- Norðast á Selatrað býr Jangrim Poulsen. Hann hevur trúliga trátt lívsleiðina síðan hin 12 januar í 1937 og er komin inn í seinasta fjórðingin av lívinum, um ikki okkurt heilt óvanligt hendur, og hann verður hangandi longur enn tey flestu. Jangrim er blídligur maður og hevur verið trúgvur við urguna í kirkjuni nú í eitt mannaminni, og hann hevur hug at halda fram.
Tað skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard á heimsíðuni hjá Fólkakirkjuni.
- Pápi mín kallaðist Jógvan Poulsen, og hann var góður við kirkjuna. Hann plagdi at vekja meg sunnumorgnar og segði frá, at nú fóru vit í kirkju. Tað var slett ikki so stutt at ganga hjá einum smádrongi. Eitt korter hvønn vegin, og fetini eru fleiri hjá børnum enn vaksnum. Sum smádrongur var eg við vaksnum og síðan eg fylti tíggju, havi eg verið so at siga hvønn sunnudag í kirkju, sigur hann.
Í samrøðuni sigur Jangrim Poulsen, at hann veit ikki heilt, hvussu hann kom fram at orglinum í kirkjuni. Men tað byrjaði við, at systur Klæmint Petersen, sum kallaðist Kristianna Petersen, doyði. Tá fór Maria Andreassen, og síðan Jangrim Poulsen sjálvur at spæla.
- Mær dámar at spæla og serliga jólasangir. Magnus Nielsen, sum var lærari og deknur í kirkjuni, sang fyri, tá vit ongan organist høvdu. Tað var hann, sum bað meg, tí hann orkaði ikki bæði at lesa og syngja fyri. Eg var nýggjur tá og royndi sum frægast. Til ber at siga, at eg eri sjálvlærdur. Mín undirvísing stavar fyrst frá einum gittarkursus, sum Niels, beiggi mín, sum býr í Noregi, keypti.
Tað var her, at Jangrim Poulsen lærdi teir fyrstu nótarnar og eitt sindur av teori um tónleik. Síðan kom Oluf Ring upp í leikin, og Jangrim fór tá at spæla eftir kursusinum hjá honum. Tað var skjótt at allar fýra stemmurnar vóru við.
- Orgulspæl hongur ikki saman fyri meg, um ikki allar stemmurnar eru við. Eg var seinast í tríatiárunum, tá eg byrjaði at spæla á orgul, og tað var dekan og seint, sigur Jangrim Poulsen. Í samrøðuni við Jústinus Leivsson Eidesgaard leggur hann aftrat, at tá ræður um konufólk, so bíðaði hann ov leingi, sum hann sjálvur tekur til. So, tað bleiv einki við konufólki, leggur hann aftrat.