Tíðindaskriv:
Leygarkvøldið 25. oktober klokkan 20.30 í Tøting.
Havnar Jazzfelag og Plátufelagið TUTL 50 ár
Ókeypis atgongd, dyrnar lata upp kl. 20.00.
Saksofonleikarin Karsten Vogel vitjaði í Føroyum sum leiðari av Burning Red Ivanhoe og Secret Oyster fyrst í 70-árunum. Tað var áðrenn Havnar Jazzfelag varð stovnað í 1975. Í 1976 bað Rólant Thomsen, sum skipaði fyri mentanarstevnu í Føroyum tað árið, Havnar Jazzfelag vera vertir fyri konsertum har Karsten skuldi vera solistur. Tað eydnaðist – húsorkestrið, um ein kann kalla tað so, allar-allar fyrstu árini í Havnar Jazzfelag vóru: Kristian Blak (klaver), Kolbein Simonsen (bass) og Jan Jacobsen (trummur). So tað var ein kvartett. Fínt!
Tað sum hendi so var, at Havnar Jazzfelag hevði konsert í (gamla) B36 húsinum tá. Tað var ein dupultkonsert við Kræklingum og Karsten Vogel Kvartett. Karsten bleiv bergtikin av spælinum hjá Ólavi Øster á gittari – saman við Kræklingum – og bað Ólav um at spæla við kvartettin hjá sær tað kvøldið. Tað gekk sera væl, og bleiv til eitt tónleikasamstarv fleiri ár fram.
Sigast kann at ”Veðurløg” (1981) hjá Karsten Vogel, sum var umbiðið (NOMUS) verk frá Havnar Jazzfelag, var eitt av hæddarpunktini í plátuútgávunum tá. Flestu av tónleikarunum sum spæla í bólkinum ”Karsten Vogel & Fagrir Fuglar” nú í oktober hava spælt á júst hesu útgávuni:
Karsten Vogel (saksofon)
Ólavur Øster (gittar)
Kristian Blak (klaver)
Jóhannus á Rógvu Joensen (bass)
– og so kemur Jósva Debes (trummur) afturat.
Karsten hevur vitjað í Føroyum við fleiri ymiskum verkætlanum, og við hesum hevur hann verið við at mennað tónleikin í Jazzfelagnum. Serliga tann sermerkta rokk-jazz-stílin, ið hann umboðar.
Vit í Havnar Jazzfelag eru errin av at kunna bjóða Karsten at stjørna tónleikinum enn eina fer – nú aftaná meira enn 50 ár sum vitjandi tónleikari í Føroyum – og sum fyrsti altjóða solistur í felagnum.
Eftir konsertina við Karsten Vogel & Fagrir Fuglar, verður konsert við sangarinum/sangskrivarinum Lyon Hansen.
Grannarnir hjá Lyon Hansen, sum var føddur og vaks upp við Gøtugjógv, vóru ein kirkja, samkomuhús, bankar og havið. Sangir hansara eru søgur um sorg og gleði, galskap og frið – har sannleikin gerst lygn, og øvugt.
Lýstur av Guardian sum “Nilssoneskur popp-rokkur”, hevur hann eitt ekkó av onkrum fjarskotnum, men tó kendum samstundis. Ein prædika, sum tú ikki hoyrir – men følir.
Lyon Hansen hevur fyri stuttum givið út heildarútgávuna “Skull-sized Kingdom”, og fer at spæla eina góða blanding av nýggjum og gomlum sangum hjá sær.











