borgarstjóranum í Klaksvík, sum er einasta umboð hjá Gamla Sjálvstýrinum í løgtinginum. Hann himprast ikki við at geva skúladeplinum í Marknagili mønustingin. Sama hug hevur unga stjørnuskotið [...] kalla hann – kanska vit eitt sindur av spei – men eisini tí, at Sjálvstýriflokkurin so ofta legði seg á mentanina í landsstýrinum. Men tann tíðin er farin. Nú eru tað teir stóru flokkarnir, sum vilja [...] kundi havt – og helst fær, um hann klára at troðka Kára Post av pinninum á næsta vali. Mentanarligar knotur eru kanska í sjálvstýrisfólkum í Suðurstreymi kortini, tí tey mótmæla. Og tann, ið
ð er sparingar, og at tey vilja reka samfelagið bíligari. At hetta er ein sannleiki við modifikatiónum er øllum prúa greitt. Sjálvandi verður ein stovnur sum Landsbanki Føroya ikki nið [...] funnið hesar fimm milliónir á annan hátt. Men tað er greitt, at tann flokkur, sum ræður í glashúsinum á Argjum – og sum eisini hevur takið á løgmanni og øllum fylgi hansara, ikki er glaður fyri hendan [...] Fólkaflokkurin var eisini partur av samgonguni, sum í 1978 bar lógina ígjøgnum tingið, og Jógvan Sundstein slóðaði eisini fyri, tá fyrsta innlánslógin varð samtykt í 1992. Men nýggi Fólkaflokkurin
og Jógvan Sundstein slóðaði eisini fyri, tá fyrsta innlánslógin varð samtykt í 1992. Men flokkurin hevur nú saðlað um. Nú skal Landsbankin klaskast undir ein almennan stovn, har habilit [...] marknaðarmekanismurnar at virka frítt, og sum mæla til at reka politikkin á eini sosial-liberalari kós. Eins og við flatskattinum og forskattingini av pensjónini fara vit helst at hoyra [...] boð fyri ikki at fara á heysin, tí hann hevur roynt tað í verki. At geva politikarum alt valdið á fíggjarkervinum er ikki gott. Var tað gott, so hevði man gjørt tað í øðrum londum við. Hinvegin
arbeiðis í løgtinginum, so er hetta ein trupulleiki, sum er størri enn ein trupulleiki hjá Kristini Michelsen. Hetta verður til ein trupulleika hjá Javnaðarflokkinum, hvørs formaður [...] bandið er so vánaligt millum Suðuroynna og Havnina. Men hetta man vera ein sannleiki við modifikatiónum, tí allarhelst er tað trupult at røkja tvey fulltíðar almenn størv sum tingmannastarv [...] situr á tingi. Har eru í skrivandi stund eru fýra aðrir borgarstjórar í løgtinginum. Ein teirra, Jógvan Skorheim, leggur tingsessin frá sær á næsta fundi. Ein triðji, Rósa Samuelsen, hevur júst tikið
var so eitt uppskot, sum um ikki annað setti hol samfelagstrupulleikan við tí høga marginalskattinum. Men at hetta uppskot skuldi verða lóg 144 dagar seinni, tað hevði eingin roknað við. Valla [...] stað hava vit ferð eftir ferð víst á, at Sambandsflokkurin lítla og onga ávirkan hevur á politikkin, sum samgongan rekur. Fólkaflokkurin hevur alt valdið, meðan Sambandsflokkurin eigur [...] ikki fyri at lasta Fólkaflokkin. Tvørturímóti. Fólkaflokkurin rekur sín egna fólkaflokspolitikk – sjálvandi. Munurin er bara tann, at meðan Fólkaflokkurin fekk átta tingfólk vald á ting
Í síðstu viku segði Jógvan í Lon, formaður í føroysku málnevndini og lektari á Fróðskaparsetrinum við heimasíðuna hjá Námi, at tey í málnevndini eru fegin um hetta tiltakið frá ST, men [...] móðurmálsdegnum 25. mars vælkomnum. Hammershaimb hevur uppiborið heiðurin – og okkum, sum dagliga starvast við málinum treingja til hendan dagin, og tí vilja vit fegin leggja teigapláss
heilum flokki, sum hann hevur á Sambandsflokkinum – og ongantíð havt so stórt vald á einum løgmanni, sum hann nú hevur. Ikki ein gong tá Jógvan Sundstein var løgmaður í 89-91 og tá Anfinn Kallsberg [...] mussaskøðið, so handlar Jørgen Niclasen! Tí er hetta rætta løtan hjá Jacob Vestergaard at »avsosialisera« fiskivinnulóggávuna. Hetta er júst rætta løtan at strika undir við feitum, at tað er fjant
r, aftur upp á skrivið frá Jógvani Jespersen, sum tosar vegna reiðararnar í uppsjóvarvinnuni. Jógvan Jespeser royndi í lesarabrævi herfyri at geva fólki ta fatan, at einki skil er í tí, sum Kári [...] mun á. Soleiðis, sum skipanin er í dag, so kunnu reiðararnir selja skipini – íroknað virðið av veiðirættindunum, sum teir ikki eiga, fyri einar 6-7 milliardir krónur. Teir kunnu soleiðis – púra lógliga
kinum kann halda fram. Fellir løgmaður, so fellir samgongan. Og fellir samgongan, so missir Fólkaflokkurin valdið. Advokatar skulu ikki altíð finna og ella vilja »rættvísi«. Á pappírinum er [...] minsta lagi tvær milliónir krónur aftur fyri eina niðurstøðu, sum staðfestir, at í øllum førum løgmaður ikki gjørdi nakað skeivt? Tað hvílir stór ábyrgd á tingformanninum at tryggja, at kan [...] V. Hansen hevur umboðað Fólkaflokkin á tingi. Og jú, hann hevur viðgjørt tunnilsmálið í stýrinum fyri Samhaldsfasta, og jú hann er bróðursonur Karsten Hansen. Men skal hann nú ikki sleppa
rin hevði eitt nøkulunda gott val, hóast hann misti eitt umboð. Jógvan Arge sementeraði støðu sína sum leiðarin hjá Tjóðveldinum í Tórshavnar býráð – og hann hevði verið borgarstjóraevni [...] Fólkaflokkinum hevur verið heldur máttleys hesi árini. Men tað verður hon ikki, um allir hinir tríggir flokkarnir skulu verða mótstøðuflokkar hjá meirilutanum – og Javnaðarflokkinum. Okkara [...] harvið meirilutan. So kundu vit kanska hildið, at nú var alt leyst og liðugt hjá Javnaðarflokkinum at skipa samgongu einsamallur. Men tað er valla tað skilabesta at gera. Sjálvandi skal flokkurin