Men hann er ikki óroyndur í politikki. Hann hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri í fleiri valskeið og sum borgarstjóri seinastu árini.
Hóast orsøkir kunnu verða fleiri hjá tingfólki fyri ikki at møta á tingfundi, so stingur tað serliga í eyguni, at Kristin Michelsen hevur møtt so illa upp, at hann hevur verið burtur 16 av 42 tingfundum. Við útvarpið segði hann, at ferðasambandið er so vánaligt millum Suðuroynna og Havnina.
Men hetta man vera ein sannleiki við modifikatiónum, tí allarhelst er tað trupult at røkja tvey fulltíðar almenn størv sum tingmannastarv og borgarstjórastarv á Tvøroyri.
Men tað er einki ólógligt ella óregluligt í tí, at ein borgarstjóri er valdur á ting. Hetta er ein demokratiskur rættur. Men tá tað liggur so illa fyri at møta til arbeiðis í løgtinginum, so er hetta ein trupulleiki, sum er størri enn ein trupulleiki hjá Kristini Michelsen. Hetta verður til ein trupulleika hjá Javnaðarflokkinum, hvørs formaður er ein av teimum eksemplarisku 11 tingfólkunum, sum ongan tingfund hava forsømt.
Vit eiga eisini at seta spurningin, um tað er rætt, at Føroya hægst lønti politikari fer soleiðis við tí áliti, sum veljarin hevur givið honum.
Men Kristin Michelsen er ikki tann einasti borgarstjórin, sum situr á tingi. Har eru í skrivandi stund eru fýra aðrir borgarstjórar í løgtinginum. Ein teirra, Jógvan Skorheim, leggur tingsessin frá sær á næsta fundi. Ein triðji, Rósa Samuelsen, hevur júst tikið við sum borgarstjóri, og Brandur Sandoy á Sandi og Gerhard Lognberg í Skopun halda fram sum borgarstjórar.
Politikarar hava kanska serligar trupulleikar við at lata onnur fólk sleppa framat. Men allir politikarar hava varafólk, sum heldur enn fegin taka við sessinum, um tað so bara er fyri nakrar dagar. Okkurt bendir tó á, at summi tingfólk himprast við at lata næsta fólk sleppa framat.
Men tú fært ikki verið heilur allastaðni. Tí má ein maður sum Kristin Michelsen viðhvørt velja, hvar hann vil vera: Á tingi ella í býráð.
Men flokkurin eigur at hava hægri mál við sínum tingsessum, at hvør sessur eigur at verða umsitin við virðing fyri tí álitið, sum veljarin hevur givið flokkinum.
Tað álit hevur Javnaðarflokkurin ikki livað upp til í hesum føri.