Jú, Annfinn V. Hansen hevur umboðað Fólkaflokkin á tingi. Og jú, hann hevur viðgjørt tunnilsmálið í stýrinum fyri Samhaldsfasta, og jú hann er bróðursonur Karsten Hansen. Men skal hann nú ikki sleppa at reinsa Kára P. Højgard og løgmann fyri tað? Bæði løgtingsformaðurin og kanningarstjórin sjálvur halda ikki, at hesi viðurskifti hava týdning. So hví leika so í – kunnu vit spyrja.
Jógvan á Lakjuni er eisini fólkafloksmaður. Umsitingin hevur nevnt fyri honum, at Annfinn V. Hansen er eitt boð upp á ein kanningarstjóra.
Men hvat gongur tað heila so út uppá?
Jú, at reinsa løgmann fyri at tryggja, at samgongan hjá Fólkaflokkinum kann halda fram. Fellir løgmaður, so fellir samgongan. Og fellir samgongan, so missir Fólkaflokkurin valdið.
Advokatar skulu ikki altíð finna og ella vilja »rættvísi«. Á pappírinum er uppgávan sjálvandi at lýsa veruleikan.
– Men veruleikin er jú relativur.
Tí kann relativa uppgávan vera at reinsa løgmann fyri at tryggja samgonguna.
Man fær jú tað svarið, sum man vil hava. Ella sum Jógvan á Lakjuni segði: Vildi man fella samgonguna, so bað man bara ein annan advokat, sum meinti okkurt annað.
Tað kundi so til dømis verið Bjørn á Heygum, Halgir Winther Poulsen ella Turið Debes Hentze. Tað er ikki meira innviklað enn so.
Er tað so rætt at seta ein advokat, har ivi verður sáddur um trúvirði sama dag, sum hann er útnevndur? Men tá hvørki løgtingsformaðurin ella kanningarstjórin komu í tankar um, at kanningarstjórin hevði sitið á tingi fyri Fólkaflokkin – so er tað ikki ein trupulleiki – ella hvat?
Skulu vit gita, at skattgjaldarin um nakrar mánaðir fær eina advokatrokning upp á í minsta lagi tvær milliónir krónur aftur fyri eina niðurstøðu, sum staðfestir, at í øllum førum løgmaður ikki gjørdi nakað skeivt?
Tað hvílir stór ábyrgd á tingformanninum at tryggja, at kanningarstjórin fær tað trúvirði, sum skal til í einum slíkum máli – sum er so gruggað frammanundan. Ger hann ikki tað – og kann man gita úrslitið frammanundan – so ger hann skipanina til ein glantrileik.










