mainstream myndina, sum filmsheimurin í dag í stóran mun er merktur av, sigur Nadia Abraham. Hon hevur búð uttanlands í áleið 16 ár, og nú hon er aftur í Føroyum í arbeiðsørindum sær hon, at nógv er broytt [...] gjørdist fleiri í tali merkti hon, at okkurt var øðrvísi. - Eg havi barst nógv við mín egna samleika. Eg er uppvaksin í Føroyum, tosi føroyskt og eri føroyingur, men eg eri myrk. Eg gekk í Sankta Frans skúla [...] an og mangt annað. Við filmunum sum amboð fara gestirnir í films festivalinum tí at kaga inn í viðurskifti, sum vit ikki hvønn dag fáa innlit í.
nærri kanningar, siga tey á Politistøðini í Havn". Í tíðindunum á portalinum varð lagt aftrat: "Í bilinum var ein kvinna, ein maður og eitt barn. Tunnilin er stongdur í løtuni, men sløkkiliðið er á veg eftir [...] eftir tilburðin: "Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi klokkan 15 í Kollafjarðartunlinum. Ein bilur koyrdi inn í tunnilsveggin - við trimum fólkum í. Bilurin fekk sera stóran skaða, og fólkini eru flutt á sjúkrahúsið [...] tilburðin í tíðindunum? Nú dagurin nærkast, tá ið blómur verða lagdar kring um á vegunum, har fólk eru deyð í ferðsluni, hava vit skift orð við Hendrik Egholm, ið var maðurin, sum sat aftanfyri róðrið í Sig
verið trúgvur við urguna í kirkjuni nú í eitt mannaminni, og hann hevur hug at halda fram. Tað skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard á heimsíðuni hjá Fólkakirkjuni. - Pápi mín kallaðist Jógvan Poulsen, [...] tíggju, havi eg verið so at siga hvønn sunnudag í kirkju, sigur hann. Í samrøðuni sigur Jangrim Poulsen, at hann veit ikki heilt, hvussu hann kom fram at orglinum í kirkjuni. Men tað byrjaði við, at systur Klæmint [...] royndi sum frægast. Til ber at siga, at eg eri sjálvlærdur. Mín undirvísing stavar fyrst frá einum gittarkursus, sum Niels, beiggi mín, sum býr í Noregi, keypti. Tað var her, at Jangrim Poulsen lærdi teir
um fullkomleika, einans fyri at síggja gott út í eygunum hjá øðrum, blíva sjálvi fangar í øðini um, at børnini einans eru menniskju, eins og øll onnur.” Í dag eiga vit trý børn, sum nú eru vaksin, men eg [...] verið gift í seks, áttu tvey børn og høvdu nógv eftir at læra. Vóru júst flutt til Skotlands, har avbjóðingarnar av familjulívi, arbeiði, at vera foreldur og finna nýggjar vinir stærdu okkum beint í eyguni [...] ein mann, sum bleiv ein signing í lívi mínum. Hann var væl eldri enn eg og lívsroyndirnar høvdu gjørt hann til ein vísan og eyðmjúkan mann. Hann bleiv á mangan hátt mín fyrimynd, mentorur og góði vinur
prestur í Norðoyggjum. Seinasta sunnudag helt hann sína seinastu prædiku í Christianskirkjuni í hesum umfari, og í morgin sigur hann endaliga farvæl á Húsum, áðrenn leiðin gongur til Berlevåg kommunu í Norðurnoregi [...] hevur sitið í embætinum. Hann er heldur ikki bangin fyri at fortelja um málið, tá tey sum hjún vórðu meldað til barnaverndina í Klaksvík. - Vit vóru burturstødd í 60 ára føðingardegi hjá verfaðir í Norra, tá [...] tíðina í Klaksvík sigur hann: - Hon hevur verið lærurík! Hann heldur, at tíðin sum prestur í Klaksvík hevur givið honum nógv. Bæði av jaligum og neiligum. Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum
