nógv tann vegin ? í hvussu er ikki enn.

Teir hava tí heldur ikki verið serliga úti um seg í tí sambandi, men skuldi møguleikin víst seg, verður hetta sjálvandi umhugsað.

? Vit hava møguleika at byggja skip upp til 13 metra breidd og upp til 60-70 metra longd inni í byggihøllini, so tað er sjálvandi talan um ein munandi vøkstur í kapasiteti, men sum sagt er einki á pappírinum tí viðvíkjandi í løtuni, sigur Gunnar Mohr.


Hevur stóran týdning

Sum er hevur skipasmiðjan nóg mikið at gera við vanligar umvælingar og umbyggingar. Hetta er eisini nakað, ið kastar annað og meiri av sær enn júst til skipasmiðjuna. Fleiri aðrar fyritøkur njóta gott av serliga umbyggingunum.

? Tað er jú ofta so nógv annað, ið skal gerast enn júst tað, ið vit gera. Til dømis kann nevnast, at í sambandi við umbyggingina av Ísleifur hava bæði El-service, Byggiservice og Oilwind havt arbeiðir umborð. So tað eru ikki bert vit, ið fáa nakað burturúr, vísir Gunnar á.

Hann vónar samstundis, at góða úrslitið við hesi umbyggingini kann gera íslendingar meiri varðugar við møguleikarnar í Føroyum, og kanska draga fleiri íslendsk skip hendavegin.

Tí hevur tað stóran týdning, at íslendarar eru nøgdir við arbeiðið, ið gjørt verður.


Nóg mikið sum er

Tað er eingin loyna, at tá talan hevur verið um skipasmiðjuna á Skála, so er hon beinanvegin sett í samband við russisk skip. Hetta kundi so kanska eisini verið ein møguleiki, men helst ikki tað fyrsta, ið skipasmiðjan fer at hugsa um.

? Nei, vit hava als ikki verið í sambandi við nakran handanvegin. Sjálvandi kundi tað verið ein møguleiki, men sum er, hava vit nóg mikið við vanligar umvælingar og umbyggingar, so vit hava heldur ikki gjørt nakað fyri at kanna tann møguleikan, sigur Gunnar Mohr.

Í løtuni leggja teir størri dent á at halda viðlíka tey sambond teir hava fingið til Íslands, Grønlands og Hebridurnar.

Men hartil kemur sjálvandi allur hin føroyski flotin, sum jú við jøvnum millumbilum hevur umvælingar, umbyggingar ella vanliga klassan fyri neyðini.


Hugsa ikki um oljuvinnu ? enn

Eitt annað, ið sum kunnugt er nógv frammi í hesum døgum, er ein møgulig oljuvinna við Føroyar. Men hetta er eisini nakað, ið liggur frammi í tíðini fyri skipasmiðjunnar viðkomandi.

? Sjálvandi fylgja vit við, men vit hava ikki gjørt nakað serligt fyri at gera okkum til reiðar til eina slíka vinnu. Og hon liggur fyri okkara viðkomandi longri frammi á vegnum. Men kemur tað hartil, at farið verður at leita, og at olja finst undir Føroyum, so er tað avgjørt ein møguleiki fyri okkum eisini, sigur stjórin á Skipasmiðjuni á Skála.

Oljuvinnan er sum kunnugt nakað, sum í fall kann kasta rættiliga fitt av sær til føroyskar fyritøkur, og sjálvandi eisini innan skipasmiðjuøkið, men væntandi er kortini, at aðrir vinnubólkar í størri mun kunnu gera sær dælt av hesi vinnu at byrja við.

Men sjálvandi tá og um boripallar fara at stinga seg upp rundan um okkum, verður eyðvitað brúk fyri tí, ein skipasmiðja kann gera eisini.


Støðugt arbeiði

Tað sigur seg sjálvt, at eitt so stórt arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri fyrst og fremst Skála, men eisini aðrar bygdir í Eysturoynni.

Arbeiðsfólkið kemur nevniliga frá fleiri ymsum bygdum í oynni. Og arbeiðið er støðugt.

Munur er kortini á, tá skipasmiðjan var upp á sítt størsta og hevði nýbygningar umframt stórar umvælingar og -byggingar. Tá gav hon arbeiði til eini 250 fólk.

Men frá at hava ligið mest sum still í nøkur ár, er nú rættiig gongd komin á, og eini 80 fólk hava nú støðugt arbeiði. Og tað sær heldur ikki so galið út frameftir.

Gunnar Mohr, stjóri, sigur, at teir í løtuni ikki hava nakað størri arbeiði á pappírinum, men at smáumvælingar og annað gevur teimum nóg mikið í eina tíð fram. Og tað er jú ikki so galið.

Ella sum stjórin sjálvur sigur tað: ? Tað hongur saman hjá okkum.