Við útvarpið í gjár segði Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður, og tingmaður Sambandsfloksins, at hann heldur, at tilfeingisgjaldið á makrelin eigur at hækka beinanvegin – úr 75 oyrum fyri kilo upp í umleið 1,30 krónur.
Soleiðis eru glottar at hóma – glottar, sum vísa, at tað ikki eru øll í samgonguni, sum halda tað vera í lagi, at ávísir útvaldir reiðarar fáa fiskatilfeingi fyri einki.
Í blaðnum í dag svarar Kári Petersen, búskaparfrøðingur, aftur upp á skrivið frá Jógvani Jespersen, sum tosar vegna reiðararnar í uppsjóvarvinnuni.
Jógvan Jespeser royndi í lesarabrævi herfyri at geva fólki ta fatan, at einki skil er í tí, sum Kári Petersen og aðrir búskaparfrøðingar føra fram.
Í blaðnum í dag vísir Kári Petersen á munin á eginpeningsavkasti og ognaravkasti í ymsum vinnuvirkjum. Samanberingin vísir, at meðan ávís nótaskip hava eitt eginpeningsavkast upp á yvir 300 prosent, so hava væl riknar fyritøkur so sum Articon, Føroya Bjór, Mest, BankNordik og danski giganturin Mærsk eginpeningsavkøst, sum liggja ímiullum -2 og 17 prosent. Ognaravkasti í somu feløgum vísir eisini sera stóran mun á.
Soleiðis, sum skipanin er í dag, so kunnu reiðararnir selja skipini – íroknað virðið av veiðirættindunum, sum teir ikki eiga, fyri einar 6-7 milliardir krónur. Teir kunnu soleiðis – púra lógliga – fáa ovurhonds nógvar pengar fyri nakað, sum teir ikki eiga. Nakað, sum sambært lóg er ogn Føroya Fólks.
At hetta er ein ósunn skipan er eyðsæð fyri øll. Óivað er yvirskotið stórt, tí at menn eru so dugnaligir. Men yvirskotið er so ovurhonds stórt, tí at landsstýrið gevur reiðaríunum veiðiloyvi fyri einki. Talan verður um monopolvirksemi, tí at landsstýrið samstundis noktar øðrum, sum kanska eisini eru dugnalig, inn í vinnuna.
Tað er at fegnast um, at Bárður Nielsen sær hendan trupulleika. Tí Bárður Nielsen er ikki hvørt sum helst.
Hann hevur ávísa slagkraft í Sambandsflokkinum, sum kann føra til, at Sambandsflokkur rívir seg leysan frá Fólkaflokkinum, so broytingar kunnu gerast.









