Oslo: ”Atlantic Navigator” fekk um 14 mánaðir undir føroysku flaggi. Ætlanin hevur gingið betri og betri, men karmarnir fyri føroysku fiskivinnuni eru í løtuni so óklárir, at eigararnir valdu at steðga ætlanini, sigur nevndarformaðurin í P/f Næraberg, sum rekur ”Atlantic Navigator”.
Hvussu sært tú fyri tær framtíðina hjá P/f Næraberg?
- Tað sum nú hendir er ikki eitt brot á tað góða samstarvið vit hava havt við JFK og Norðoyagrunnin í partafelagnum Næraberg. Samstarvið í felagnum heldur fram. Saman vilja vit royna at finna eina loysn fyri virkseminum hjá felagnum, bygt á tey kvoturættindini, felagið hevur. Við øðrum orðum, so er tað sjálv ætlanin sum broytir snið.
- At siga 200 fólkum úr starvi er ein sera álvarslig avgerð, serliga um hugsað verður um at hettar svarar til at millum fimm og tíggju prosent av teimum arbeiðsføru í Klaksvík missa arbeiðið. Hvat heldur tú um tað?
- Tað er alltíð keðiligt og tungt at noyðast at siga fólki úr einum starvi. Tað sum nú hendir við ”Atlantic Navigator” rakar nógv sera dugnalig fólk, sum hava gjørt nógv fyri at fáa ætlanina til at ganga. Í partafelagnum Næraberg hava vit mett støðuna og framtíðarmøguleikarnar hjá skipinum og felagnum. Fíggjarliga hevur ætlanin í Føroyum ikki givið tað, vit høvdu vónað. Harafturat er komið, at tað ta seinastu tíðina er skaptur ein ótryggleiki og óvissa um fiskivinnulóggávuna og karmarnar í framtíðini hjá vinnuni. Í okkara samlaðu meting av støðuni meta vit, at ”Atlantic Navigator” betri kann bera seg undir krillfiskiskapi í Antarktis enn undir svartkjaftafiskiskapi við Føroyar.
Finna nýtt skip
Føroyingar, og kanska ikki minst ein býur sum Klaksvík, upplivdu fyri 10-15 árum síðani eina sera álvarsliga fíggjarliga kreppu. Nú kann samfelagið sendast út í eina líknandi kreppu, tí eitt heilt lokalsamfelag trúði upp á Kjell Inge Røkke, sum vitjaði í Klaksvík og legði fram hugsanir og ætlanirnar, hann hevði saman við lokalum íleggjarum. Hvussu vilja tit tryggja tykkum, at umdømið hjá Aker ikki fær ein álvarsligan sjógv í føroyska hugaheiminum?
- Tað besta vit kunnu gera, tá vit taka okkara samfelagsábyrgd, er at skapa arbeiðspláss sum bera seg. Í Aker BioMarine leggja vit okkum eftir at byggja virðir fyri starvsfólkini, lokalsamfelagið, kundarnar, samstarvsfelagarnar og okkara partaeigarar. Vit hyggja nú eftir ymsum møguleikum fyri at finna fram til virksemi og arbeiðspláss, sum kunnu verja tær íløgurnar sum vera gjørdar. Vónandi kunnu vit um ein mánað ella tveir koma aftur við eini meir ítøkuligari ætlan.
Ætlar Aker BioMarine at vera við til at finna eitt nýtt skip sum kann setast inn í svartkjaftafiskiskapin hjá partafelagnum Næraberg?
- Ja, hettar kanna vit nú, men vit koma ikki aftur við einum surimitrolara. Skulu vit brúka okkara kvoturættindir, eru vit noyddir at finna eitt hóskandi skip. Hvussu hesin fiskiskapur skal skipast, skulu vit nú brúka tíð til at tosa saman um í nevndini og saman við samstarvsfeløgunum.
- Tit hava kanska longu ein nótabát ella ein trolara kláran?
- Nei, tað hava vit ikki. Vit mugu fyrst tosa nærri við samstarvsfelagarnar, um hvussu vit skulu skipa hettar framyvir.
Óklár boð
Tað eru fleiri sum hava sagt sína hugsan, nú ”Atlantic Navigator” skal úr føroyska flotanum. Kritikkurin gongur í tvær ættir. Føroyskir myndugleikar fáa ábreiðslur fyri at vingla, og Aker BioMarine fær ábreiðslur fyri at fara avstað við trolaranum. Hvat skuldi til frá politiskari síðu í Føroyum, fyri at Aker BioMarine skuldi hildið fram við surimiætlanini í Føroyum?
- Tað vildi kravt sera tryggar karmar, sum geva okkum møguleikar at leggja langtíðarætlanir. Ein so stór ætlan við so stórum íløgum krevur tryggar karmar um kvoturættindini yvir tíð, umframt eina trygd fyri íløgunum, sjálvt um ein situr í eini minnilutastøðu. Tað er tað, sum er avgerandi fyri lønnsemi og eini langtíðaríløgu. Avgerðin er nú tikin um, at ”Atlantic Navigator” skal úr føroyska flotanum. Tað sum vit uppliva sum ótryggir karmar hava verið við til at vit hava tikið hesa avgerðina. Vit hava fingið týðuligar ábendingar um, at møguleikarnir til útlendskar íløgur í Føroyum skulu broytast. Samstundis sum talan er um at avmarka, hvussu leingi ein hevur kvoturættindini.
Saman við okkara góðu samstarvsfeløgum hava vit gjørt stórar íløgur og hava megnað at ment nýggja tøkni sum ger tað møguligt at fáa meir burturúr svartkjaftinum undir Føroyum. Vit vóna, at føroyskir myndugleikar í framtíðini vilja leggja karmar, sum gera tað møguligt við eini slíkari framtíðarhugsandi fiskivinnu bygt á hesa tøkni.
Hvussu hevur samsstarvið millum føroyingar og norðmenn verið í hesi ætlanini?
- Eg upplivi hetta samstarvið sum sera gott, og mín vón er at vit saman skulu kunna leggja lunnar undir handilsligum og lønandi arbeiðsplássum í Føroyum. Her eru tað nógv, bæði norðmenn og føroyingar, sum hava lagt nógv í ætlanina fyri at fáa hettar til at ganga. Tað hevur ikki alltíð verið líka lætt. Eg vil serliga vísa til JFK og Hanus Hansen, sum hava lagt nógv í hesa ætlanina. Tíverri vóru karmarnir ikki nóg góðir til, at vit náddu á mál í hesum umfarinum.
Nøgdur við samstarvi
- Sambært keldum vit hava verið í samband við, so skal tann norski parturin av manningini ikki hava hildið seg til, hvat føroysku eigararnir søgdu, men havt beinleiðis samband við norsku eigararnar uttan um teir føroysku. Hvat sigur tú til tað?
- Eg kenni meg ikki aftur í eini slíkari tulking av tí, sum er farið fram. Vit hava alla tíðina lagt dent á, at hettar er ein ætlan, sum vit skuldu samstarva um.
Sambært tíðindum í Norðlýsinum skal eingin nevndarfundur hava verið í Næraberg í samband við avgerðina um at steðga ætlanini. Hetta verður tulkað sum, at Næraberg er eitt innantómt felag uttan møguleika at taka avgerðir. Hvat sigur tú til tað?
- Vit høvdu ein nevndarfund mánadagin í hesi vikuni, har avgerðin um at taka ”Atlantic Navigator” út úr føroyska flotanum og harvið steðga fiskiskapinum við hesum trolaranum, tá svartkjaftatíðin er av í juli-august í ár, varð tikin, sigur Trond Williksen.