Tað var í fjør summar, at ein í familjuni hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, setti seg í samband við eitt týðandi vitni hjá løgregluni í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi [...] Sambært VG í morgun hevur norska løgreglan kannað málið og hevur hugt eftir, um viðkomandi í familjuni hjá Tom Hagen hevur roynt at mótarbeitt kanningararbeiðnum í málinum um Anne-Elisabeth Hagen - ella hevur [...] Hemiø, við VG. Umrødda vitnið hevur verið til fleiri avhoyringar hjá løgregluni í samband við málið um Anne-Elisabeth Hagen. Hjúnafelagin, Tom Hagen, er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp, men
avhoyra av norsku løgregluni. Tað merkir tó ikki, at hann ongantíð er avhoyrdur áður um konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018. Tom Hagen hevur [...] avhoyringar, umframt at hann eisini hevur verið á fleiri fundum við løgregluna í málinum. Nú hevur norska heimasíðan VG spurt ymiskar verjuadvokatar, hvønn týdning tað kann hava fyri málið, at miljarderurin [...] helt heldur ikki, at kanningararbeiðið hjá løgregluni leggur upp til at greiða málið um, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, og verjin helt eisini, at løgreglan leitar í blindum og einans er úti eftir at fella
Norska løgreglan hevur nú reist eina nýggja skuldseting móti miljarderin, 70 ára gamla, Tom Hagen, ið er maður Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018 [...] Skuldsetingin snýr seg um nøkur skotvápn, sum maðurin ólógliga hevur havt liggjandi, og sambært norska kringvarpinum - NRK - fann løgreglan vápnini undir einari húsarannsókn í november í 2018. Verjua [...] ein játtanardóm í málinum, sigur verjin. Í samband við vápnini, sum eru funnin í heiminum hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen, skriva norskir miðlar eisini, at miljarderurin heilt frá ungum av hevur havt áhuga
Hesar eru millum sonevndu prógvini, sum norska løgreglan hevur ímóti miljarderinum, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen. Konan hevur verið sporleyst [...] eisini at siga, at ein persónur er umrøddur, sum var partur av hjúnabandstrupulleikunum millum Tom og Anne-Elisabeth Hagen í 1993. - Í notatunum stendur eitt nú, at Tom Hagen hevur fortalt einum persóni, at [...] veit VG at siga. Málið varð meldað, men varð lagt til síðis. Nú løgreglan roynir at loysa málið um Anne-Elisabeth Hagen, hava tey aftur víst málinum áhuga, og seint í summar varð umrøddi maður avhoyrdur
morgunin. 08:44 : Ein starvsfelagi á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen ringir til Anne-Elisabeth Hagen, men hon svarar ikki. 08:45 : Anne-Elisabeth Hagen ringir aftur. Tey bæði snakka saman í góðar 10 minuttir, [...] um løn og tímalistar, og Anne-Elisabeth Hagen fortelur, at hon og maðurin møguliga fara í smáttuna í Kvitfjell seinni sama dag. Við løgregluna hevur kvinnan, sum snakkaði við Anne-Elisabeth, sagt, at hon [...] las. 09:06 : Anne-Elisabeth Hagen ringir til aðra av døtrum sínum. Hon ringir í trý sekund. ##med3## 09:10 : Dóttirin, sum hon hevði ringt til, fær nú eini tekstboð frá mammu síni. 09:14 : Anne-Elisabeth
tískil ikki kann svara spurningunum, sum VG setir. Norska heimasíðan hevur nevniliga spurt verjan um viðmerkingar til úttalilsi hjá vitnum, sum siga, at Anne-Elisabeth Hagen ikki var nøgd í hjúnalagnum við [...] Verjin hjá norska miljarderinum, Svein Holden, sigur upp á fyrispurning frá VG, at hann følir tað ørkymlandi at vera spurdur um viðmerkingar til viðurskifti, sum løgreglan eftir øllum at døma lekur út [...] nógv kunning í kanningartilfarinum hjá løgregluni, sum sigur heilt aðrar søgur um hjúnabandið millum Anne-Elisabeth og Tom Hagen enn tær, sum eru umrøddar í fyrru greinini um málið á In.fo í kvøld. Hesar
nar styrkja teirra tilgiting - ella hypotesu - um motivið aftan fyri, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen hin 9. oktober í 2018 luttók á einum fundi í Lørenskog saman [...] framvegis upp á, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, og at maður hennara, Tom Hagen, hevur ein leiklut í hesum. Á ein hátt hevur norska løgreglan tingrættin [...] nú víst til fundin, sum Anne-Elisabeth skal hava verið á saman við fleiri øðrum - bert fáar vikur eftir, at hon sporleyst hvarv. Navngivin fólk, sum hittu hjúnini, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv og
Tá løgreglan í vár royndi at fáa norska miljarderin, 70 ára gamla Tom Hagen, varðhaldsfongslaðan, var ein illgruni til mannin í samband við málið um konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, at maðurin skuldi [...] telefonini hjá honum. Talan var um uppkall, har Tom Hagen hevði ringt til konu sína sama morgun, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Hetta var seinasta dag í oktober í 2018. Nú váttar løgregluleiðarin í hesum [...] hon ikki telefonina, hevur Tom Hagen áður sagt. ##med2## Útskriftir av uppkallum á fartelefonini hjá Anne-Elisabeth Hagen vísa, at Tom Hagen eitt nú ringdi til konu sína klokkan 10.06 og 10.07, og hetta var
Gjáramorgunin klokkan 09.14 vóru júst tvey ár liðin, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, gav frá sær sítt seinasta lívstekin. Tá snakkaði hon í telefon við sonin hjá sær, men henda samrøða [...] klokkan 09.14 og eftir samrøðuna, sum Anne-Elisabeth Hagen hevði við sonin. Vanliga plagar Tom Hagen at fara frá húsum umleið klokkan 08, men morgunin, tá kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv, fór hann [...] í honum. Sambært tv2.no hevur løgreglan eitt ástøði um, at drápsskuldsetti miljarderurin og maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, kanska bíðaði eftir "ókenda" bilinum, áðrenn hann fór frá húsum henda
Í dag eru júst tvey ár síðan, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv. Maður hennara, 70 ára gamli miljarderurin, Tom Hagen, varð seint í apríl í ár handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella [...] tíggju miljónir norskar krónur til tann ella tey, sum kundu koma við tippum, ið kundu føra til, at Anne-Elisabeth Hagen verður funnin. Verjin hjá honum, Svein Holden, hevur áður sagt, at serliga tvey tipp [...] at tað hevur maðurin ikki. Tv2.no veit at siga, at tað eru nógvir ósvaraðir spurningar í málinum um Anne-Elisabeth Hagen. Talan er eitt nú um sonevndu Futurum-menninar, sum eru sæddir á vakmyndaupptøkum