Nakað soleiðis vóru orð fiskimálaráðharrans borin um vikuskiftið. Hann kundi akkurát tað sama sagt, at handan orðingin er ov fólkslig – fyri ikki at siga sosialistisk ella kommunistisk.
Í øllum førum luktar tað illa hjá fólkafloksmonnum, at fólkið í Føroyum sum heild heldur seg eiga hetta ríkidømi í felag. Og tað, hóast fólkafloksmenn sjálvir hava verið við til at gjørt hendan lógartekstin.
Men hjá Fólkaflokkinum er hetta júst lagaliga løtan at gera slíkar broytingar. Hetta valskeiðið er høvið at gjøgnumføra alla niðurlaðingar av vælferðarsamfelagnum. Hetta er høvið at flyta ognir frá teimum mongu til tey fáu og geva teimum, sum hava, lættar, meðan tikið verður frá tí, sum lítið hevur.
Hóast Fólkaflokkurin hevur sitið við valdið í næstan 40 ár út í eitt – við einstøkum undantøkum, so hevur flokkurin ikki havt so stórt vald áður, sum hann hevur nú. Og hóast Jørgen Niclasen fekk so nógv oman yvir seg í formansuppgerðini við Anniku Olsen, so hevur eingin fólkafloksformaður havt størri vald, enn Jørgen Niclasen nú hevur, og flokkurin hevur ongantíð havt so stórt vald fyrr, tí hann hevur ongantíð havt so gott tak á einum heilum flokki, sum hann hevur á Sambandsflokkinum – og ongantíð havt so stórt vald á einum løgmanni, sum hann nú hevur. Ikki ein gong tá Jógvan Sundstein var løgmaður í 89-91 og tá Anfinn Kallsberg var løgmaður frá 98-04 hevði flokkurin størri vald. Fyri ikki at tala um, tá Breckmann leikaði í.
Munurin er bara, at meðan Breckmann bara brúkti mussaskøðið, so handlar Jørgen Niclasen!
Tí er hetta rætta løtan hjá Jacob Vestergaard at »avsosialisera« fiskivinnulóggávuna. Hetta er júst rætta løtan at strika undir við feitum, at tað er fjant og fjas, at okkara felags tilfeingi er okkara felags ogn.
Nøkur fá, sum nakrir fáir peika út, skulu eiga okkara felags ogn. Tað er nógv nemmari fyri Fólkaflokkin.
Man fær tað stýrið, man hevur valt. Føroyingar valdu Fólkaflokkin og hjáflokk hansara Sambandsflokkin. Tað merkir, at Fólkaflokkurin ræður yvir 16 atkvøðum á tingi. Fyri teir smáu eru taburettirnar tilverugrundarlagið.
So jú: Fólkaflokkurin eigur løtuna – eisini at fjerna fjant og fjas sum fólksins ogn!