fiskivinnulóggávuna og karmarnar í framtíðini hjá vinnuni. Í okkara samlaðu meting av støðuni meta vit, at ”Atlantic Navigator” betri kann bera seg undir krillfiskiskapi í Antarktis enn undir svartkjaft [...] sera gott, og mín vón er at vit saman skulu kunna leggja lunnar undir handilsligum og lønandi arbeiðsplássum í Føroyum. Her eru tað nógv, bæði norðmenn og føroyingar, sum hava lagt nógv í ætlanina fyri [...] Hansen, sum hava lagt nógv í hesa ætlanina. Tíverri vóru karmarnir ikki nóg góðir til, at vit náddu á mál í hesum umfarinum. Nøgdur við samstarvi - Sambært keldum vit hava verið í samband við, so skal tann
sjálvsagt eisini í lagi, at tey gera tað. Tá ið eg búði í Danmark, spurdu tey eisini, men tá kendi eg tað, sum lurtaðu tey eftir mær. Hon sigur, at umstøðurnar hjá eini einligari mammu í Danmark og í Føroyum als [...] eitt arbeiði í Danmark at vísa á. Eg havi sagt, at eg kundi hugsað mær at farið á handilsskúla í Danmark, men tá siga tey, at handilsskúli eisini er í Føroyum! Nanna sigur, at tá ið hon búði í Danmark høvdu [...] einsamøll í dag, er ítøkilig. Tað snýr seg um eina hending, sum førdi til, at hon í fjør heyst bað mannin pakka sekkin og fara. Hendingin, talan er um, er ikki viðkomandi fyri hesa grein. Maðurin er pápi til
Óluva Johanna Jørginsdóttir Enghamar, eitt navn, ið gongur aftur í báðar ættir og í bæði kyn langt aftur í tíðina. Ólavur, sum í dag er prestur í Hvalba, legði sær leiðina til Havnar henda sunnudagin. -Beinta [...] komu í kirkju, tí tey fáa at vita nakað, sum tey kunnu taka út við sær í gerandislívið. Nú er tað ikki undirvísing vit hava fyri, men tað er ein boðskapur, sum tey koma at bera við sær út aftur í lívið [...] týdning at fáa fram í eini prædiku? -Eg eri púra samdur við pápa. Tað, sum er tað týdningarmesta fyri meg, er, at fólk, sum eru í kirkjuni og lurta eftir prædikuni, kenna seg aftur í tí, sum verður sagt
Pápi hansara gekk á skiparaskúla í Havn og hitti har konu sína, og bygdi sær hús uppi í Brekkugøtu í 1933. Hann doyði í 1942, so tey fingu ikki langa tíð saman í hesum nýbygdu sethúsunum. Sonni var eitt [...] eitt skifti í 50’unum úti og sigldi kring heimin, men hann kom kortini at fáa lívsstarv sítt á landi í heilsøluni hjá Poul Hansen, her hann var í samfull 50 ár. Men hugurin at vitja aftur á Norðtoftum var [...] um túrin. Men er ein í góðari venjing – ella í so góðari venjing sum Sonni var á yngri árum, kann tað gerast uppaftur skjótari. Hann spældi hesa tíðina hondbólt við KFUM og var í allar mátar sera væl fyri
Áhoyrarar! Uppvaksin í 50-árunum í Klaksvík og abbadóttur fremsta vinnulívsmannin í Føroyum í síni tíð, var ikki kvøðið yvir vøggu míni, at eg skuldi halda 1, maidagsrøðu nakrantíð. Abbi mín droymdi um at gerast [...] vóru pantaðir fyri skatt. Í 1931 vóru 300 menn arbeiðsleysir og seinni í tríatiárunum 500 mans. Kortini megnaði felagið sum tað fyrsta í landinum at fáa 8 tímars arbeiðsdag í 1931 uttan verkfall. Áhugavert [...] Býráð 4 mió.kr. til rakstur. Og nú havi eg hug at siga frá eini hending mær var fyri í 1966 í Keypmannahavn. Kom í praktikk í Móðirhjálpini. Hevði ein lærara, ið tók sær so væl av mær, at hon ongatíð verður