Pápi hansara gekk á skiparaskúla í Havn og hitti har konu sína, og bygdi sær hús uppi í Brekkugøtu í 1933. Hann doyði í 1942, so tey fingu ikki langa tíð saman í hesum nýbygdu sethúsunum.
Sonni var eitt skifti í 50’unum úti og sigldi kring heimin, men hann kom kortini at fáa lívsstarv sítt á landi í heilsøluni hjá Poul Hansen, her hann var í samfull 50 ár. Men hugurin at vitja aftur á Norðtoftum var allatíðina til staðar.
- Ja, eg má bara siga sum er, at tað munnu vera fá – um yvirhøvur nakar núlivandi! – sum hava gingið oftari enn eg upp um fjallið millum Klaksvík og Norðtoftir, sigur hann við einum brosi, men tó uttan at reypa sær av hesum.
Eitt dømi um hesi viðurskifti var einaferð, teir skuldu fara eftir eini gimbur við einum lambi og sum gekk í Tjørnudali, nakað væl sunnanfyri Norðtoftir. Sonni vildi so fegin at teir skuldu taka lambið áðrenn mikkjalsmessu, sum er 29. september.
- Hetta hevur helst verið ein leygardag fyrst í september mánaði, at eg fór umborð á Pride sum legði frá bryggju í Havn klokkan tvey.
- Eg havi havt mangan ringan túrin upp um fjallið til Norðtoftir í bæði toku, vindi, regni og myrkri. Men hesin túrurin bleiv heilt øðrvísi enn hinir, greiðir Sonni frá. Nakrar tímar seinni legði Pride so at í Klaksvík og hann legði til fjals beinanvegin.
Morgunmaður
Frammanundan hevði Sonni tosað við røktingarmannin Árna, um teir ikki skuldu fara eftir hesum lambinum morgunin eftir – tað er: sunnumorgunin. Hann var við uppá tað beinanvegin, og síðani hildu teir avstað.
Teir vóru hepnir og komu skjótt fram á lambið og ærina. Teir fingu ein enda um lambið, sum soleiðis fór rennandi allan vegin heim í bygdina aftur.
- Eg segði so við Sofus, at vit áttu bara at flett lambið beinanvegin, men hann segði nei: »Sunnudag fletta vit einki lamb!«. So tað varð ikki gjørt henda dagin.
- Men eg hevði kortini sett í meg, at lambið skuldi flettast áðrenn eg fór til Havnar aftur, sigur Sonni við einum brosi.
Hann gjørdi ikki mætari enn at fara árla á føtur henda mánamorgunin. Klokkan mundi neyvan vera meiri enn trý, tá hann var á fótum og byrjaði at fletta hetta góða lambið.
- Eg mátti gera skjótt av, tí Pride sigldi longu klokkan átta av Klaksvík. Tá alt hetta var ordnað fór eg til gongu upp um fjallið og var millum ferðafólkini til Havnar henda morgunin.
- Eg haldi, at eg var í Klaksvík einar 10 til 15 minuttir áðrenn hann legði frá landi. Og klokkan var farin beint av 10 var eg til arbeiðis aftur hjá Poul Hansen! So hetta var ein spennandi weekend, minnist Sonni afturá.
Met um fjallið
At ganga soleiðis upp um fjallið millum Klaksvík og Norðtoftir er drúgvur teinur. Vanliga nýttu menn millum tveir og hálvan triðja tíma um túrin.
Men er ein í góðari venjing – ella í so góðari venjing sum Sonni var á yngri árum, kann tað gerast uppaftur skjótari. Hann spældi hesa tíðina hondbólt við KFUM og var í allar mátar sera væl fyri likamliga.
- Einaferð kom hugsanin til mín at vita, hvussu skjótt – ella stutt! – tað bar til at ganga henda teinin um fjallið. Og sum sagt, so gjørt!
Sonni hevði eina avtalu við Hans Jacob Joensen, vanliga nevndur kollfirðingurin, og sum hevði eitt pylsuvirki í Klaksvík, og hevði sagt honum, at hann var vælkomin at læna súkklu hansara fyri at spara tíð og soleiðis koma skjótari norður í Ánirnar, haðani leiðin upp um fjallið byrjaði.
- Eg tók so súkkluna, men fór fyrst inn á telefonstøðina í Klaksvík at siga frá, at eg var á veg norður. Eg súkklaði so norður til tey svørtu húsini í Ánunum, ið standa har enn í dag, tók súkkluna uppá nakkan og bar hana niðan um garðarnar. Síðani helt eg til fjals.
- Tá eg hugdi at klokkuni aftur, vóru einans farnir ein tími og 32 minuttir frá tí eg ringdi til Sofus og til eg segði góðan dag við Sofus á Norðtoftum. Men Sofus vildi ongatíð trúgva hesum, og hann bleiv við at siga, at hetta bar ikki til og at Sonni mátti hava steðgað í grannabygdini. Eingin kundi ganga sooo skjótt um fjallið.
- Og eg haldi, at hann, til sín doyggjandi dag, trúði at eg hevði ringt úr Árnafirði til Norðtoftir!