Oddakvinnan handan nýggja føroyska filmsfestivalin Faroe Islands International Minority Film Festival, Nadia Abraham, er føroyingur, uppvaksin í Føroyum. Mamma hennara er føroyingur, meðan pápi hennara er myrkur palestinibúgvi. Sostatt er Nadia munandi myrkari á at lýta, enn flest aðrir føroyingar. Ein veruleiki, sum hon als ikki hugsaði um, sum blaðung. Men sum árini gjørdist fleiri í tali merkti hon, at okkurt var øðrvísi.
- Eg havi barst nógv við mín egna samleika. Eg er uppvaksin í Føroyum, tosi føroyskt og eri føroyingur, men eg eri myrk. Eg gekk í Sankta Frans skúla og eg minnist tað sum, at fólk sóu meg sum øðrvísi og hvørki eg ella hini dugdu at fyrihalda okkum til tann ymisleikan, sigur Nadia Abraham.
Sum ung var hon altíð sera áhugað í filmum. Heldur enn at fara í diskotek, var Nadia tann, sum valdi biografin framum. Teir vælumtóktu amerikansku filmarnir, við vøkru ljóshærdu kvinnunum, og hvítu, sterku monnunum, var tað, sum Nadia vaks upp við. Hon minnist, at tá ið filmurin Tomb Raider kom í biografin, hugsi hon fleiri ferðir eftir honum, tí hann hevði nakað nýtt - nevniliga kvinnumegi.
- Eg havi ferðast kring knøttin og eg síggi nú, at vit hava nógv at læra og nógvar aðrar møguleikar enn tað vøkru, amerikonsku mainstream myndina, sum filmsheimurin í dag í stóran mun er merktur av, sigur Nadia Abraham.
Hon hevur búð uttanlands í áleið 16 ár, og nú hon er aftur í Føroyum í arbeiðsørindum sær hon, at nógv er broytt.
- Tað er stuttligt at síggja, at tað er hent nógv í Føroyum. Tað eru munandi fleiri mentanir og møguleikar í dag, enn tað vóru, tá eg vaks upp, sigur Nadia Abraham. Tað er hendan uppfatanin av lívinum sum ung, øðrvísi filmselskari, sum liggur til grund fyri stóra festivalinum, sum fer av bakkastokki 7. september.
- Vit síggja í dag, at londini kring okkum fáa alsamt fleiri tilflytarar úr fleiri londum til sín og eg haldi vit øll hava gott av at síggja inn í nýggjar mentanir. Og tað er nakað, sum eg haldi filmur kann gera, sigur Nadia Abraham.
Tí er festivalurin sjálvandi í stóran mun um filmslistina, men høvuðstemaði er ymisleiki. Tað verið seg innan mentan, innan list, innan seksualitet, innan heimsuppfatan og mangt annað. Við filmunum sum amboð fara gestirnir í films festivalinum tí at kaga inn í viðurskifti, sum vit ikki hvønn dag fáa innlit í.