Á hesum stað hava vit ferð eftir ferð víst á, at Sambandsflokkurin lítla og onga ávirkan hevur á politikkin, sum samgongan rekur. Fólkaflokkurin hevur alt valdið, meðan Sambandsflokkurin eigur kransakøkufigurin, Kaj Leo Holm Johannesen.
Nú sigur Edmund Joensen júst tað sama.
Tá hetta er sagt, so er tað als ikki fyri at lasta Fólkaflokkin. Tvørturímóti. Fólkaflokkurin rekur sín egna fólkaflokspolitikk – sjálvandi. Munurin er bara tann, at meðan Fólkaflokkurin fekk átta tingfólk vald á ting, so hava Jørgen Niclasen og flokkur hansara dugað so væl at telvað seg til politiska valdið, at flokkurin í veruleikanum hevur 19 atkvøður í løgtinginum. Fyri at siga tað eitt sindur groft, so eru tey átta sambandsfólkini, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Jógvan Skorheim bara atkvøðuneyt hjá Fólkaflokkinum.
Tá Bjarni Djurholm 1. august í fjør legði fram á ting uppskot um flatskatt, vóru tað tey fæstu, sum góvu sær far um tað. Vit umrøddu tað tó á hesum stað, tí hetta var so eitt uppskot, sum um ikki annað setti hol samfelagstrupulleikan við tí høga marginalskattinum. Men at hetta uppskot skuldi verða lóg 144 dagar seinni, tað hevði eingin roknað við. Valla heldur tey í Fólkaflokkinum. Tað var kortini gjøgnumtrumfað uttan trupulleikar, tí Fólkaflokkurin hevði 10 atkvøðuneyt aftur at sær í løgtinginum.
Agnið hjá Fólkaflokkinum var at lata Sambandsflokkin sleppa niður til Danmarkar at biðja um hægri blokkstuðul. Hóast Jørgen Niclasen hevur verið kúrrur um málið, so hevur formaður Fólkafloksins á tingið loksins avdúkað tað, sum tey flestu vistu, at hetta bara vóru kávalótir hjá Fólkaflokkinum: Tey lótu Kaj Leo Johannesen fara til Danmarkar at bidda pengar, vælvitandi um, at hann bara kundi koma heimaftur við teimum átta milliónunum, sum ein prístalsregulering kundi geva.
Enn er einki, sum bendir á, at løgmaður hevur uppdagað tað. Men tað hevur Edmund Joensen, sum ikki fær tagt longur. Hann vil ikki standa og hyggja, meðan Sambandsflokkurin nærkast eggini.
At Edmund Joensen er ein spilloppmakari, hevur hann so mangan víst. Men hann sær hóast alt, at løgmaður er fjarstýrdur – og hann óttast fyri avleiðingunum, um flokkurin ikki tekur annað skinn um bak. Vit kunnu bara staðfesta, at hetta er ein áhugaverd eygleiðing.









